týsdagur 9. mars 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 47 - 9. mars 2010
Løgmaður
tvíheldur um, at
ósemjan ímillum
samgonguflokkarnar
um fíggjarlógina fyri
næsta ár, er ikki størri
enn tær plaga at vera
og tí verður semja
eisini funnin í ár
Fíggjarpolitikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta er ikki øðrvísi enn
tað plagar at vera!
Kaj Leo Johannesen, løg-
maður, dugur ikki at síggja,
at ósemjan ímillum sam-
gonguflokkarnar um fíggjar-
lógina fyri næsta ár, eru verri
enn tær plaga at vera, tá ið
fíggjarlógir skulu gerast.
Og hann ivast onga løtu í,
at samgongan verður klár at
leggja
fíggjarkarmarnar
fyri 2011 fyri Løgtingið
tann 1. apríl, sum er seinasta
evstamark.
Seinastu dagarnar hevur
Jóannes Eidesgaard, lands-
stýrismaður í fíggjarmálum
lagt sítt uppskot fyri sam-
gonguna, har hann bæði
mælir til sparingar og at
avgjøld av ymsum slagi
verða hækkað.
Hinvegin vil Fólkaflokk-
urin ikki hoyra talan um at
hækka avgjøld og í Rás2 í
gjár váttaði Jørgen Niclasen,
formaður Fólkafloksins, at
ósemjan ímillum samgongu-
flokkarnar er djúpari hesu-
ferð, enn tær hava verið og
hann
vildi
ikki
útihýsa
nývali.
Mótbrekkan er
ikki so brøtt
Men alt hetta vil løgmaður
ikki kennast við.
Hann váttar, at Fólka-
flokkurin hevur gjørt sínar
viðmerkingar til uppleggið
hjá landsstýrismanninum í
fíggjarmálum, men talan
var ikki um eitt beinleiðis
uppskot.
Men eins og Fólkaflokk-
urin hevur gjørt sínar við-
merkingar,
hevur
eisini
Sambandsflokkurin
gjørt
sínar viðmerkingar
- Eg ivist ikki í, at tá ið
samgonguflokkarnir
seta
seg saman, fara sjónarmiðini
hjá teimum ymsu flokkun-
um at renna saman.
Hann er serliga styrktur í
hesi trúnni eftir at Búskap-
arráðið legði sína frágreið-
ing fram í gjár.
- Frágráðingin vísir at
glottar eru fyri stavn og at
mótbrekkan er ikki so brøtt,
sum vit hildu fyri einum
hálvum ári síðani, sigur Kaj
Leo Johannesen.
Búskaparráðið mælir til,
at almennu útreiðslurnar
mugu ikki hækka meiri enn
2% um árið tey næstu árini.
- Fyri einum hálvum ári
síðani varð niðurstøðan, at
almennu útreiðslurnar mugu
lækka 2% um árið, so nú
sær munandi ljósari út.
Harafturat skulu politisk
tiltøk setast í verk fyri 100
milliónir um árið hesi næstu
trý árini.
- Samstundis eru tekin
um, at vøkstur er í búskap-
inum og endamálið er fram-
vegis at hava javnvág á
fíggjarlógini um nøkur heilt
fá ár.
Sparingar og
hægri inntøkur
Løgmaður sigur, at javnvág-
in skal fáast í fíggjarlógina
bæði við sparingum, hækk-
andi inntøkum og við bygn-
aðarbroytingum.
Men hann vil ikki greiða
frá smálutunum.
- Tað fara vit tríggir sam-
gonguflokkarnir at finna
semju um næstu tíðina,
sigur hann.
Hann sigur, at sjálvandi
verður tað tórført, men vilj-
in at finna semju er stórur
og flokkarnir eru ábyrgdar-
fullur og kenna avbjóðing-
arnar, so hann ivast ikki í,
at tað tað fer at eyndast.
- Tað eru nøkur helt fá,
grundleggjandi viðurskifti,
sum flokkarnir eru ósamdir
um, men tað finna vit semju
um. Men tað er greitt, at
verður lorað onkra staðni,
skal tað inn aftur eina aðra-
staðni, tí talið á síðstu reglu
skal passa.
Hinvegin leggur hann
dent á, at tað verður ikki
talan um at skerja heilsu-
verk, almannaverk, skúla-
verk og aðrar grundleggjandi
vælferðartænastur.
Mugu fylgja
serfrøðini
Men nú hevur Fólkaflokk-
urin sagt kortanei til summi
tilmæli frá Búskaparráðnum
eitt nú tilmælini um at
hækka avgjøld á vinnulív
og á einstaklingar. Flokkurin
sigur eisini kortanei til at
avtaka sjómannafrádráttin.
- Tað er í lagi, at flokkarnir
í
útgangsstøðinum
siga
kortanei til ymisk tiltøk.
Men vilja vit ikki fylgja ser-
kunnleikanum, mugu vit
eisini gera okkum greitt,
hvat tað er fyri eitt samfelag,
vit vilja hava.
Hann staðfestir eisini, at
Fólkaflokkurin hevur sagt
seg sinnaðan at leggja seg
upp at tilmælinum hjá
Búskaparráðnum.
- Tað fegnist eg um, tí nú
vænti eg eisini, at Fólka-
flokkurin ger tað, tá ið
Búskaparráðið mælir til at
hækka ymisk avgjøld, bæði
hjá vinnulívinum og hjá
meiniga borgaranum.
- Men nú er tað ikki sagt,
at
øll
tilmælini
hjá
Búskaparráðnum verða sett
í verk. Verða onkur tilmælið
strikað, mugu onnur tiltøk
setast í verk, sum geva tað
sama fíggjarliga úrslitið, tí
endaliga úrslitið á fíggjar-
lógini skal vera tað sama,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Vit verða klár
til fyrsta apríl
- Tað er ikki verri í ár enn tað plagar at vera og tí finna vit eisini semju hesuferð, sigur Kaj Leo
Johannesen, løgmaður
Tað er synd, at Magni
Laksáfoss altíð er so
fornermaður, heldur
løgmaður
SamgonguStev
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg fari ikki at útskriva
løgtingsval í ótíð.
Tað staðfestir Kaj Leo
Johannesen, løgmaður.
Seinastu dagarnar eru kom-
ið fram í ljósið, at ósemjan
ímillum samgonguna um
fíggjarpolitikkin er rættiliga
stór.
Serliga sjónskt var tað á
Rás2 í gjár, tá ið Jørgen
Niclasen, formaður Fólka-
floksins, var meiri svart-
skygdari enn hann plagdi.
Hann segði seg vóna eina
semju, men viðgekk, at
hann hevði onki at hava tað
í og hann kundi ikki útihýsa,
at tað verður neyðugt við
vali.
Fyrr í vikuni staðfesti Magni
Laksáfoss í Sosialinum, at tað
er neyðugt við broytingum í
samgonguni, tí hendan sam-
gongan hevur mist trúvirðið
og er ikki før fyri at loysa trup-
ulleikarnar.
- Nýval er ikki ein møgu-
leiki, eg hugsi um.
At útskriva nýval metir
Kaj Leo Johannesen sum at
stinga halan ímillum beinini
og tað er ímóti hansara prin-
sippum.
- Veljarin hevur okkum
ábyrgd og mótvegis veljar-
unum er tað ikki rætt at
stinga halan ímillum bein-
ini, tá ið tað lotar ímóti.
- Vit eiga at gera tað til
okkara meginreglu, at eitt
valskeið varar í fýra ár.
Men kann tað koma upp á
tal at umskipa samgonguna
og fáa onkran flokk uppí,
sum er meiri sinnaður enn
Fólkaflokkurin at áseta til-
feingisgjald,
avtaka
sjó-
mannafrádrátt og vil hækka
avgjøld á vinnu og einstak-
lingar?
- Tað havi eg onga við-
merking til, men tað er
greitt, at vit mugu øll lyfta í
felag,
sigur
Kaj
Leo
Johannesen.
Synd fyri Magna
Hann er heldur ikki samdur
í, at samgongan hevur mist
trúvirðið.
- Seinasta veljarkanningin
vísti júst tað øvugta, tí vit
hava varðveitt okkara undir-
tøku, sum ein av kanska
tveimum, trimum stjórnum
í øllum Evropa.
- Tað er harmiligt, at ein
evnaríkur politikari Magni
Laksáfoss er so fornermað-
ur, at hann heldur vil stinga
kílar inn í samgonguna,
heldur enn at lyfta saman
við okkum.
Hinvegin staðfestir Kaj
Leo Johannesen, at teir pol-
itikarar, sum ikki vilja lyfta
saman við restina av sam-
gonguna, men eru í sjálv-
drátti, hava heldur onga
ávirkan á førda politikkin,
so einfalt er tað.
- Tann, sum er í samgongu,
tekur eina byrgd á seg og tað
eiga vit at liva upp til.
Løgmaður stingur ikki halan ímillum beinini
Darling eigur málið
Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, fer ikki at taka
sær av trætuni millum íslendingar og bretar um, hvussu
íslendingar skulu endurrinda Icesave-skuldina. Sunnudagin
mælti íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, bretska
forsætisráðharranum til at fara inn í málið fyri at fáa gongd
á. Men talsmaðurin hjá Gordon Brown svaraði í gjár, at
Alistair Darling, fíggjarmálaráðharri, hevur málið um
Icesave um hendi, og at samráðingarnar við Ísland hoyra
undir fíggjarmálaráðið.
Meiri ognarskatt
OECD heldur ikki, at teir politisku myndugleikarnir í
Noregi hava gjørt nóg mikið fyri at tálma avleiðingunum
av búskaparkreppuni. Paul O’Brien, búskaparfrøðingur hjá
OECD, segði í gjár, at tað almenna kann spara á ymsum
økjum, og hann nevndi sum dømi, at Noreg hevur
lutfalsliga nógvar smáar skúlar og lutfalsliga nógv smá
sjúkrahús samanborið við onnur lond. OECD-
búskaparfrøðingurin helt ikki, at norsku politikararnir
kunnu hækka tann vanliga skattin, men hann helt tó, at
norðmenn kunnu rinda meiri ognarskatt. Men tað ætlar
stjórnin ikki, sigur Sigbjørn Johnsen, fíggjarmálaráðharri.