týsdagur 9. mars 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 9. mars 2010
Í gjár fekst semja um,
hvussu fótbóltslandsliðið
skal spæla sínar dyst ir í
komandi EM-undan kapp-
in gini. Fimm dystir verða
spæld ir í ár og fimm næsta
ár, og landsliðið byrjar á
úti vølli í Estlandi í august
Tá lutakastið til komandi EM-undan-
kapp ingina var í Warsha va fyri ein um
góðum mánaði síðani, komu Før oyar í
bólk C, har Italia heilt klárt er mest
áhugaverda mót støðu liðið. Serbia,
sum vit eisini vóru í HM- undan-
kappingini saman við, var eitt annað,
og so hitta vit aft ur Norður írland, sum
vit vóru í bólki saman við í fyrstu
undankappingini
yvir høvur.
Hini
bæði londini vóru Sloven ia og Estland.
Eftir var so at fáa lagt eina dystar-
skrá, ið hóskar øllum liðunum, og í tí
sambandi við landsliðsvenjarin, Brian
Kerr, aðalskrivarin, Virgar Hvid bro, og
nýggi formaðurin í lands liðs nevndini,
Niclas Davidsen, í gjár í Beo grad og
tingaðust við umboð fyri hini londini.
Har eydnaðist eisini at fáa semju um,
hvussu skráin skal síggja út.
Fimm teir fyrstu dystirnir verða
spæld ir í ár og hinir fimm næsta ár, og
tann fyrsti verður í august mán aði á
útivølli ímóti Estlandi. Í ár eiga Føroyar
heimadyst
ímóti
Serbia
og
Norðurírlandi, og næsta ár verða so
heimadystir ímóti Slovenia, Estlandi
og Italia.
Tað, sum hevði mest at siga und an
fundinum, var at fáa dystirnar hjá
Føroyum lagdar soleiðis, at tað bar til
at sleppa undan dystum, áðrenn
føroyska kappingin er farin í gongd
og ov langt eftir at hon er liðug. Tað
eydnaðist til fulnar, tí í ár eru dyst ir nir í
august, september og fyrru helvt av
oktober, og næsta ár eru tveir dystir í
juni, ein í august og so aft ur tveir í
september.
EM-dystarskráin
11/08-2010: Estland-Føroyar
03/09-2010: Føroyar-Serbia
07/09-2010: Italia-Føroyar
08/10-2010: Slovenia-Føroyar
12/10-2010: Føroyar-Norðurírland
03/06-2011: Føroyar-Slovenia
07/06-2011: Føroyar-Estland
10/08-2011: Norðurírland-Føroyar
02/09-2011: Føroyar-Italia
06/09-2011: Serbia-Føroyar
Fleiri av fyrru dystunum í
steypakappingunum hjá
bæði monnum og kvinnum
eru dystir millum lið, sum
ikki eru ókend í finalunum.
Og hjá kvinnunum er longu
ein av fjórðingsfinalunum
endurtøka av finaluni í fjør
Fyrsta ítøkiliga ábendingin um, at
fótbóltsárið av álvara stendur fyri
framm an, kom í gjárkvøldið, tá luta-
kast var til bæði steypakappingarnar
hjá kvinnum og monnum. Karl Vid-
tfeldt, sum er formaður í kapp ing ar-
nevnd ini hjá Fótbóltssambandinum,
hevði dóttir sína, Elsebeth, við í sjón-
varps stovuna í 3-2 at hjálpa sær við
lutakastinum.
Nú tað var altjóða kvinnudagur,
byrjaði lutakastið við steypa kapp-
ingini hjá kvinnunum, og har gjørd-
ist mestsum beinanvegin greitt, at
finalan í ár ikki verður tann sama
sum í fjør, tí longu í fjórð ings finalu-
num møtast tey bæði bestu liðini í
fjør, KÍ og AB.
Tað merkir næstan við vissu, at
tað av liðunum, ið vinnur tann dyst-
in, eisini verður steypavinnari, tí
traditión er ikki fyri øðrum í kvinnu-
fótbóltinum, enn at KÍ altíð er við
heilt har frammi og at bara eitt av
hinum liðunum av álvara megnar at
bjóða av. Í fjør var tað AB, men so
fæst at síggja, um eitt nú Víkingur
kann blanda seg upp í oddastríðið í
ár.
Styrkimeting tiltrongd
Síðani var farið í holt við lutakastið til
kappingina um Løgmanssteypið, og
har vóru fleiri dystir stak áhugaverdir.
Samstundis staðfesti luta kastið, at
tíðin kanska er komin til, at ein
styrkimeting verður gjørd framm-
anundan, so fleiri av bestu lið unum
ikki trekkja hvørtannað bein an vegin.
Til dømis rendu HB og B36 seg í
hvørt annað longu í fyrsta umfari.
Bæði tvey hava dubbað seg til kom-
an di kappingarárið og verða roknað
mill um favorittarnar, men nú slepp ur í
øllum førum bara annað teirra víðari
til fjórðingsfinalurnar.
Føroya mest óhepna steypalið
síðstu árini, NSÍ, fekk somu lagnu sum
vanligt. Hesa ferð skal NSÍ á úti vølli
spæla ímóti EB/Streymi, sum bæði
vann silvur í lands- og steypa-
kappingini í fjør. Tað grettir næstan
ikki, at steypavinnararnir frá 2002
annað hvørt skal spæla ímóti HB ella
EB/Streymi í fyrsta umfari, og tá er
liðið ongantíð komið víðari…
Samstundis sum kjakast kann um
styrkimeting ella ikki, so eru fleiri av
teirri áskoðan, at júst ein steypa-
kapping verður stuttligari av, at lægri
mett lið kunnu koma langt. Trý, sum í
øllum førum hava møgu leikan at
koma í fjórðingsfinalurnar, eru Royn,
FC Hoyvík ella TB, tí eitt av teimum
kemur við vissu víðari.
Løgmanssteypið
Undanumfar, 20. mars:
Royn-FC Hoyvík
MB-Skála
FF Giza-Undri
1. umfar: 27. mars
HB-B36
FF Giza/Undri-ÍF
AB-KÍ
B71-Víkingur
EB/Streymur-NSÍ
B68-07 Vestur
Royn/FC Hoyvík-TB
FC Suðuroy-MB/Skála
Nýtt lutakast verður til
fjórðingsfinalurnar
Kvinnusteypið
Undanumfar, 11. apríl:
B36-ÍF
B68/NSÍ-HB
Fjórðingsfinalur, 30. apríl:
KÍ-AB
Skála-EB/Streymur
Víkingur-MB
B36/ÍF-B68/NSÍ/HB
Nýtt lutakast verður til
hálvfinalurnar
Fleiri brakdystir á skránni
Fimm í ár
og fimm
næsta ár
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
Karl Vidtfeldt, Elsebeth Vidtfeldt og Leivur Frederiksen, tá
lutakastið til steypakappingarnar var í 3-2 í gjárkvøldið
Mynd: FSF
Rógvi Jacobsen í nærdysti við Fabio Cannavaro, tá Italia vitjaði
á Tórsvølli í juni 2007
Mynd: Álvur Haraldsen