fríggjadagur 5. mars 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 tíðindi
Nr. 45 - 5. mars 2010
Góðar 9 krónur fyri
kilo. Tað var miðal
prísurin fyri øll fiska
sløgini samanlagt,
tá Fiskamarknaður
Føroya seldi góð 115
tons í gjár
Fiskaprísir
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskamarknaður
Føroya
seldi í gjár 115,5 tons á
uppboðssølu fyri eina góða
miljón krónur.
Sløk 26 tons vóru av
toski. Størstar vóru nøgd
irnar av toski 3, sum fór
fyri
miðalprísin
12,95
krónur fyri kilo.
Tilsamans 35 tons vóru
av hýsu, og her vóru nógv
tær størstu nøgdirnar hýsa
2, sum fekk miðalprísin
8,04 krónur fyri kilo.
Hetta er framvegis sera
lágur hýsuprísur fyri næst
bestu hýsustøddina.
25 tons vóru av upsa, og
flestu upsastøddirnar fóru
fyri góðar 6 krónur í miðal
fyri kilo.
Miðalprísurin
fyri
øll
fiskasløgini, sum vórðu
seld á Fiskamarknaði Før
oya í gjár, var lágur, góðar
9 krónur fyri kilo – ella
neyvari 9,04.
Grikkaland lagt lamið
Um middagsleitið bleiv tað mesta av Grikkalandi lagt
lamið, tá fakfeløgini skipaðu fyri aðalverkfalli fyri at
mótmæla teimum búskaparligu tiltøkunum hjá stjórn
ini. Verkfallið rakti eitt nú alla stjórnarumsitingina og
almennar stovnar, bankar, sjúkrahús og skúlar, og
harafturat steðgaði at kalla øll samferðslan. Grikska
stjórnin hevur samtykt at hækka skattin og at lækka
lønina hjá almennum starvsfólki, samstundis sum
meirvirðisgjald og tollur hækka. ES hevur róst stjórnini
fyri tiltøkini, sum sambært ES eru alneyðug fyri at fáa
búskapin aftur á beint.
Misfostur í Irak
Heilsumyndugleikarnir í irakska býnum Fallujah siga,
at nógv børn har verða fødd við ymsum likamligum
frávikum. Myndugleikarnir hava illgruna um, at hetta
hevur samband við, at í einum álopi á býin fyri seks
árum síðani brúkti amerikanski herurin hvítt fosfor og
spreingiløðingar við urani. Ein irakskur lækni sigur við
danska TV2, at læknarnir síggja tveir ella tríggjar
tilburðir um dagin, og at myndugleikarnir nú ráða
kvinnum í býnum frá at fáa sær børn. Amerikanska
herleiðslan sigur, at hon tekur skuldsetingina í álvara,
men at hon ikki er prógvað.
Sera lágur miðalprísur
Føroya Reiðarafelag
staðfestir, at gongdin
hjá línuflotanum
hevur verið munandi
betri higartil í ár enn
somu tíð í fjør
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á síni heimasíðu vísir
Føroya Reiðarafelag á, at
árið 2009 var merkt av stór
um trupulleikum við óvan
liga vánaligum fiskiskapi
og sera vánaligum fiska
prísum.
Í fjør høvdu feløgini, sum
reka línuskipini, eisini ein
annan stóran trupulleika,
sum var at fáa skipini
mannaði.
Men við veksandi inn
tøku umborð og veksandi
arbeiðsloysi á landi er tað nú
lættari at manna skipini.
Heimasíðan veit at siga,
at teir, sum reka línuskipini,
síggja ljósari uppá fram
tíðina.
Tað er soleiðis í fiski
vinnuni, at bara ein góður
túrur kann geva monnum
mótið aftur, og nú sær veru
liga út til, at fiskiskapurin
er betri, og prísirnir eru á
veg uppaftur.
17 kanska talið
Føroya Reiðarafelag vísir á,
at tað vóru fleiri skip, sum
ikki hóðraðu undan í 2009.
Hetta ger, at skipini eru
færri í tali nú. Hetta ger
eisini, at betri pláss er at
royna á hjá teimum, sum
eftir eru. Hetta eigur so
aftur at geva meiri til hvørt
skipið.
Felagið sigur, at nú eru
17 línuskip til fiskiskap.
Hetta meta línumenn at
vera eitt hóskandi tal til
skilagóðan rakstur á okkara
grunnum. Tá vit byrjaðu
hesa nýggju øldina, vóru
tað eisini 17 línuskip. Tá
skipini vóru flest í tali vóru
tey 27.
Føroya Reiðarafelag held
ur, at kanska er 17 skip hitt
rætta talið av línuskipum.
Tað lýsir
í hjá línu-
flotanum
Føroya Reiðarafelag reisir nú
spurningin, um ikki 17 línuskip er
rættara talið heldur enn 27, sum
tey vóru, tá skipini vóru flest í tali.
Formaður í felagnum hjá reiðarum
er Viberg Sørensen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hetta er besta fiskitíð, og tí er tað
keðiligt at síggja, at miðalprísurin
á fiskamarknaðinum er so lágur
Mynd: Vilmund Jacobsen