fríggjadagur 12. mars 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 50 · 12. mars 2010
2
VIKUSKIFTI
MaMMa er betur
enn Guðrun
Veitslan
har alt
kann
henda
Redaktørar: Inna Törnroos og Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Brúðarmynd / Miriam og Janus
4 REPoRTaSJa: Niels og sallyVer giftust tVær ferðir
8 TIPS: BrúðarkøkaN og BukettiN
8 90 SEKund: VaNja justiNusseN
12 REPoRTaSJa: fýra Brúdleypsfotografar
Vísa Bestu myNdirNar
16 SaMRøða: jóaN pauli joeNseN um Brúdleypssiðir
18 TIl aRBEIðIS: Hildur arge
19 uMafTuRafTuRuM: HøgNi djurHuus
20 TIPS: 11 Brúdleypsfilmar
21 TIPS: BrúðargáVaN til ymiskar peNgapuNgar
22 GREInaRøð: kalda kríggið
24 SaMRøða: HeiNiNa og sigurd gaard HaNseN
HaVa Verið gift í 60 ár
18 SPyRST So lIvST: rigmor sVarar
19 Mín BESTa uPPSKRIfT: CupCakes
23 Tað hEnduR: koNsertir, Bøkur, seNdiNgar osfr
24 vIKuMyndIn: Besta myNdiN í VikuNi
Vit eru í romantiskum hýri í Vikuskiftinum
hesa vikuna. Vit hava sett sjóneykuna á
brúðleyp og tosað við tey, sum eru nýgift,
tey, sum fyrireika brúðleypið, tey, sum hava
verið gift eitt heilt lív og tey, sum vita hvørjir
siðir eru føroyskir brúðleypssiðir.
Tað eru tólv og eitt hálvt ár síðani, eg stóð
har frammi við altarið í Sørvágs kirkju!
Eg var 25, og hann var 27!
Vit vóru nýútbúgvin, fátøk og forelskað!
Veitslan var á Hotel Vágum fyri 100
inbodnum gestum. Familja og vinir úr
Føroyum, Svøríki, Álandi og Finnlandi.
Eg var - um eg skal siga tað sjálv - ein
hampuliga vøkur brúður. Heilt erligt hava tit
nakrantíð sæð eina ljóta brúður? Ikki eg! Hvíti
kjólin fær tað besta fram í teimum flestu!
Eg var sjálvandi nervøs, men eg elskaði
at standa brúður.
Síðani tá havi eg verið í nóóógvum
brúdleypum. Vit vóru millum tey fyrstu av
vinunum at giftast, og nógv eru løgst aftrat
- og nøkur longu skild eisini...
Serliga minnist eg ...
...Brúdleypið hjá svágrinum, ið varð
hildið á ársins heitasta dagi á Álandi, og
brúdleypsgestirnir, ið mest mintu um reyðar
hummarar av hita.
...Brúdleypið hjá systrini, har flogfarið
skuldi náast, og bilførarin hevði gloymt
okkum og brúðarparið eftir í veitsluhølinum
og koyrt til flogvøllin.
...Brúdleypini í Miðvági - sama kvøld - 100
metur ímillum, og eg og maðurin ótu tríggjar
rættir x2 - hoyrdu talur x2 - ótu kakur x2.
...Brúdleypið, har parið hevði drukkið í
so nógv vín, og brúðarvalsurin gjørdist í so
ónærisligur frammanfyri ommum, abbum og
gestum.
...Brúdleypið, har sviger av misgávum
segði, at hann hevði verið forelskaður í
brúðrini.
Og so framvegis ...
Tað er fantastiskt at giftast - og tað er
fantastiskt at verða boðin í brúdleyp.
Góða eydnu til tykkum øll, sum eru á veg
inn í hjúnarlag í summar.
INNIHALD
Skjótt verður akademiska flogvitið
Esmar Eysturoy giftur maður
PiPaR & Salt
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað má vera ársins celebrity brúdleyp
í Føroyum í ár. Akademiska flogvitið
Esmar Eysturoy skal á páskum giftast
við unnustuni Guðrun, og tað skal
gerast í fullsettari ítróttarhøll á Hálsi
í Havn.
Men hóast Esmar Eysturoy
viðurkennir, at tað kriplar eitt sindur
í búkinum, nú hann skal giftast við
langtíðar unnustu sínari, so er eingin
sum mamman.
- Eg vil siga, at mamma á mangan
hátt er betur enn Guðrun. Til dømis tá
vit eta fisk. Tá koyrir mamma skalið av
fiskinum fyri meg, og hon veit, at mær
dámar betur halan enn bringuna. Men
tá Guðrun ger fisk, so fái eg bara alt,
sigur Esmar Eysturoy.
- Men kanska Guðrun kann læra tað
við tíðini, sigur hann.
Hugnar sær ófært
Esmar Eysturoy hevur veruliga notið
seinastu dagarnar, áðrenn hann av
álvara verður knýttur saman við
Guðrun. Hann sigur seg hava hugnað
sær saman við nógvum konufólki
seinastu vikurnar, og bara hesa seinastu
vikuna hevur hann verið í hóslag við
fimm damur.
- Tað er spurningurin, um brúdleypið
ikki skuldi verið útsett ein mánað, so
eg kundi hugna mær eitt sindur afturat,
sigur Esmar Eysturoy.
Men Guðrun veit, at Esmar er ein
reypari, og hon tekur hann ikki altíð
fyri fult.
- Eg stóli upp á Esmar, og eg veit, at
alt passar ikki, sum hann sigur.
Brúdleypið hjá Esmari og Guðrun
verður á stóra showinum hjá Pipari &
Salt, sum verður hildið í Havn annað
páskakvøld.
Hóast Esmar Eysturoy Er raktur av
kærlEikspílum, HEldur Hann, at mamma
Hansara Er bEtur Enn komandi konan
myND: MIRIAM OG JANUS PhOtOGRAPhy
klumman
Inna Törnroos