Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mars 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 46 - 8. mars 2010 Old, nevndu møguleikan fyri fastlønaravtalu. - Í sínari røðu á aðalfund- inum segði formaðurin í Føroya Skipara-og Naviga- tørfelag, Eyðstein Djurhuus, at tíðin helst er komin til eina munandi nútímansgerð av setanar-og lønarviður- skiftunum innan fiskiskipa- sáttmálarnar. Formaðurin í Maskinmeist- arafelagnum segði í síni røðu á aðalfundinum leygardagin, at felagið tekur undir við hesum tankum. - Ein máti at byrja uppá hetta kundi verið at samráðst við hvønn skipabólk sær, legði Páll Hansen aftrat. MF við uppskoti Páll Hansen segði, at longu í 2008 gav Maskinmeistara- felagið Reiðarafelagnum eitt uppskot um fastlønar- sáttmála. - Okkara hugsan var at gera eina fastlønarskipan “omaná” verandi sáttmála. Hann segði, at í høvuðs- heitinum er talan í teirra uppskoti um eina tryggjaða minstuhýru við eftirlønar- skipan, eina sonevnda 1:1- skipan og helst tryggari set- anarviðurskifti við eitt nú longri uppsagnartíð við fullari løn. - Hetta kundi eisini verið viðvirkandi til, at minsti- forvinningurin partvís bleiv burtur, legði formaðurin í Maskinmeistarafelagnum aftrat. Í síni røðu leygardagin segði Páll Hansen, at hann kundi hugsað sær, at Reið- arafelagið var meiri aktivt. - Men tað sær út til, at teir trívast best, tá einki hendir, og tá gjøgnumskygni og opinleikin eru so lítil sum gjørligt, legði hann aftrat. viðgera inntøkutrygdina og til at gera eitt tilmæli til landsstýrismannin í fiski- vinnumálum, Jacob Vester- gaard. Tey, sum hava umboð í hesum bólki, eru manning- arfeløgini, Meginfelag Útróðrarmanna, Føroya Reiðarafelag og Ráfiskaselj- arafelagið. Alfred Petersen, advokatur, varð valdur til formann, og Thomas Magn- ussen til skrivara hjá arbeiðs- bólkinum. Í síni formansfrágreiðing veit formaðurin í Maskin- meistarafelagnum at siga, at bólkurin hevur kannað hagtøl og skipanir í Noreg, Danmark og Íslandi. - Í Noreg er ein skipan, sum verður fíggjað við avgjaldi av landingum. Í Danmark er sáttmáli millum Danmarks Fiskeriforening og Faglig Fælles Forbund um eina minstu hýru. Íslend- ingar hava eisini eina skipan, segði hann. Páll Hansen helt, at líka- mikið, hvat gjørt verður við inntøkutrygdina, verður neyðugt at hava eina ella aðra skipan við minstafor- vinningi. - Hetta mál hevur ivaleyst størsta áhugan hjá Føroya Fiskimannafelag og Megin- felag Útróðrarmanna. Samanumtikið helt for- maðurin í Maskinmeistara- felagnum, at tá ein lóg er vorðin so gomul, sum lógin um inntøkutrygd er, tolir hon helst at verða endur- skoðað. verða endurskoðað Maskinmeistarafelagið er felag fyri maskinmeistarar og maskinistar. Limatalið er í løtuni umleið 600. Felagið hevur sáttmálar við reiðarafeløg, arbeiðsgevarafeløg og almennar arbeiðsgevarar, bæði innan sjóvinnu og á landi. Felagið samstarvar harafturat við onnur fakfeløg og við stovnar, fyritøkur og myndugleikar, har maskinmeistarar hava síni áhugamál. FAKTA Nakrar bygdir eru nú vorðnar so fólkatómar, at hetta er farið at ganga út yvir kirkjugongdina. Dømir eru soleiðis um bygdir, har eingin regluligur lestur longur er sunnudagar SmápláSS Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í Elduvíkar kirkju hevur verið reglulig kirkjugongd hvønn sunnudag í mong ár, men í ár hevur tað verið undantakið, at kirkju- gongd hevur verið. Malvinus Reyná las í nógv ár lestur í Elduvíkar kirkju, men seinastu árini hevur tað serliga verið Jóhanna Paula Samuelsen, lærari, sum hevur lisið. Hon er nú flutt út á Glyvrar at búgva, og tískil hevur kirkjugongd bert verið fáar sunnudagar í Elduvíkar kirkju í hesum árinum. Poul Jóhannes Reyná, kirkjuverji í Elduvík, ásannar, at tað eru ikki bara trupulleikar við at fáa fólk at lesa lestur, tí neyðugt er eisini at hava fólk at leika á urguna. - Vit hava hugsað um ymiskar møguleikar, kanska í samstarvi við Funningsfjørð, har tey hava bønhús, men enn er eingin endalig loysn fing- in, sigur hann. Jóhanna Paula Samuel- sen sigur, at ein vanligan sunnudag vóru eini 8-10 fólk í kirkju í Elduvík, onkuntíð fleiri og onkuntíð færri. - Tað vóru eisini sunnu- dagar, har bert eini 3-4 fólk vóru í kirkju, sigur fyrrverandi deknurin í Elduvíkar kirkju. Alt broytist Jógvan Fríðriksson, bisp- ur, ásannar, at alt broytist, og soleiðis eisini við fólka- grundarlagnum í smáu bygdunum. Bispur vísir á, at tað eru umleið 60 kirkjur og nøk- ur bønhús í Føroyum, og soleiðis sum gongdin hev- ur verið í fleiri ár, er talan um nakrar kirkjur, eitt nú í Saksun og Kirkjubø, har lestur ikki verður lisin hvønn sunnudag. - Eg veit um, at kirkju- gongd hevur verið á smá- plássum, har bert eini tvey fólk vóru í kirkju, sigur bispur. Kirkjugongd bara av og á Síðan deknurin seinastu árini er fluttur av bygdini, hevur eingin reglulig kirkjugongd verið í Elduvíkar kirkju Omanlop í Vágum Ein stórur steinur, sum vigar um eitt tons, lá í morgun á vegkantinum á landsvegnum tætt omanfyri Fútaklett, skrivar Vágaportalurin. Steinurin er tíbetur steðgaður á sjálvum vegkantinum, um hann var komin inn á vegin, kundi hann havt gjørt stóran skaða. Landverk hevur í seinastuni lýst við, at slíkar hendingar kunnu koma fyri, nú blot er komið í. Strømegg bíðar Tað tekur rættiliga langa tíð at sleppa framat at landa í Skagen. Strømegg kom annars til Hirtshals av túri undan vikuskiftinum og liggur nú í Skagen, har teir bíða eftir, at sleppa framat at landa. Strømegg hevur hendan túrin roynt eftir havgølti, skrivar Sandoyarportalurin. Beinur fór í vikuskiftinum nýggjan túr, men óvist er um Isafold fer aftur at fiska havgølt, ella farið verður at fiska Norðsjóvarsild.