hósdagur 11. mars 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 49 - 11. mars 2010
Onki av hinum pol
itisku ungmanna
feløgunum er samt við
ungmannafelagnum
hjá Fólkaflokkinum
at taka peningin frá
kirkjuni. Tó hava fleiri
onki ímóti at gera
onkrar broytingar í
parlagnum millum
politikk og átrúnað
KirKjupolitiKKur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Onki av hinum politisku
ungmannafeløgunum metir
tað vera nakað gott hugskot
at taka pengarnar frá kirkj
uni, sum Huxa legði upp til
í Sosialinum í gjár.
Tó eru fleiri ungmanna
feløg, sum eru samd um, at
hinar samkomurnar eiga at
hava møguleika at fáa studn
ing frá landinum.
Eisini er onkur sum metir,
at skrásetingin av nøvnum
væl kundi verið gjørd onkra
aðrastaðni enn í kirkjuni.
Vilja onki broyta
Ungdómurin hjá Tjóðveldi
vil ikki gera nakrar broyt
ingar í sambandi við parlag
ið hjá landi og kirkju.
– Vit halda, at politikkur
og átrúnaður skulu vera at
skyld, og tí halda vit ikki, at
kirkjan skal skiljast frá
statinum, tí so er vandi fyri,
at hon blívur politisk. Tað
síggja vit millum annað í
Svøríki og í USA, har religi
ónin serliga í USA hevur
stóra ávirkan á politikkin,
sigur Gunnhild D. Niclasen,
forkvinna í Unga Tjóðveldi.
Hon leggur afturat, at tey
meta, at funktiónirnar hjá
kirkjuni við kirkjubókunum
fungera væl, og tí er ikki
nøkur orsøk at gera broyt
ingar í tí.
Um uppskotið hjá bispi, at
hinar samkomurnar eisini
skulu hava møguleika fyri
stuðli er Unga Tjóðveldi
ósamt.
– Tey hava ongar almenn
ar funktiónir, sum skráset
ingina, og tí er ongin orsøk
til, at tey fáa gjald fyri tað,
sigur Gunnhild D. Niclasen.
Yvirtøkur enda
soleiðis
– Hetta er eitt typiskt dømi
um, at tá mann yvirtekur
okkurt og lovar, at mann
ikki ætlar at broyta nakað,
og so byrjar mann at tosa
um at broyta beinanvegin.
Kirkjan skal hava arbeiðs
frið, sigur Arne Winthereig,
formaður í Ungmannafelag
num Samband.
Formaðurin leggur tó aft
urat, at Ungmannafelagið
Samband
grundleggjandi
gongur inn fyri, at samkom
urnar eru javntstillaðar, og
millum annað metir hann,
at fólk ikki skulu vera fødd
inn í fólkakirkjuna, men
sjálvi skulu lima seg inn.
Viðvíkjandi stuðlis sigur
Arne Winthereiga, at hinar
samkomurnar
skulu
hava
møguleika fyri stuðli frá land
inum, um tær vilja hava hann.
Arne Winthereig leggur
afturat, at kirkjan hevur nógv
ar samfelagsligar funktiónir,
sum ikki mugu undirmetast.
Skráseting undir
Mentamálaráðið
– Kirkjan umsitur nakrar
praktiskar funktiónir og ger
eitt gott arbeiði, sum hon
sjálvandi skal hava gjald fyri,
men at tað er eitt gott hugskot
at flyta fólkaskrásetingina,
so hon er religiøst óheft og
verður løgd beinleiðis undir
Mentamálaráðið.
Tó staðfestir Bergur A.
Dalsgarð, at kirkjan skal
hava studning.
– Mentan og religión
skulu stuðlast av landinum,
og tí taka vit ikki undir við
hugsanunum hjá Huxa. Vit
halda hinvegin, at stuðulin
fyri religiøsan aktivitet skal
fordeilast eftir aktiviteti,
veri seg limatal og so fram
vegis, sigur Bergur A. Dals
garð, formaður í Sosial
istiskum Ungdómi.
Tískil leggur ungmanna
felagið hjá Javnaðarflokk
inum meira upp til upp
skotið hjá bispi at lata pen
ing til fleiri samkomur.
Felagið leggur afturat, at
verður hugskotið hjá Huxa
veruleiki, so verður neyðugt
at taka nógvar aðrar grund
leggjandi
funktiónir
til
umrøðu.
Frísamkomur
skulu vera fríar
Arni Abrahamsen úr Ung
fyri Miðflokkinum er grund
leggjandi ósamdur við Huxa,
at broytingar skulu gerast
millum kirkju og stat, tí før
oyska samfelagið er kristið.
– So leingi Føroyar eru eitt
kristið samfelag, so hava vit
brúk fyri fólkakirkjuni, sigur
Arni Abrahamsen.
Hann leggur afturat, at
hvør einasta króna kirkjan
fær kann forsvarast við teim
um funktiónum kirkjan hev
ur bæði í samband við skrá
setingina og øðrum funkti
ónum í samband við høgtíðir
til dømis.
Ung í Miðflokkinum eru
eisini sterkt ímóti, at landið
fer at lata beinleiðis stuðul til
frísamkomurnar. – Tað er øgi
liga vandamikið, um fríkirkj
urnar verða tengdar at stuðli
frá landinum, tí tað kann hava
við sær, at landið leggur trýst
á frísamkomurnar at hava
eina ávísa hugsan um ymisk
viðurskifti, veri seg samkynd
ella okkurt annað, sigur Arni
Abrahamsen, sum tó heldur,
at onkur fyrimunur í skatti
kundi verið latin til fólk, sum
vilja lata pening til eina
samkomu ella annað væl
gerandi endamál.
Pengarnir eru so lítlir
Jógvan Skorheim, formaður
í Unga Sjálvstýri, heldur
tað vera rættiliga undarligt,
at
Fólkafloksungdómur
soleiðis fer eftir 10 millión
um hjá kirkjuni, tá nógv
meira kann sparast nógva
aðrastaðni.
Hann sigur somuleiðis, at
kirkjan hevur nøkur grund
leggjandi virði, sum eru
verd at hugsa um, og tí skal
hon hava pening.
Hinvegin er hann partvíst
samdur við Sosialistiskum
Ungdómi, at onkur annar
enn kirkjan kundi umsitið
skrásetingina.
– Kirkjan ger eitt gott
arbeiði, men tað kundi eins
væl verið onkur annar, sigur
Jógvan Skorheim.
Hann leggur afturat, at
hugskotið við eini meiri
solidariskari
skipan
við
stuðlinum kann vera gott.
Fólkafloksungdómur vil taka umleið 10 milliónir krónur frá kirkjuni og avtaka statskirkjuna. Men hini politisku ungmannafeløgini halda ikki, at sambandið
millum land og kirkju skal slítast
Bara Huxa vil taka pengar frá kirkjuni
Dómurin stendur við
Deyðadómurin, sum norðmenninir Tjostolv Moland og
Joshua French hava fingið í Demokratiska Lýðveldinum
Kongo, verður ikki broyttur. Tað sigur hernaðardómarin
Jean Philippe Nkiama Matra, oberstur, við norska
Dagbladet. Hann sigur, at hernaðardómstólurin kann
annaðhvørt staðfesta dómin ella senda hann aftur í rættin
til nýggja viðgerð. Tann avgerðin fellur í summar. Teir
báðir norsku leiguhermenninir vórðu dømdir til deyða í
september í fjør fyri dráp og njósning. Teir noktaðu seg
sekar.
Serfrøðin kannast
Nú skal kannast, um hald er í teimum ávaringum og
tilmælum, sum veðurlagsserfrøðingarnir hjá ST eru komnir
við tey seinastu árini. Serfrøðingarnir hava verið fyri
hvøssum atfinningum, síðani teir kunngjørdu ta seinastu
frágreiðingina um, hvussu tann veksandi hitin á jørðini
hevur ávirkað umhvørvið, og hvat fer at henda. Fleiri aðrir
serfrøðingar eru komnir til onnur úrslit, og nú hevur ST
gjørt av at kanna viðurskiftini. Altjóða
granskingarstovnurin InterAcademy Council, sum
umboðar 15 granskingarstovnar í ymsum londum, skal
standa fyri kanningini, sigur Ban Kimoon, aðalskrivari.