Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 45 · 5. mars 2010 4 VIKUSKIFTI Tað byrjaði við CliCkhaze og einum Prix Føroyar sigri. síðani hevur Eivør Pálsdóttir verið á eini drúgvari og hendingaríkari Ferð í listahEiminum, sum hevur FevnT um alT Frá konsErtum við Føroya synFoniorkesTri og dr Big Band Til samsTarv við nEPhEw, niColinu av kamarinum og Fríðbjørg jensen. á næsTu úTgávuni gongur eivør nýggjar lEiðir, men viTjar eisini aFTur har, alT Byrjaði Fyri Tíggju árum síðani SAMRØÐA rólant waag dam rolant@sosialurin.fo Rock. Skitið. Vandamikið. Tað eru orð ini, Eivør Pálsdóttir brúkar, tá hon skal lýsa næstu fløgu sína. – Hetta er ein heilt onnur genra. Eg vildi flyta meg frá folk-pallinum og tað havi eg eisini gjørt við hesari útgávuni, sum er meira pop, rock og indiekend, sigur Eivør Pálsdóttir. Songkvinnan úr Gøtu er í dag 26 ára gomul. Fyri 13 árum síðani, tá Eivør var 13 ára gomul, vann hon ársins songrødd í Føroyum. Sum 15 ára gomul byrjaði hon at syngja í bólkinum Clickhaze og tvey ár seinni vann hon Prix Føroyar-kappingina við hesum sama bólki, sum síðani hevur fingið kultstatus í føroysku tónleikasøguni. – Eg havi verið á eini langari ferð. Um eg skal hyggja aftur, so føli eg, at eg havi gjørt tey tingini, sum eg skuldi gera og skrivað teir sangirnar, sum vildu verða skrivaðir. Við nýggju útgávuni gangi eg nýggjar leiðir, samstundis sum eg onkursvegna merki, at eg eisini eri komin aftur til røturnar. Júst henda saman renningin kennist sera røtt júst nú, sigur Eivør Pálsdóttir. Ikki Clickhazse og tó Hóast songkvinnan ikki hevur gloymt sín uppruna, verður tað kortini ikki Click haze í nýggjum hami, hon borð- reiðir við á næstu fløguni. Men tá tað er sagt, so er kortini greitt, at tað eru fleiri av somu fólkunum, ið vóru við at mynda Clickhaze í síni tíð, sum so ella so taka lut í hesi verkætlanini hjá Eivør. Ein verkætlan, sum fevnir um eina EP, ið kemur á marknaðin í næstu viku, og eina fløgu, sum verður givin út í mai. Jens L. Thomsen stendur fyri fram leiðsluni, Høgni Lisberg spælir trumm ur og Mikael Blak spælir bass. Harumframt hevur Petur Pólson skrivað tveir tekstir til fløguna, umframt at ein gamal Clickhaze sangur eisini er sloppin upp í part á EP’ini. Talan er um sangin Wall of Silence, sum bólkurin ongantíð innspældi í síni tíð. Eivør leggur dent á, at nýggi stíl- urin liggur rímiliga langt vekk frá tí, Clickhaze er kent fyri. – Vit venda ikki aftur í orðsins rætta týdningi, tí eg meti hesa útgávuna at vera eitt stórt fet frameftir, greiðir Eivør frá. Men mín tónleikaferð byrjaði við teimum og tað, eg geri nú, er nakað, eg eri komin fram til gjøgnum alt tað, eg havi roynt og gjørt higartil, sigur Eivør. Umframt áðurnevndu tónleikarar, spælir Benjamin Petersen gittar á fløg uni. Tað merkir, at tónleikararnir á fløguni kenna hvønn annan sera væl. – Hetta eru øll fólk, ið kenna meg út og inn og vit eru meiri ella minni uppvaksin saman reint tónlistarliga. Hetta hevur við sær, at vit kunnu venda og snara tingum, uttan at nakar okkara fær ilt av tí. Samstundis hevur tað eisini latið upp fyri møguleikanum at kava longur niður í tingini, sigur Eivør um tilgongdina, sum hon lýsir sum sera gevandi og læruríka. Mpiri og strúkarar Úrslitið av hesum arbeiði verður at Eivør skrivar nýtt kapittul