fríggjadagur 12. mars 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 12. mars 2010 – Nr. 50 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27
Dystir um
vikuskiftið
Hondbóltur
Sunset-kappingin
14/03 14.30 StÍF-VB
14/03 15.00 Stjørnan-VÍF
14/03 15.00 Tjaldur-Neistin
Atlantic Airways-kappingin
14/03 16.00 KÍF-Neistin
14/03 16.00 Kyndil-VÍF
14/03 16.00 StÍF-H71
Flogbóltur
Eik-ligan, kvinnur
13/03 11.30 Fleyr-Mjølnir
13/03 14.00 KÍF-SÍ
13/03 14.00 TB-Dráttur
Eik-ligan, menn
13/03 14.00 ÍF-Fleyr
13/03 16.00 Mjølnir-SÍ
Fótbóltur
Stórsteypadystur
14/03 15.00 HB-Víkingur
Tá Mjølnir og SÍ møtast í
Klaks vík í morgin, stendur
ein møguligur triði FM-
finalu dystur upp á spæl
Síðstu mongu vikurnar hevur ikki
ver ið tann stóri spenningurin í Eik-
lig uni hjá monnum, men nú seinasta
um farið er á skránni, er – um ikki
ann að – eitt sindur at spæla um hjá
teim um báðum fremstu liðunum,
Mjøl nir og SÍ, sum eisini møttust í
steypa finaluni herfyri.
Tað er langt síðani greitt, at tey
bæði liðini komu í finaluna, men av
tí at bara eitt stig er millum teirra,
verð ur dysturin í morgin avgerandi
fyri, hvat av liðunum endar ovast í
lands kapp ingini. Og síðu vinn ing ur-
in har er, at endaliga oddaliðið fær
rætt til heimavøll í einari møguligari
triðju FM-finalu.
ÍF tekur ímóti Fleyr í hesum sein-
asta umfarinum, har mest spenn-
andi løtan man vera eftir dystin, tá
bronsuheiðursmerkini verða hand-
að Fleyr, sum tað mesta av kapp ing-
ar árinum hevur ligið sum nummar
trý.
Bronsufinala
Í Eik-liguni hjá kvinnum er longu
greitt, at tað verða SÍ og TB, sum
skulu spæla FM-finalurnar, og sjálvt
um SÍ enntá skuldi tapt fyri KÍF, mis-
sa sørvágskvinnur ikki fremsta plás-
s ið og heimavøllin í møguligu trið ju
finaluni, tí settmunurin er +33 ímóti
+24 hjá TB, sum tekur ímóti Drátti
hesa ferð.
Hinvegin er broddur í dystinum
millum tey bæði »gomlu« flog bólts-
feløgini, Fleyr og Mjølnir, tí har kem-
ur vinnarin við vissu at standa eftir
við bronsumerkjunum. Mjølnir er
undan dystinum í morgin eitt stig
fram manfyri og hevur kanska sálar-
liga fyrimunin, men vinnur Fleyr, fer
liðið framum og tekur bronsuna.
Opin
kapping á
Tórsbreyt
Í morgin skipar Hvirlan fyri opn-
ari kapping á Tórsbreyt í Havn,
har kappast verður í spjótkasti,
klingru varpi og trístøkki. Hetta
er ein kapping, har møguleiki
er hjá íðkarum at betra síni met
ella at finna útav, hvørjum stigi
teir eru á.
Kappingarnar í spjótkasti og
trí støkki er fyri tey, sum eru
fødd í 1998 ella seinni, meðan
kapp ingin í klingruvarpi er fyri
tey, sum eru fødd í 1996 ella
seinni.
Byrjað verður í morginári
klokk an 10, og til meld ing ar-
freist in er úti í kvøld klokkan 22.
hil
Enn eru somu fimm lið ini
kandidatar til bæði finalu-
pláss og aftasta pláss í
At lan tic Airways-kapp ing-
ini, so har er framvegis
nerv í mestsum hvørjum
dysti
At breið semja tykist vera um, at
bestu deildirnar hjá kvinnum og
monn um í hondbólti skulu víðkast
kom andi kappingarár, merkir sam-
stund is, at umleið helvtin av tí sera
stóra spenninginum, sum hevur
ver ið í Atlantic Airways-kappingini,
er hørvin sum døgg fyri sól.
Frammanundan hevur tað verið
ein spurningur um lív ella deyð hjá
teim um fimm liðunum, sum liggja
nið an fyri Neistan og berjast, tí tey
øll hava verið bæði finalu- og niður-
flyt ingarkandidatar. Nú er tað stórt
sæð bara finaluplássið ímóti Neista-
num, tey hava at spæla um hesi
síðstu fýra umførini, ið eftir eru.
Púra opnir dystir
Tað er hinvegin ikki til at siga, hvørj-
um teir ymsu dystirnir enda við, tí
sjálvt ikki Neistin sleppur undan
tapum, samstundis sum hini fimm
skift ast um at spenna bein fyri
hvørt annað. Hesa ferð skal Neistin
til Kollafjarðar, har tað fyrr í vetur
endaði við, at KÍF vann – so alt kann
henda.
Gamli klassikarin millum Kyndil
og VÍF er eisini ein av dystunum, og
har fæst so at síggja, um VÍF stormar
víðari ímóti finaluni, ella um Kyndil
skal gera ein vørr. Í triðja dystinum,
sum er millum StÍF og H71, ræður
ikki minst um hjá hoyvíkingum at
vin n a, skulu teir aftur hava kjans at
ko ma í finaluna í ár.
Alt er avgjørt
Er eitt vet av spenningi eftir í mans-
kapp ingini, so er púra einki eftir av tí
slag num í Sunset-kappingini, sum
er uppaftur nærri endanum, tí har
bara eru tvey umfør eftir. Stjørnan
og Tjaldur eru í finaluni, Neistin
vinn ur bronsuna, og so er VB aftast
– men tó helst við ongum niður flyt-
ing ar vanda hangandi yvir sær kor t-
ini.
Tey bæði fremstu liðini spæla
bæði á heimavølli, men tó ímóti lið-
um, ið kunnu geva mótstøðu.
Stjørn an og VÍF endurtaka steyp a-
finalu na hjá kvinnum, samstundis
sum Neistin aftur hesa ferð fer at
vita, um tað ber til at kløkka annað
av liðunum omanfyri – hesa ferð
Tjald ur.
Í hinum endanum er so eisini
dyst ur millum StÍF og VB, har
stranda kvinnur mugu roknast sum
favoritt ar ímóti VB, ið neyvan kemur
av aftasta plássinum.
Forfinala um finaludyst
Alt kann framvegis henda
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
Bæði Mjølnir og SÍ hyggja uppeftir,
tí vinnarin av dystinum teirra
millum í morgin, vinnur heimavøll í
einari møguligari triðju FM-finalu
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Spæla um evsta plássið
Upp- og niðurflytingardystirnir millum KÍF, sum er
aftast í Eik-liguni, og Ternuna, sum er fremst í 1. deild,
verða næstu tvey mikukvøldini, fyrst í ítróttarhøllini í
Kollafirði mikukvøldið 17. mars klokkan 19 og síðani í
høllini í Tofta skúla mikukvøldið 24. mars klokkan 19.
Spælt verður best av trimum dystum, og skal ein triði
og avgerandi dystur til, verður hann á uttanveltaðum
vølli.
Kappast í Klaksvík
Árliga Klaksvíks-kappingin, sum KÍ skipar fyri, verður
um vikuskiftið. Lagt verður fyri við innleiðandi
dystunum í morgin, tá ÍF og KÍ spæla klokkan 13, og
síðani TB og B68 klokkan 15. Sunnudagin verða so
teir báðir seinnu dystirnir í kappingini, tá vinnararnir
frá degnum fyri spæla finaluna og tapararnir spæla
um triðja plássið.