Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mars 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 47 - 9. mars 2010 Grundreglan er, at allir kommunu­ stýrisfundir skulu vera almennir. Men borgarstjórin á Sandi hevur í seinastuni í trimum umførum valt at hava mál fyri afturlatnum hurðum, hóast talan bert var um sparingar, sum høvdu uppsagnir við sær. Minnilutin í kommununi forstendur ikki grundgevingarnar Kommunu­ politiKKur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ikki færri enn tríggjar ferðir hevur Sands kommuna hildið fundir fyri aftur­ latnum hurðum í seinastuni. Málini, sum borgarstjórin metti vera so mikið við­ kvom, at tey ikki skuldu út til almenningin vóru spar­ ingar, sum høvdu uppsagnir við sær. – Tað vóru uppsagnir, og eg haldi, at dentur skal leggjast á, at borgarstjórin hevur heimild at gera eina meting, sum kann merkja, at málini skulu avgreiðast fyri afturlatnum hurðum, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi. Lógin er innrættað so­ leiðis, at borgarstjórin ella ein triðingur av kommunu­ stýrinum hava heimild at gera av, at mál skulu vera viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, men grundreglan er, at allir kommunustýris­ fundir skulu vera almennir. Tá talan er um vanligar sparingar, verður vanliga ikki mett, at tað er orsøk til at viðgera málið fyri afturlatnum hurðum. Vekir illgruna Og Páll á Reynatúgvu, sum situr í minnilutanum í Sands kommunu, heldur lítið um, at hesi málini vórðu viðgjørd fyri aftur­ latnum hurðum. – Torir mann ikki at við­ gera eitt mál – um uppsagn­ ir í hesum føri – fyri almenn­ inginum, so vekir tað ill­ gruna, at fólk hava forbrotið seg. – Torir mann ikki at viðgera tílík mál, so kunnu fólk skjótt tulka tað, at grundarlagið fyri tí sum mann ger ikki er nóg gott, sigur Páll á Reynatúgvu, sum situr í minniluta í Sands kommunu. Hann leggur afturat, at kommunustýrislógin til­ skilar, at kommunustýris­ fundir skulu vera almennir, um ikki persónliga skaðandi viðurskifti verða umrødd. – Eg dugi ikki, at tað á nakran hátt var galdandi í hesum førinum, sigur Páll á Reynatúgvu, sum tó ikki vil fara so langt at staðfesta, at Sands kommuna ikki hevur fylgt kommunustýrislógini. Men Brandur Sandoy heldur fast við, at hann framvegis ikki hevur hoyrt nakað haldgott argument fyri, at málini ikki skuldu verið viðgjørd fyri aftur­ latnum hurðum. – Sjálvandi kann tað diskuterast, um tað var rætt at hava málini fyri aftur­ latnum hurðum, og at tað sjálvandi ikki er meiningin, at annaðhvørt mál verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum, men hetta var tað, sum borgarstjórin valdi, sigur Brandur Sandoy, og vísir á, at tað var hansara meting, at tað vardi nú fyrrverandi starvsfólkini, at málið var viðgjørt fyri afturlatnum hurðum. Fer ikki at kæra Páll á Reynatúgvu er ónøgdur um, at hesi málini vóru viðgjørd fyri aftur­ latnum hurðum, men hann ætlar ikki at nýta møgu­ leikan at kæra avgerðina til Innlendismálaráðið. – Tað er ikki nakað, sum vit í minnilutanum hava tosað um, men eg haldi, at tá mann er í einum sam­ starvi, so kann mann gott fáa mál ígjøgnum, uttan at framtvinga óneyðugar tví­ støður, sigur Páll á Reynatúgvu. Tað var mikil ósemja í kommunustýrinum, um hesi málini skuldu viðgerast fyri afturlatnum hurðum. Minnilutin vildi hava málini almenn, men tað vildi meirilutin ikki. Á Sandi eru sparingar loyniligar Borgarin fær minni at vita Í nógv ár hevur manna­ gongdin fyri kunning eftir kommunustýrisfundir á Sandi verið, at skriv vórðu sent út til borgararnar, har greitt varð frá, hvørji mál hava verið viðgjørd, hvørji mál eru samtykt og hvussu kommunustýrislimirnir høvdu atkvøtt. Hetta er nú broytt so­ leiðis, at kommunustýrið bert sendir út, hvørji mál hava verið á skrá, og hvørt tey eru samtykt ella ikki. – Nýggja leiðslan í kommununi hevur valt hendan leistin, tí fyrr er fokusið farið frá málunum sjálvum til at vera ein spurningur um, hví kommunustýrislimirnir hava atkvøtt, sum teir hava atkvøtt, og tað skapar meiri fokus á ósemjur enn neyðugt, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri, og vísir á, at tað ikki eru nógvar kommunur, sum senda skriv út til borgaran, sum greiða frá, hvat hendir í kommununi. Hann leggur eisini aftur­ at, at vil borgarin hava at vita, hvussu ymisku komm­ unustýrislimirnir hava at­ kvøtt, so eru kommunu­ stýrisfundir vanliga al­ mennir, og har ber til at síggja, hvussu er. Ikki nøktandi Men Páll á Reynatúgvu í minnilutanum heldur ikki, at hendan avgerðin á nakran hátt er nøktandi. – Tá vit byrjaðu við kunningarskrivunum, so var tað fyri at kunna borg­ aran, sum ikki kundi koma á kommunustýrisfund um tað, sum gongur fyri seg í kommununi, men avgerðin hjá nýggju leiðsluni ger, at øll minnilutaverja fer fyri skeyti, tí tey, sum hava atkvøtt fyri minni­ lutanum, sum umboðar 143 atkvøður í mun til 119 atkvøður hjá meiri­ lutanum, fáa ongan møgu­ leika at vita, hvussu teirra umboð vilja føra politikk, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann leggur afturat, at mann kunnar um støðutak­ anina hjá summum og ikki hjá restini av kommunu­ stýrinum. Men Brandur Sandoy heldur júst hetta vera trupulleikan. – Mann hevur brúkt skrivini til at profilera seg, og tí hevur nýggja leiðslan valt at royna at fáa fokus á sjálvi málini, staðfestir Brandur Sandoy. -eij Rokast í upsa Partrolararnir fáa rættiliga nógvan fisk í løtuni. Upsafiskiskapurin, sum menn hildu var vorðin slakari í síni heild, hevur nú rættiliga tikið seg uppaftur í vár. Í síðstu viku vóru fleiri stórar landingar, og líkt er til, at hendan vikan eisini fer at roynast. Í morgun landa partrolararnir Rókur og Lerkur í Saltangará. Skipini eru reiðiliga full og hava umleið 400.000 pund tilsamans. Um middagsleitið í dag koma partrol­ ararnir Heykur og Falkur, sum í seinastu viku gjørdu ein hin besta túrin, sum partrolarar nakrantíð hava gjørt. Í síðstu viku landaðu teir yvir 600.000 pund, og í dag hava teir umleið 460.000 pund. Í gjár land­ aði Eydna eisini í Saltangará. Teir høvdu umleið 200.000 pund og Beinissvørð, sum Eydna partrolar saman við, landaði umleið somu nøgd í Vági. Garnaskipið Oknin landaði eisini 36.000 pund av svart­ kalva í Saltangará í gjár. Á landingarmiðstøðini Kongshavn vita tey at siga, at leirvíkstrolararnar Polarhav og Stjørnan eru um at vera fullir og koma væntandi inn at landa í morgin. Seinastu mánaðirnar hevur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, gjørt av, at trý mál skuldu viðgerast fyri afturlatnum hurðum. Páll á Reynatúgvu, fyrrverandi borgarstjóri, heldur lítið um støðuna, har sparingar verða gjørdar fyri afturlatnum hurðum Mynd: Álvur Haraldsen