hósdagur 11. mars 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 49 - 11. mars 2010
S
ámal var føddur í 1852.
Foreldrini hjá honum
vóru Daniel Fr. Samuelsen,
timburmaður, og Lorenze
Jacobsdatter. Tey giftust
13. november 1851. Vit
vita so ein gest, sum var í
brúdleypinum. Hetta var
Elsebeth Kristina Evensen,
sum seinni giftist við
handilsforvaltaranum
Christoffer Michael Olsen,
fyrr umrøddur í hesi røð.
Dánjal og Lorense búðu
nærindis Skansanum. Tí
skil kom Sámal frá barns
beini av at uppliva lívið á
Skansanum, har pápi hans
ara eisini starvaðist. Har
við skaptist tann áhugi,
sum skuldi gerast hansara
lívsstarv.
Sámal fekk undirvísing
heima til hann varð 9 ár.
Síðan gjørdist hann ein av
fyrstu næmingunum í real
skúlanum.
Sámal varð konfirmer
aður inni á Nesi av V.U.
Hammershaimb, tí tað var
eingin prestur í Havn vet
urin 186667. Yvirlærarin á
realskúlanum, Bojsen, sum
í 1867 flutti til Danmarkar,
bjóðaði sær at taka Sámal
við sær niður og seta hann
í læru. Sjálvur hevði Sámal
besta hug til at lesa, men
hetta segði pápin nei til.
Tað var heldur ikki ráð til
tað. Hann vildi eisini hava
sonin at fáa sama starv
sum hann sjálvur.
Sámal fór niður og
arbeiddi sum snikkari.
Hann nýtti samstundis
høvið at síggja seg um í
Danmark.
Sámal gjørdist sjúkur av
skarlaksfepur og fór við
tungum huga heim aftur í
1868. Tá var læraraskúli
byrjaður í Havn, og Sámal
vónaði at kunna gerast lær
ari. Hann var stuðlaður av
sovæl presti sum amtmanni,
men pápin segði nei.
Hann vildi hava sonin at
taka við starvinum sum
politistur ella jekari, sum
tað kallaðist. Samstundis
lovaði hann pápanum at
vera hjá mammuni, tá ið
hann sjálvur doyði. Tað var
eingin annar til tess, tí
Sámal var einabarn. Tí
mátti hann eisini siga nei,
táið hann seinni aftur fekk
í boði at fara til
Danmarkar.
Hetta endaði so við, at
Sámal 21 ára gamal fekk
starv við politiið tann 1.
oktober 1873, og 1.apríl
1886 varð hann útnevndur
til kvartermeistara. Hetta
starv hevði hann inntil
hetta starv varð avtikið í
1902. Tá fekk hann heitið
“politibetjent for Færø
Amt.” Í 1922 fall Sámal
fyri aldursmarkinum.
Slagsmál á
Doktaragrund í 1899
Petur Alberg hevði í síni
dagbók áhugaverdar og
stuttligar frásagnir um
hendingar, har Sámal eisini
var við í. Henda er frá 22.
juni 1899:
I Aften Kl. 10 var der
Slagsmaal nede paa
Doktorgrund, hvor nogle
Grimsbyere fra Sluppen
Presto var fulde og sloges
indbyrdes. 3 blev arrester
ede, hvoraf den ene maatte
bindes. Den sidstnævnte
gik ganske rolig mellem to
Politister, Kvartermester S.
F. Samuelsen og Menig
Daniel Midjord. Pludselig
slog han sig løs og løb fra
dem baglæns, men kun et
lille Stykke. Politisterne
løb efter ham, men han
rettede saa kraftige Slag
mod Kvartermesteren, at
denne ikke kunde komme
til ham. Medens han saa
ledes stod og boksede med
Kvartermesteren, kom
Augustinus Hansen gaa
ende nede efter. Saa raabte
Kvartermesteren til ham og
bad ham tage Grimsbyeren
bagfra. Augustinus tog da
og smed ham ned paa
Gaden, hvor han blev
holdt, til Kvartermesteren
kom med Baand at binde
ham med. Saa blev Grims
byeren sammen med to af
sine Kammerater sat i
Arresten. Den ene af de to
andre slap nok med en
Pengebøde. Men denne,
Boxeren, er nu til Forhør i
Dag og faar vist en god
straf, da han har slaaet
Kvartermesteren.
Áhugaverdar
endurminningar
Bókin hjá Sámali er sera
áhugaverd. Her umrøður
hann allar tær stóru hend
ingar í Havn í hansara nær
um 80 ára langa lívi.
Sum rímiligt er, so
skrivar hann nógv um sítt
arbeiði, millum annað um
tær ferðirnar hann fór til
Danmarkar við fangum,
sum fóru niður at sita.
Umframt hesa bók hevði
hann eina stóra grein í
Dimmalætting fyrst í 1928
um søguna hjá Havnar
Skansa.
Men Sámal hevði eisini
áhugamál. Hann var virkin
í Meinigheitshúsinun í
Havn, har hann var nevnd
arlimur. Hesir skiftust um
at hava ábyrgdina eina viku
i senn.
Sámal var ikki bara
trúgvur í sínum skifti, men
hann tók eisini ofta skift
ini, sum aðrir skuldu hava.
Viðhvørt las hann lestur,
men oftast talaði hann um
eitthvørt uppbyggiligt evni.
Ikki sjáldan var hann
noyddur at koma á fundin
beinleiðis úr arbeiði sunnu
dagar. Hann hongdi tá poli
tifrakka og húgvu í gong
ina í Meinigheitshúsinum,
fór so inn at halda fyrilest
ur ella lesa lestur, og so
aftur í tænastubúnan til
arbeiðis.
Frá 1890 til 1914 var
Sámal ofta avloysari sum
kirkjutænari, klokkari og
deknur.
Sámal var eisini ein av
innkallarunum til jóla
fundin í 1888.
Tá ið Sámal fylti 70 ár
skrivaði Dimmalætting:
S.F. Samuelsen er alminde
lig afholdt og har mange
Venner ikke alene her i
Thorshavn men overalt paa
Færøerne. Endskønt han
nu er naaet Støvets Aar, er
han endnu rask og rørig
som faa, jovial, elskværdig
paa alle omraader hvad ent
en det gælder Fortid eller
Nutid, og det er en For
nøjelse at tale med ham.
Hr. Samuelsen er be
naadet med Dannebrogs
mændenes Hæderstegn og
fik under Kongebesøget i
Fjor af Hans Majestæt
overrakt Erindrings
medaljen i Guld.
S.F. Samuelsen har i alt
været ansat i Polititjenesten
i c. 49 Aar. Dette har været
en enestaende lang og
sikkert ogsaa anstrængende
og besværlig Arbejdsdag,
hvorefter Hvilen er vel
fortjent. Med ønsket om, at
Livets Aften maa blive lys
og lykkelig og maa forme
sig som en rolig og fred
fuld Hvilestund for den
aldrende Hædersmand, vil
vi afslutte disse linjer.
Kona og børn
Sámal var giftur við
Susanne J.F. Nielsen (1856
1937). Hon var ættað úr
Saltangará og kom 20 ára
gomul til Havnar at tæna
hjá grannanum, umrødda
Christoffer M. Olsen.
Tey bæði fingu børnini
Daniel (188184), Johanne
Margrethe (18831919),
Niels (18871958, Hjalmar
(18891961) Anton (1892
1956) Helene (18961976)
og Lorentze (18961980.)
Øll børnini blivu doypt
Kragesteen eftir staðar
navninum, har tey búðu.
Sámal á Krákusteini:
Okkara kendasti politistur
Sámal á Krákusteini er eitt sera kent navn í Havn, hóast tað eru nærum 80 ár síðani, hann doyði. Men Sámal hevur
gjørt seg ódeyðiligan við síni skriving, sum í 2008 kom út í bókini Memoirer og Autobiografi. Umframt hetta er
framvegis eitt “livandi” minni um Sámal. Hetta er nevniliga hansara vakri gravsteinur í gamla kirkjugarði
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
FRED
SAMUEL F. SAMUELSEN
DBMD FM
F. 23. JULI 1852
D. 3. MARTS 1932
OG HUSTRU
SUSANNE J.F. SAMUELSEN
FØDT NIELSEN
F. 26. DECEMBER 1856
D. 21. MAJ 1937
OG SØN
DANIEL F.S. KRAGESTEEN
F. 17. JULI 1881
D. 2. MAJ 1884
F.v. Lorenze, Sámal, Anthon, Susanna og Helene
Húsini á Krákusteini
Sámal á Skansanum
Margrethe var næstelst av børnunum hjá Susannu og Sámal
Í komandi parti
verður greitt frá
versoni Sámal,
sum var millum
teir fyrstu, sum
fingu bil í Før
oyum, og sum
doyði av eini
spreingivanlukku
á nýggja hospitali
num í 1924