Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mars 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 47 - 9. mars 2010 - Í seinasta lagi í sam- bandi við fíggjarlógina fyri 2011 mugu fíggjarpolitisk inntriv fremjast í Føroyum. Tamarhald má fáast á almenna hallinum og vaksandi skuldini, sigur Búskaparráðið í frágreiðing BÚSKAPUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í gjár legði Búskaparráðið fram ársins fyrstu frá­ greiðing. Ráðið sigur, at búskaparlig inntriv mugu gerast nú, at at inntrivini skulu bøta um javnvágina millum inntøkur og út­ reiðslur og tryggja búskap­ arvøkstur, sum frá líður. Búskaparráðið hevur eina røð av uppskotum til fíggjarpolitisk inntriv í nýggjastu frágreiðing síni Búskaparráðið hevur í dag almannakunngjørt búskap­ arfrágreiðing sína. ­ Bindandi inntriv, ið røkka nøkur ár fram, eru bráðneyð­ ug. Tað er nú, at inntrivini skulu leggjast til rættis, so tey kunnu setast í verk 1. januar í 2011. Umráðandi er, at fáa tamarhald á stóra hallinum og skuldini. Uttan inntriv nú, verður tungt at koma aftur á beint seinni, sigur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum. Hann sigur, at Rásarúm er í búskapinum, so inntriv kunnu gerast, samstundis sum grundleggjandi vælferð­ artænastur verða varðveittar og sloppið verður undan at hækka inntøkuskattin. Høvuðstættir í nýggju búskaparfrágreiðingini: • Almenna hallið og vaks­ andi skuldin eru størstu búskaparligu avbjóðingar í dag • Neyðugt er við inntrivum á fíggjarlógini fyri 2011, ið gera munandi ábøtur á javn­ vágina millum inntøkur og útreiðslur Neyðugu inntrivini eiga at hava hesi endamál: ­ Fáa tamarhald á hallinum og vaksandi almennu skuldini ­ Tryggja búskaparvøkstur ­ Fáa fleiri skattakeldur ­ Varðveita grundleggjandi vælferðartænastur ­ Sleppa undan at hækka lønarskatt • Verandi rásarúm í bú­ skapinum kann framhald­ andi stimbra innlendis eftir­ spurningin og varðveita grundleggjandi vælferðar­ tænastur • Tekin eru um búskapar­ vøkstur, tí nýtsla og inntøk­ ur í fiskivinnuni helst vaksa komandi árini Búskaparráðið hevur m.a. hesi uppskot til fíggjarpolitikkin fyri 2011: • Útreiðslukarmurin í mesta lagi vaksa 2% um árið komandi fýra árini • Tilfeingisgjald leggjast á tilfeingisvinnurnar • Sjómannafrádráttur og inntøkutrygd takast av • Hækka pensjónsaldurin • Undantøk frá oljuavgjaldi strikast • Ognarskattur setast í verk • Vegskattur leggjast um Búskaparráðið: Inntriv neyðug nú Klaverleikarin Alexandre Pirojenki kann gera tað hann vil við einum klaveri. Hann nýtir ikki nótar, tí er hann frælsur í sínum spæli - hevur egnan stíl, spælir kensluborið, stórlsligið og leikandi lætt, hvørt um annað UMMÆLI Dávur Winther 80 fólk høvdu leitað sær í Mentanarhúsið í Fuglafirði seinnapartin sunnudagin. Konsertin mundi ongan enda tikið, tí Alexandre bleiv klappaður upp aftur heilar tríggjar ferðir. Hann spældi serliga verk eftir Chopin og Rachmaninoff. Alexandre hevur spælt víða um allan heimin og hevur vunnið hópin av kapp­ ingum. Hann hevur arbeitt við víðagitnum orkestrum og hevur nógvar upptøkur í skjáttuni. Alt frá Haydn til Lizst, Rachmaninoff til Grieg og mikið annað. Alexandre Pirojenko er 30 ára gamal og undirvísir á musikkonservatrionum í St. Pætursborg. Spurdur um hann kendi nakað til Før­ oyar, áðrenn hann skuldi higar, segði hann nei! Men foreldrini vistu ymiskt at siga honum um Føroyar, tá ið hann fortaldi teimum, at hann skuldi til henda vegin. Eftir konsertina flokkað­ ust fólk um Alexandre Piro­ jenko at takka honum fyri konsertina – eisini nakrir næmingar frá Musikk­ skúlanum, sum høvdu havt høvi at fingið undirvísing frá honum, takkaðu honum hjartaliga. Tað var sjónligt, at teir høvdu stjørnur í eygunum at sleppa at vera í stovu saman við eini slíkari heimsstjørnu, sum tó var so lítilátin, dugnalig og fitt. Jú, sanniliga var Alex­ andre Pirojenko fittur í hondunum, sum ein fugl­ firðingur tók til! Til ber at lesa meira um Alaxandre á: http://www. p r iva t e . p e t e r l i n k . r u / pirozhenko/index.html Klappaðu Alexandre Pirojenko uppaftur tríggjar ferðir Umhugsaði at fara frá Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, avdúkar nú, at hann umhugsaði at leggja frá sær, tá Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, sýtti fyri at staðfesta Icesave­ lógina, sum Altingið samtykti tann 30. desember. Haraftur­ ímóti fær úrslitið av fólkaatkvøðuni um somu lóg ikki fíggjarmálaráðharran at hugsa um sítt ráðharrastarv. Hann segði í einari útvarpssending, at fólkið hevur sagt sína greiðu hugsan, og at stjórnin fer at taka tey til eftirtektar. Úrslitið vísti, at fólkið er ónøgt við støðuna og vil hava málið loyst, segði Steingrímur J. Sigfússon. Drúgvt stríð Amerikanski verjumálaráðharrin, Robert Gates, er í hesum døgum í Afghanistan, har hann millum annað hevur hitt Hamid Karzai, forseta og ta ovastu leiðsluna fyri NATO­ hermonnunum har. Á einum tíðindafundi í Kabul segði Robert Gates, at tað hernaðarliga átakið, sum er har suðuri í landinum nú, er bara eitt av fleiri átøkum í einum drúgvum stríði, sum hevur til endamáls at verja tað afghanska fólkið. Hann segði, at 6.000 av teimum 34.000 hermonnunum, sum USA hevur lovað at senda til Afghanistan afturat, eru komnir hagar nú. Hinir koma í vár og í summar, segði hann.