Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 48 - 10. mars 2010 Tjóðveldi var ikki umboðað við pallborðið á altjóða kvinnudagshaldinum í Norðurlandahúsi­ num mánakvøldið. Tjóðveldi fekk somu boð sum hinir flokkarnir, at haldið ynskti formann ella næstformann í flokkinum at umboða flokkin, sigur Tina Jacobsen, forkvinna í Havnar Kvinnufelag AltjóðA kvinnudAgur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Í januar vendi Kvinnu­ felagið í Havn sær til for­ menninar í øllum politisku flokkunum í tinginum og bað um, at teir komu við til 8. mars haldið í Norður­ landahúsinum. 8. mars var mánadagin. Allir uttan Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, játtu at koma. Í seinastu viku komu boð frá Tjóðveldisflokkinum, at formaðurin Høgni Hoydal kundi ikki koma, tí hann var farin til Ísraels. Næst­ formaðurin Torbjørn Jacob­ sen skuldi koma í staðin. Men einnapartin mána­ dagin komu boðini, at Tor­ bjørn Jacobsen heldur ikki kundi koma. Hann hevði biðið Annitu á Fríðriksmørk, forkvinna í tingbólki Tjóðveldisins fara á fundin í staðin. ­ Tað kundu vit í nevndini ikki ganga við til, tí vit høvdu gjørt av, at vit vildu hava formenninar ella næstformenninar at luttaka. Teir, sum veruliga hava møguleikan at taka avgerðir, sigur Tina Jacobsen. Tjóðveldi valdi frá Hon sigur, at aðrir flokkar frammanundan høvdu spurt um at kunna senda annað umboð enn formannin, og teir fingu sama svar sum Tjóðveldi. ­ Skuldu vit latið ein flokk valt umboðið til fundin, áttu hinir flokkarnir at havt sama møguleika. Vit vildu hava formenninar á fundin, og so var tað eisini so seint, at avboðini komu frá næst­ formanninum í Tjóðveldi, sigur Tina Jacobsen. Hon veit ikki, hví Torbjørn Jacobsen ikki kundi møta, men hann kundi havt raðfest henda fundin fram um okkurt annað, heldur hon. Annita á Fríðriksson var heldur knottin um, at hon ikki slapp at umboða Tjóð­ veldi á fundinun, men hon var ikki meira kvottin enn so, at hon var á fundinum sum áhoyrari. Tórsgøta 4 · Tórshavn · Føroyar · Tel +298 350000 · ht@hoteltorshavn.fo · www.hoteltorshavn.fo krea . tel 60 80 80 krea . tel 60 80 80 Hotel Tórshavn í Vágsbotni søkir eftir hotel leiðara at byrja skjótast tilber. Starvið Talan er um eitt sjálvstøðugt starv, sum umfatar dagligu leiðsluna av hotellinum og matstovu- virkseminum hjá hvonn brasserie. Umsøkjarin Dentur verður lagdur á, at viðkomandi er sjálvstøðugur, álítandi og ágrýtin, hevur góð samstarvsevni og kunnleika til enskt og KT. Við bjóða Vit bjóða sera spennandi og sjálvstøðugt starv. Fleiri upplýsingar Fáast við at venda sær til Johannes Jensen, á tel 219161, ella við teldubrævi: johannes@hotelforoyar.fo Umsóknir skulu sendast til Hotel Tórshavn Tórsgøta 4 110 Tórshavn att.: Johannes Jensen Umsóknarfreist 18. mars 2010. hotel leiðara SØKT VERÐUR EFTIR Endurprenta Muhammed Trý svensk bløð endurprenta í dag eina umstrídda tekning av Muhammed profeti, sum svenski blaðteknarin Lars Vilks teknaði fyri trimum árum síðani. Tá stóð tekningin í blaðnum Nerikes Allehanda, og í dag er hon endurprentað í bløðunum Expressen, Dagens Nyheter og Sydsvenska Dagbladet. Tað gera tey trý bløðini fyri at mótmæla, at nakrir muslimar í Írlandi høvdu lagt ætlanir um at beina fyri Lars Vilks. Írska løgreglan hevur tikið sjey fólk í málinum og skuldsett tey fyri drápsætlan. Íslendingar kunnu gjalda Niðurlendski fíggjarmálaráðharrin, Jan Kees de Jager, er ikki eina løtu í iva um, at íslendingar fara at gjalda niðurlendingum og bretum tað, sum teir skylda teimum báðum londunum vegna Icesave­bankan. Í samrøðu við niðurlendskt sjónvarp sigur ráðharrin, at íslendingar fara at halda sínar skyldur, og teir hava eisini ráð at rinda skuldina, segði hann. Svenski forsætisráðharrin, Frederik Reinfeldt, sigur tað sama. Hann sigur seg skilja, at íslendska fólkið harmast støðuna, men hann ivast ikki í, at landið fer at halda sínar skyldur. Tjóðveldi raðfesti ikki kvinnuhaldið Kvinnufelagið í Havn bjóðar øllum áhugaðum kvinnum á fund í Mettustovu hóskvøldið við endamálinum at eggja kvinnum til at stilla upp til val kvinnur og politikkur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Ein fundur hjá Demokratia í seinastu viku vísti, at stórur áhugi var fyri at stovna ein tvørpolitiskan bólk fyri kvinnur, sum hava hug at gera vart við seg í politikki. Hóskvøldið klokkan 19 verður fundur í Mettustovu í Havn fyri kvinnur, sum hava hug at stilla upp, og væl komnar eru eisini kvinnur, sum vilja stuðla ella hava eitthvørt ískoyti at geva. Hugsanin hjá fyrireikar­ unum er, at bólkurin skal virka sum eitt netverk. Kvinnur, sum hava hug at stilla upp, skulu kunna fara til bólkin at leita sær góð ráð og fáa stuðul til at tora at stíga fram. Á fundinum hóskvøldið fara tær at tosa nærri um, hvussu arbeiðið skal leggjast til rættis. ­ Vit vita, at áhugin alla­ staðni er stórur, og tí vóna vit, at fleiri kvinnur koma á fundin. Eisni tær, sum ikki ætla sjálvar at stilla upp, eru vælkomnar, sigur Tina Jacobsen, forkvinna í Havnar Kvinnufelag. Fyrireika seg til val Evnið á haldinum var at fáa fleiri kvinnur í politikk og í leiðandi størv. Evnið hevði stóran áhuga, vísti luttøkan í Norðurlandahúsinum Bara fýra floksformenn møttu á fundinum