týsdagur 9. mars 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 9. mars 2010 – Nr. 47 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25
Bára
skaraði
framúr
Var besti spælari í tveim
um finalum – bæði hjá
gentum 14 ár og kvinnu
ung ling um!
Mest eyðsýndi spælarin í Trongis
vági leygardagin var Bára Johanne
sen úr KÍF. Hon gongur bara í átt an
da flokki og hevði tí aldur til at vera
við í finalunum hjá bæði gentum 14
ár og kvinnuunglingum.
Hóast KÍF tapti báðar finalurnar,
so vísti Bára seg at vera týðandi
styrk ur fyri liðini. At hon megnaði at
verða vald sum besti spælari í báð
um deildunum, sigur heldur ikki so
lítið.
Serliga gjørdi hon við sínum góða
spæli stóran mun í finaluni hjá
kvinnu ung lingunum, har KÍF var 02
aftan fyri í settum ímóti Fleyr, men
fekk bart seg upp á 22, so eitt fimta
sett mátti til. KÍF var enntá framman
fyri 108 í fimta setti, men endaði
kortini við at tapa tað og dystin.
Millum teirra, ið hugdu at finalu
num leygardagin, fekk Bára Johan
ne sen bestu skoðsmál, og hóast KÍF
í vetur hevur verið botnproppur í
Eik ligu ni
hjá
kvinnum,
kunnu
spælar ar við hennara dygdum vísa
seg at merkja fyri KÍF, at felagið hev
ur gott í væntu í framtíðini.
hil
Aftur í ár var TB vertur fyri
stóra finaludegnum hjá
teimum 14 ára gomlu og
unglingunum í flog bólti
num. Og enn eina ferð
eydn að i st tiltakið sera væl
– ikki minst við nógvum
væl spældum og spennandi
final um
Longu hóskvøldið var Teraflexgólv
ið komið suður, og beinanvegin fóru
tvøramenn mannsterkir at leggja
gólvið á í ítróttarhøllini í Trongisvági,
so tað fekk frið at liggja í eitt sam
døgur, áðrenn nakar fór á tað.
– Tá eg sá, hvussu nógvar hjálp
andi hendur vóru klárar og hvussu
góð ur hýrurin var á fólki, fekk eg
var hugan av, at vit fóru at fáa enn
ein einastandandi góðan finaludag.
Og tað fingu vit eisini aftur hesa
ferð, sigur Otto Gram frá TB, sum
stóð fyri at samskipa tað nógva, sum
skuldi fáast upp á pláss undan hes
um stóra degnum.
Bara tað, at hetta serliga gólvið
var brúkt, so teir ungu spælararnir
høvdu somu umstøður sum tey
vaks nu, ið stutt frammanundan
høv du
spælt
steypafinalurnar,
gjørdi sítt til, at karmurin var sera
góð ur. Men ikki bara á gólvinum,
men eisini rundanum, var gott lív í.
– Tað vísti seg, at liðini, sum vóru
komin norðanfjørðs, høvdu nógvar
fjeppar ar við sær, so longu frá
morgun stundini leygardagin koyrdi
tað bara. Og tað gjørdist so ikki
minni, tá lokalu fjeppararnir byrjaðu
at koma í høllina um miðdagsleitið,
sigur Otto.
– Har mundu vera einar tríggjar
ella fýra trummur, umframt at fleiri
høvdu hesi lufttrýstshornini, so tú
kanst ætla, at har var ein øgiligur
gang ur. Vit kundu snøgt sagt ikki
ynskt okkum betur karmar um til
tak ið, enn vit fingu.
Tað, sum alt fyrst og fremst snúði
seg um, vóru kortini sjálvir dystirnir.
Dráttur og SÍ spældu fyrst finaluna
hjá dreingjum 14 ár, áðrenn kvinnu
unglingarnir hjá Fleyr og KÍF fóru í
gongd. Síðani spældu gentur 14 ár
hjá TB og KÍF, og at enda var so final
an hjá mansunglingunum millum
TB og Fleyr.
Smyril mátti bíða
– Serliga hesin seinasti dysturin
gjørd ist eitt veruligt brak av einum
dys ti. Liðini fylgdust alla somlu tíð
ina og hvørki slapp frá hinum. Tað
kundi tí ikki enda við øðrum, enn
einum fimta setti, sigur formaðurin í
Flog bóltssambandinum,
Magnus
Tau sen, ið sjálvur var til staðar í
Trongis vági leygardagin.
– Dysturin gjørdist so drúgvur, at
tá farið var í holt við fimta sett,
máttu vit ringja til Smyril fyri at fáa
teir at bíða í fimm minuttir. Tað játt
aðu teir, men fimta settið gjørdist so
ótrú liga spennandi, at Smyril mátti
bíða í eitt heilt korter. Ikki fyrr enn
Fleyr vann 2220, endaði fimta sett
ið, og so ráddi bara um hjá spælar
unum at skunda sær avstað til bátin.
Hvør dystur í kappingini byrjaði
upp á sama máta sum tær stóru
final ur nar hjá teimum vaksnu, tí
spæl ara rnir komu inn á vøllin ein og
ein og blivu presenteraðir. Millum
dyst ir nar spældu ungir tónleikarar
liv an di tónleik, og eftir finalurnar
fin gu vinnandi liðini steyp og
heiður s merki, umframt at bestu
spælar a rnir á hvørjum liði eisini
fingu eina gávu.
– Hetta gekk so væl, at vit longu
nú liggja framvið at sleppa at skipa
fyri FMfinaludegnum næsta ár, sig
ur Otto Gram, ið helst eisini hevur
góð a n møguleika fyri tí, so væl sum
tað er eydnast við fyrireikingum og
avgreiðslu av tiltakinum hvørja ferð
hjá teimum í TB.
FMfinalurnar
Dreingir 14 ár:
DrátturSÍ 03
Bestu spælarar:
Rúni Christiansen, SÍ, og John
Olivar Edvardsson, Dráttur
Kvinnuunglingar:
FleyrKÍF 32
Bestu spælarar:
Anja Danielsen, Fleyr, og Bára
Johannesen, KÍF
Gentur 14 ár:
TBKÍF 31
Bestu spælarar:
Marin Dimon, TB, og Bára
Johannesen, KÍF
Mansunglingar:
TBFleyr 23
Bestu spælarar:
Rói Hentze, Fleyr, og Magnar
Vang, TB
Flogbóltsgalla
á Viðareiði
Leygarkvøldið 27. mars verður stóra
flogbóltsgallaveitslan hjá flogbóltinum á Hotel Norð
á Viðareiði. Borðreitt verður við trimum rættum, og
sum vanligt verður hæddarpunktið á kvøldinum, at
ársins bestu spælarar verða heiðraðir. Tilmelding fer
fram á gallaveitslan2010@gmail.com.
TB vil í Eikliguna
Stendur tað til flogbóltsmenninar hjá TB, spæla
teir í Eikliguni næsta ár. Sum tað sær út, endar
TB sum nummar trý í 1. deild hjá monnum, og
tað gevur rætt til at søkja um at koma upp í Eik
liguna. Í TB siga tey, at fara at gera sítt til, at
besta mansdeildin komandi ár verður fimm lið.
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
Sannur hátíðardámur var rundan um finaludagin í Trongisvági. Her eru tað gentur 14 ár hjá TB, ið
fáa síni gullheiðursmerki
Mynd: FBF
Undirhaldandi
ungdómsflogbóltur