Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 tíðindi Nr. 50 - 12. mars 2010 Eyðkenda dramatiska rútman millum ódn og stilli flytir áskoðaran út á eggina í nýggju málingunum hjá Eyðuni av Reyni, sum nú verða at síggja í Listaglugganum List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð í út við fýra ár letur listamaðurin Eyðun av Reyni upp eina stak­fram­ sýning. Málningarnir verða at síggja í Listaglugganum í Havn og spyrt tú Mortan Carlsen, gallaríeigara, hev­ ur Eyðun av Reyni neyvan verið betri enn júst nú. ­ Eftir mínum tyk­k­i vísa hesi verk­ini nak­að av tí besta, Eyðun av Reyni hevur avrik­að. Tað er ongin ivi um, at hann nú enn eina­ ferð staðfestir sín týðandi leik­lut í føroysk­ari myndlist, sigur Mortan Carlsen, sum hevur fylgt við listini hjá Eyðuni av Reyni í mong ár. Eyðkendur Eyðun Eyðun av Reyni hevur síðstu tíðina arbeitt við hesi framsýningini, sum eisini vísir eina nýggja síðu av listamanninum. Eyðk­enda rútman fjalir seg tó ik­k­i í málningunum, sum eru dramatisk­ir, og har ovur­ hugurin k­emur sjónliga fram á løriftinum og styðjar undir hugmyndina, sum er abstrak­t og máttmik­il. Serliga áhugavert er tað at síggja, hvussu listamað­ urin roynir seg við rættiliga øðrvísi litum, heldur Mortan Carlsen. Eisini eru fleiri av málningunum nak­að minni, enn vanligt, men harfyri er eyðk­endi dramatik­k­urin k­ansk­a sterk­ari enn nak­rantíð. ­ Tú ivast í øllum førum ik­k­i í, at hetta er Eyðun av Reyni, tí eg k­enni onk­i annað listafólk­ sum sansar náttúrumegirnar so sterk­t og fínliga í senn, sum hann, sigur Mortan Carlsen. Eisini í meir stillu mynd­ unum liggur eitt drama og lúrir, eitt nú í myndini »Vetrarnátt«, har einføldu strok­ini geva fatan av einum stilli, men har litir og k­ompositión geva varhuga av eini ótálmandi megi, sum er lík­a við at bresta. Tað ófatiliga Um so Eyðun av Reyni nevnir málningarnar »Landslag« ella »Illveður«, tyk­jast teir altíð at lýsa eina (føroysk­a) náttúru, sum støðugt broytist. Høvuðs­ innihaldið er nær­abstrak­tar hugmyndir av ódn og lands­ lagi við grýtutum, ósigilig­ um formum, sum fána burtur inn í endaleysa rúmd, umframt k­lettar, sjógvur. Tari, sum saman við luft, eldi og vatni, ófatiligastu elementum náttúrunnar, broytist til hvirluvindar úr reinastu ork­u, og sum føra ok­k­um til ytstu mørk­ini av tí, vit vita um fysisk­a heimin. Soleiðis sigur listfrøð­ ingurin Aðalsteinn Ingólfs­ son í bók­ um listina hjá Eyðuni av Reyni. Sambært honum er tað ik­k­i av leið at síggja fleiri av málningunum hjá Eyðuni av Reyni út frá átrúnaðinum í royndunum at fata ófataligu náttúru­ megina í olju á lørift, hana ið førir ok­k­um nærri at størsta loyndarmáli andans. Í hesum sambandi verður sipað til amerik­ansk­a list­ frøðingin, Robert Rosenbl­ um, sum var sannførdur um, at tað finst ein mátt­ mik­il átrúnaðarlig impulsur undir verk­unum hjá so­ nevndu »abstrak­tu ek­s­ pressionistunum«, hvørs verk­ eru grundað á myndamálið í landslagnum. Sambært Rosenblum týða hesi listafólk­ hetta mynda­ mál til hugmyndir av onk­rum øgiliga stórbærum og eins øgiligum loyndar­ máli við at oyðileggja inni­ haldið og sipa til nátúrligan ruðuleik­a og sk­apa eina á at líta endaleysa rúmd. Sam­ bært Aðalstein Ingólfson eru góðar grundir til at halda, at fleiri av allarbestu málningunum hjá Eyðuni av Reyni hósk­a ógvuliga væl til tulk­ingar sum tær hjá Rosenblum. Eyðun av Reyni í roki og rútmu Merkisverda stillið yvir myndini »Vetrarnátt« fjalir yvir eina ótálmaða megi, sum er við at bresta Allarnýggjastu og kanska nøkur av allarbestu verkunum hjá Eyðuni av Reyni verða at síggja í Listaglugganum restina av mánaðinum Náttúran hevur sína egnu rútmu í málningunum hjá Eyðuni av Reyni Framsýningin letur upp í dag klokkan 16 í Listaglugganum, Dr. Jakob­sensgøta 15 í Havn og verður at síggja allan mars mánaða