mánadagur 8. mars 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 46 - 8. mars 2010
tíðindi
- Eingin onnur loysn
enn ein tunnil er nóg
góð hjá fólkinum í
Tjørnuvík, slær Elsa
Andreasen fast. Hon
er bygdaráðslimur
í Sunda kommunu
og sær bert eina ein-
staka loysn á vegasam-
bandinum millum
heimbygd hennara
Haldórsvík og Tjørnu-
vík
Ferðasamband
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Tjørnuvík: - Nei, tað er
ikki hvønn dag at eg hætti
mær norður til Tjørnuvíkar,
slær Elsa Andreasen fast.
Hon er ein teirra, ið er upp-
tikin av at tryggja bygdar-
fólkinum fyri norðan tryggar
umstøður at koyra eftir.
Fyri hana er eingin onnur
loysn at gera enn ein tunnil.
Hetta hevur hon ikki frá
ongum, tí tað hevur í fleiri
umførum verið tosað um at
gera ein tunnil.
Tvær loysnir hava verið
frammi: Ein 2950 metrar
langur tunnil millum Víka-
nes og Tjørnuvík, og ein
2150 metrar langur tunnil
millum Marmanskallará og
Tjørnuvík.
Enn er einki ítøkiligt hent
og eingin avgerð er heldur
tikin, og enn eru mong sum
hava ampa av at koyra til
Tjørnuvíkar. So seint sum
fríggjadagin í farnu viku
datt ein stórur steinur oman
á henda vegin.
- Eg fari so sjálv ikki
norður til Tjørnuvíkar, tá
regnar ella tað toyar, sum
tað ger í dag (mikudagin í
farnu viku, blaðm.), sigur
Elsa Andreasen.
Hetta er avgjørt eitt mál,
sum tey í bygdaráðnum í
Sunda kommunu kundu
tikið upp við landsins mynd-
ugleikar.
Hegnið eitt skendsil
Málið um Tjørnuvíkarvegin
hevur verið frammi við jøvn-
um millumbilum. Rættiliga
trupult er at breiðka vegin,
og tí er ikki nógv annað at
gera enn eitt berghol.
Bæði uppskot og fyri-
spurningar um hetta sama
hava verið á løgtingi, men
enn er einki ítøkiligt hent
til bata fyri vegasambandið
hjá bygdarfólkinum.
Alt hetta málið hevur
sjálvandi stóran áhuga hjá
bygdarfólkið, uttan tó at
hetta hevur verið málinum
at bata higartil.
Elsa Andreasen sigur seg
hava skilt, at ymiskar roynd-
ir eru gjørdar í lendinum til
tess at kanna, hvar ein
tunnil best kann borast.
Meðan bíðað verður eftir
tunlinum, er hegn sett upp í
Tjørnuvík til tess at forða
fyri at grót og klettar rapa
oman á vegin.
- Fólkið í bygdini fekk at
vita, at hetta skuldi vera ein
fyribilsloysn. Men nú er
meiri sannlíkt, at hetta verð-
ur ein varandi loysn.
- Og tá satt skal vera sagt,
so er hetta hegnið einki
minni enn eitt skendsil fyri
bygdina, slær Elsa fast.
Fleiri fólk halda eisini, at
hegnið stendur í heilt skeiv-
um staði. Royndirnar vísa,
at tað nógva grótið kemur
oman longur uppi, og sum
nú er, fer grótið onkustaðni
undir hegnið, tí ein á liggur
beint har.
- Ja, tí er tað ikki uttan
orsøk at fólk siga, at tað
grótið sum ætlar sær oman-
um, tað sleppur oman, slær
Elsa fast.
Ótrygt og forferdiligt
Eins og so mong onnur, veit
Elsa at vegurin er ikki nóg
tryggur.
Sum longu nevnt fer hon
ikki norður hagar, tá vandi
er fyri at grót kann rapa
oman. Og tað ger hon ikki
uttan orsøk: Sum víst á aðra-
staðni á síðuni, hevur hon
sjálv upplivað, hvat tað vil
siga at standa mitt í einum
omanlopi á miðjari nátt.
- Ja, fyri meg er eingin
ivi um, at tað er forferdiligt
at koyra eftir hesum vega-
strekkinum, tí tað er so
ótrygt, slær hon fast.
Tað er nærum ikki dagur,
at tað ikki rapar grót oman.
Men tað er ikki altíð at teir
hjá landsverki fáa tað at
vita.
Tá grót liggur á vegnum
eru fólk í Tjørnuvík, sum
koma koyrandi framvið,
skjót at rudda tað burtur. Tí
er ikki altíð at alt grótið
verður skrásett, um ein
kann siga tað so.
- Tað vísir seg mangan, at
tá teir koma norður, tá er tað
nógva grótið longu burtur.
Mugu avstað
Hóast teir hjá landsverki
ikki síggja grótið á vegnum,
so eru kortini onnur tekin
sum vísa greitt, hvussu
støðan veruliga er:
Smágrót liggur á vegnum;
tað er evja á vegnum; tað
eru hol í vegnum; buglur
síggjast í bilverjuni; og so
er vegurin haraftrat sera
smalur.
Tað kemur eisini meiri
enn so fyri, at smágrót kem-
ur á bilar. Og um fólk fara á
súkklu millum bygdirnar er
ikki óvanligt, at hesi síggja
steinar koma oman á vegin.
- Skal eg vera heilt erlig,
so hevði eg sjálv ikki viljað
búð í Tjørnuvík um veturin.
Um summarið er tað ein
heilt onnur søga.
- Trupulleikin er bert
hann, at vit í Vík og onnur
kunnu velja um vit fara til
Tjørnuvíkar ella ikki. Men
tað kunnu tey ikki. Tey
mugu og kunnu bert koyra
eftir hesum smala og ótíðar-
hóskandi vegnum dag og
dagliga,
staðfestir
Elsa
Andreasen.
Grótið rapar meðan tey
bíða eftir tunlinum
Mitt í einum omanlopi
Elsa Andreasen hevur sjálv upplivað, hvussu vandamikið
tað er at koyra millum heimbygd sína Haldórsvík og
Tjørnuvík.
Hesa náttina regnaði sera illa, og Elsa var sum bil-
førari á veg norður til Tjørnuvíkar við fólki.
- Tá vit so skuldu fara oman av Enninum, rendu vit okk-
um í ein dunga av stórum steinum og nógvari móru. Alt
var evja rundan um okkum á vegnum, greiðir Elsa frá.
Her var ikki hugsingur um at koyra víðari norðureftir.
Tjørnuvíkingarnir í bilinum ætlaðu at ringja eftir bili og
so bara ganga oman ímóti bygdini.
Tá hesin bilurin kom niðan ímóti teimum, slapp hann
ikki longur enn eitt vist, tí tá lá ein stórur klettur mitt á
vegnum og forðaði allari ferðslu.
- Ja, tú kanst ætla, at tað er einki minni enn forferdiligt
at koma í slíkt, sigur Elsa.
Hóast einki mansskaði hendi, minnist hon framvegis
hendingina við stúran.
”
Trupulleikin er bert hann, at vit í Vík
og onnur kunnu velja um vit fara til
Tjørnuvíkar ella ikki. Men tað kunnu tey
ikki. Tey mugu og kunnu bert koyra eftir
hesum smala og ótíðarhóskandi vegnum
dag og dagliga
”
Alt var evja
rundan um
okkum á vegnum
”
Fyri meg er eingin
ivi um, at tað
er forferdiligt at
koyra eftir hesum
vegastrekkinum, tí
tað er so ótrygt
- Vegurin til Tjørnuvíkar er bæði smalur og ótíðarhóskandi, sigur Elsa Andreasen úr Haldórsvík