mánadagur 8. mars 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 46 - 8. mars 2010
– Stemingurin eftir kappingina
fríggja kvøldið var sum til eina
jarðarferð, sigur Anna Nygaard.
Hon stúrir fyri at enda í vanda
fríggja kvøldið
X Factor
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tárini trillaðu. Eingin dugdi at verða
glaður fyri at koma víðari í kappingini.
Og sjálvt dómararnir klemmaðu hvønn
annan.
X Factor kappingin í Danmark, har
føroyska Anna Nygaard er við, er blivin
ein gróthørð kapp ing, har kenslurnar
fara við teimum flestu. Hvørja viku
verður ein luttakari sendur úr kapping
ini, men tað er ikki uttan grát og
tannagrísl.
– Vit arbeiða so tætt saman øll og
hava eitt so gott forhold, at tað er
ræðuligt, tá ið onkur skal koyrast úr
kappingini, sigur Anna Nygaard.
– Fyri meg persónliga var fríggja
kvøldið tann størsta marran. Tine er
bliv in mín nýggja lítla systur, og Daniel
er mín besti vinur í kappingini. Tá tey
sungu umaftur fríggjakvøldið, tútbrøl
aði eg.
Jarðarferð
X Factor er gott sjónvarpsundirhald,
men fyri tey, sum standa mitt í støðuni,
er tað ikki so so undir haldandi.
–
Stemingurin
eftir
kappingina
fríggja kvøldið var sum til eina jarð ar
ferð. Tað er syrgiligt, at sang arar skulu
koyrast úr kappingini, og bæði luttakarar
og dómar ar grótu og klemmaðu hvønn
annan, sigur Anna Nygaard.
– Vit eru so fá eftir í kappingini, at nú
kunnu vit øll enda í vandabólkinum.
Tað kann líka so væl verða eg, sum rúki
næstu ferð, men eg havi gott mót til
næsta umfar.
Vil í finaluna
Fimm luttakarar eru eftir í X Factor
kapp ingini, og trý av teimum sleppa í
stóru final una, sum verður í Parkini
síðst í mars.
– Mítt stóra mál er at koma í finaluna,
men eg veit, at kappingini er sera hørð
um finaluplássini, sigur Anna.
±Og hon viðurkennir, at hon kennir
seg ikki trygga um, at hon kann røkka
final uni.
– Eg eri nervøs. Eg vil so gjarna í
final una, og tað virkar eisini, sum at
fólk vænta av mær, at eg skal koma so
langt. Men allir sangararnir eru so
góðir, so einki er vist, sigur Anna
Nygaard.
Karl Martin Samuelsen:
Hon
kemur í
finaluna
Kemur Anna í X
Factor finaluna?
Ja, hon kemur í finaluna, og
hon fer at kappast við Thomas
um at vinna.
Hvussu hevur hon klárað seg
higartil?
Hon hevur klárað seg sera væl
og hevur góða rødd. Við tí
góða sangteknikkinum hevur
hon víst eins og Linda gjørdi
at føroyingar eru ikki bara
hvørjir sum helst, tá tað kemur
til sang og aðra list.
Malan
Eyðunsdóttir:
Anna
er besti
sangarin
Kemur Anna í X Factor
finaluna?
Hon hevur ein góðan møgu
leika at koma í finaluna, men
kappingin er hørð.
Hvussu hevur hon klárað seg
higartil?
Hon hevur klárað seg ótrú liga
væl. Hon er tann besti sangarin
reint sangtekniskt, men kanska
hevur trupul leikin verið, at tey
ikki ordi liga hava funnið út av,
hvør stílurin hjá henni skal
verða.
Finnur Jensen:
Eg havi
broytt
hugsan
Kemur Anna í X
Factor finaluna?
Ja. Hon er millum trý tey
bestu. Kanska ikki tann besta,
men
føroysku
atkvøð urnar
skulu ikki undir metast.
Hvussu hevur hon klárað seg
higartil?
Má viðganga, at eg í byrjanini
ivaðist í, um hon megnaði at
variera sín sangstíl til annað
enn Aretha Franklinsjangruna.
Men seinastu ferðirnar hevur
hon fingið meg á aðrar tankar.
Eg kann rúka næstu ferð
FAKTA
Fimm sangarar eru nú eftir í
donsku X Factor kappingini.
Teir eru:
Anna
Jesper
Tine
Thomas
The Fireflies
Næstu tvær vikurnar skulu
tveir luttakarar afturat
sendast úr kappingini.
Finalan við trimum finalist um
verður í Parkini í Keyp
mannahavn leygarkvøldið 27.
mars.
– Eg eri nervøs. Eg vil so gjarna
í finaluna, og tað virkar eisini,
sum at fólk vænta av mær, at
eg skal koma so langt. Men allir
sangararnir eru so góðir, so einki
er vist, sigur Anna Nygaard
Mynd: DR
Hartar Norðurlond
Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, heldur, at
hini Norðurlondini hava svikið Ísland og hava roynt at
trýsta landið til at góðtaka eina vánaliga gjaldsavtalu
við Bretland og Niðurlond um Icesaveskuldina. Tað
segði forsetin við norska blaðið Aftenposten um
vikuskiftið. Forsetin vísir á, at Norðurlond hava sýtt
fyri at rinda Íslandi eitt játtað lán, fyrr enn íslendingar
hava skrivað undir eina nýggja avtalu um Icesave
skuldina. Norski uttanríkisráðharrin, Jonas Gahr Støre,
sigur við Aftenposten, at tað er ikki rætt, sum íslendski
forsetin sigur.
Óhepnar íløgur
Eitt yvirlit yvir íløgurnar hjá tí almenna norska oljugrunninum
hevur elvt til kjak í Noregi. Yvirlitið vísir millum annað, at
grunnurin hevur gjørt íløgur í virksemið, sum er við til at
tryggja tilveruna hjá hernaðarstýrinum í Burma, eins og
pengar hjá grunninum eru medvirkandi til, at Marokko
framhaldandi kann herseta VesturSahara. Tað hevur eisini
vakt ans, at oljugrunnurin setir pengar í virksemið, sum fer
illa við umhvørvinum. Atfinningarnar hava fingið einstakar
politikarar at krevja betri eftirlit við oljugrunninum, og hvussu
grunnurin brúkar sínar pengar til íløgur.