fríggjadagur 5. mars 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 5. mars 2010
2
VIKUSKIFTI
Soleiðis hittust
Sólrun og Løkke
Ignoransa
úr ovastu
skuffu
Redaktørar: Inna Törnroos og Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Eivør Pálsdóttir / Rólant Waag Dam
4 SamRøða: EIn nýggj EIvør
6 TIPS: TaSkur
8 SamRøða: aLExandur krISTIanSEn Skorar á føroySkum
11 90 SEKunD: jEnSIna oLSEn
12 GREInaRøð: kaLda kríggI
14 HEIlSuSíðan: mInka um SukrIð í maTInum
16 TIl aRbEIðIS: jóhanna hEnrIkSEn
17 umafTuRafTuRum: høgnI djurhuuS
18 SPyRST So lIvST: rIgmor Svarar
19 mín bESTa uPPSKRIfT: ræSTur fISkur í faTI
23 Tað HEnDuR: konSErTIr, bøkur, SEndIngar oSfr
24 vIKumynDIn: bESTa myndIn í vIkunI
Og píkarill sum eg haldi, at kappingarneytar
okkara viðhvørt eru primitivir!
Seinasta leygardag høvdu vit í Miðla
húsinum forkunnuga vitjan. Forsætisráðharri
Danmarkar og konan vóru komin til Føroya
at vitja Rás2. Ella rættari umvent, tað var
føroyska kona forsætisráðharrans, Sólrun,
sum var komin at vitja okkum, og við sær
hevði hon mannin. Líkamikið. Tey vóru her.
Tað er ikki hvønndagskostur, at ein for
sætisráðharri vitjar í Føroyum. Og hetta er
fyrstu ferð, at ein forsætisráðharri er komin
til Føroyar at vitja ein fjølmiðil. Vit fingu
sum væntað fult hús á Hvonn, tá sendingin
»Hvonn Live« var í luftini. Men tað sum
undraði okkum var, at eingin av okkara
kappingarneytum vitjaði – og tíðans heldur
umrøddi vitjanina hjá Sólrun og Lars Løkke
Rasmussen.
Tað haldi eg vera ótrúliga løgið. Her
vóru øll tíðindakriterii sett til viks, tí »nei,
hundanstíð: Rás2 og Sosialurin skulu yvir
høvur onga umtalu hava, tí tey gera seg upp
og bjóða forsætirsráðharranum til Føroyar«.
Ikki tí, vit høvdu tað so deiliga friðarligt
við at hava forsætisráðharran og konuna
fyri okkum sjálvi – og vit sluppu einsamøll
at seta dagsskránna. Lars Løkke Rasmussen
varð spurdur á føroyskum, hann skilir væl
føroyskt, hóast hann ikki tosar tað eins væl
– í øllum førum alment. Men hann skrivaði
eina heilsan í gestabókina á føroyskum.
Hugsaði um hetta týsdagin, tá allir miðlar
í Danmark referaðu til eina hólmgongu
millum Lars Løkke Rasmussen og Helle
Thorning Smidt, sum Politiken skipaði fyri.
Jú, danskir miðlar ganga í størri skóm enn
okkara heimligu.
So nógv høvdu Dia og Sigmar heldur ikki
um oyrini í útvarpinum um viku skiftið, at
teir ikki kundu fingið orðið á forsætis ráð
harran ella lisið um tað á portalinum – ella
man hetta verða »vi alene vide«linjan hjá
nýggju tíðindaleiðsluni í Kringvarpinum?
Tað undrar okkum, at allir okkara
kappingarneytar eru so eiðasørir, at tey ikki
so frægt sum umrøddu vitjanina og tiltakið
hjá Rás2.
Tað er ignoransa av ovastu skuffu.
INNIHALD
Tað var ikki bara sum at siga tað, tá Sólrun
skuldi siga Løkke frá, at hon var við barn
Løkke og SóLRUn
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Farna vikuskiftið vitjaðu danski for
sætisráðharrin og føroyska kona hans
ara í Føroyum. Tey vóru við í send ingini
Hvonn Live hjá Rás2, og har greiddu
tey millum annað frá, hvussu tey hitt
ust av fyrstan tíð.
Sólrun var farin til Danmarkar at lesa,
og fyrstu ferð tey hittust var á einum
lestr arbústaði í Keypmannahavn.
– Sólrun búði við síðuna av einum,
sum eitur Kaj, og hann kendi eg frá
politiska arbeiðnum. Eitt kvøldið var
eg á kolleginum, og tá hitti eg Sólrun
fyrstu ferð. So gekk eitt sindur av tíð.
Eg bank aði av og á upp á hurðina
hjá henni, og at enda lat honum upp,
greiddi Løkke skemtandi frá.
– Og tá eg fyrst var farin inn, kom
eg ikki útaftur, legði hann afturat.
Lars Løkke Rasmussen var ta tíðina
formaður í ungdómsfelagnum hjá
Vinstra flokkinum, og hann ferðaðist
nógv kring Danmark. Og tá hann kom
aft ur til Keypmannahavnar gekk leiðin
oft ast at vitja Sólrun heldur enn at fara
heim.
Telefon úr Norðurkorea
Í 1989 fór Lars Løkke Rasmussen til
Norður korea á eina altjóða ungdóms
ráðstevnu, og beint áðrenn fráferð segði
Sólrun við hann, at hon helt seg verða
við barn.
Løkke fleyg til Norðurkorea, og
Sólrun fór heim til Føroya, har hon
ætl aði at fáa staðfest, um hon var upp
á vegin.
– Vit avtalaðu, at eg skuldi ringja
nakrar dagar seinni fyri at vita, hvussu
støð an var. Men tað var ikki bara sum at
siga tað, at fáa samband til Føroya. Tað
kann væl verða, at nógv kenna Føroyar,
men í Norðurkorea hevði eingin hoyrt
um Føroyar áður, sigur Løkke.
– Men at enda eydnaðist tað mær
at fáa samband við Føroyar á einum
miðla sentri, men tað var ein samtala,
sum bara kundi varða ein minutt. So
Sólrun fekk júst sagt, at hon var við
barn, og so breyt tað av. Men nakrar
dag ar seinni fóru vit heimaftur, og so
fleyg eg beinleiðis til Føroya.
Síðani hava Sólrun og Løkke fingið
trý børn – Bergur, Lisa og Símun.
Ein sAmtALA millum norðurkorEa og Føroyar
FEkk hEilt sErligan týDNINg Fyri tEy
myND: jens kristian vang
klumman
Eirikur
Lindenskov