Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 50 · 12. mars 2010 19 VIKUSKIFTI SoSIalurIn hevur hITT TeIr báðar FólKaTIngSlImIrnar Høgna Hoydal og Edmund JoEnsEn á ChrISTIanSborg TIl KjaK um loySIng og Samband í ljóSInum av FíggjarKreppunI. edmund joensen: Øðrvísi vask Eitt er at standa undir heitari brúsu á nýumvælda vesinum í sethúsunum. Nakað heilt annað er at fara út at svimja mitt um veturin og verða vaskaður av einum eldri kinesarar, meðan mann liggur skerflatur í kavanum. Ja, vit skulu ikki taka støðu til, hvat er betur. Eg eigi eingi børn. Og eg royki ikki. Tí noyðist eg at arbeiða minst sjey vikur meira um árið enn tey, sum eiga børn og roykja. Men eg fái somu løn sum tey. Eisini somu løn sum kvinnurnar, sum arbeiða sjey vikur minni enn eg um árið. Árs løn in er tann sama, ikki eitt oyra á muni. Segði nakar somu løn fyri sama arbeiði? Tvætl og paranoia, sigur lesar in (um nakar er) innantanna ella hart sam an við nøkrum eiðum. Nei, einki tvætl og enn minni para noia. Men eg viðgangi, at hatta ljóðar løgið, ljóð ar nakað sum ein pástandur úr leys um, blá um tjørulofti. So er ikki. Gamaní, próvbyrðan er mín. Hana megni eg væl at lyfta og bera langt. Fólk, sum eiga børn, hava rætt til at vera heima hjá sjúkum børn um tíggju dagar um árið. Rætt til tígg ju frídagar, sum vit barn leysu ikki fáa. Tað stendur í sátt mál a num. Tíggju arbeiðsdagar, sum verða kon ver ter aðir til frídagar, eru tvær vikur. Og børn í Føroyum eru sjúk, minst tíggju dagar um árið. Heilsu­ støð an er syndarlig, fyrst og fremst tí at børn liva av kola, Red Bull, kip si og øðrum svansi. Ókey, har fóru tvær vikur við løn. Tey, sum roykja, sleppa ikki long ur at roykja inni. Tey hava tí roykipavsur, minst fýra hvønn ar­ beiðs dag. Hvør roykipavsa er á leið eitt korter, tí nógv er at sleyga um úti á trappuni ella und ir trappuni mill um guvarnar og ælini. Og kvinnurnar skulu kunna hvør ja aðra um síni sjúku børn, geva góð ráð og siga frá royndum, góð um og ringum, ja, útveksla er­ far ing ar. Ein roykipavsa varar tí nógv longur enn eina sigarets tíð. Eingin sáttmáli sigur nakað um royki pavsur. Men sáttmálar siga so nógv annað, sum ongantíð verð ur brúkt, so tá eigur at bera til at gera okkurt, sum sáttmálin einki sigur um. Aftur til roknistykkið. Eg rokni við 210 arbeiðsdøgum um árið í mín um hávísindaliga á støði. Minst ein tími um dagin fer til at hála fríska luft gjøgnum sigarett ina. Tí fara 210 tímar um árið, við løn, upp í bláan royk, sum er farin gjøgnum tvey filtur, tað í sigarettini og tað í lungunum. Ar beiðs vikan er 39 tím­ ar. 39 tímar upp í 210 tímar geva knap p liga 5,4 vik ur. Og so tær báðar vikur nar heima við sjúkralegurnar aftur at. 7,4 vikur, næstan tveir mán að ir, ar beiða eg og tey, sum ikki royk­ ja, og tey trý­fýra, sum ikki eiga børn, meira um árið enn hini. Fáa vit somu løn fyri sama ar beiði? No way. Men tað skal ikki skilja okkum. Held ur ikki, tá roykjararnir fáa tveir tímar um dagin at roykja. Tí um stutta tíð verður forboðið at royk ja á matriklinum hjá ar beiðs plássi num. Tá kemur tíðin, sum royk jar ar nir brúka til at fara út um matrikullin og innaftur, upp í royki pavsurnar. Í Svøríki er royking í ar beiðs­ tíð ini eingin trupulleiki. Nei, latið okk um heldur siga, at í Svøríki er støð an en onnur, so fornerma vit ong an. Har snúsa fólk. Og tað kann gerast inni. Fólk kunnu snúsa og ar beiða í senn. Einki eit ur passiv snús ing. Snús dálkar bara tenn og spýti bakkan. Vit, sum ikki roykja, vilja ikki ha va roykin innaftur. Vit un na væl roykjarunum løn fyri hálva sættu viku fyri at roykja og sley­ ga. Landskassin fær skatt av lønini og harafturat MVG og øll møgulig av gjøld av sigarettunum. Pengarnir koma innaftur. Vit kunnu siga, at royk ing í arbeiðstíðini er út reiðs lu ­ neutral, sum tað eitur í eyka játtan­ ar lógunum. Hvussu nógv roykja? 40 prosent? So ikki einki leggja tey har niðri á lands kassabotninum. Og so vil onkur illavorðin leggja aftur at, at roykjarar kosta ikki so nógv í fólkapensjón. Men tað vóru ikki míni orð. UmaftUrafturum høgNi dJurhuus Man sær tað fyri sær Stórsligin klaverkonsert Dimma Fá hann á landsliðið! Holst flongdi botnliðið Olivant Sikken ein grækarismessa Tjaldur flongdi StÍF Dimma Havið eldsløkkjaran kláran Eg kann rúka næstu ferð Sosialurin Fullveldi parkera Høgni Hoydal í hernað ímóti bankunum Dimma Góð tíðindi fyri mannfólk FIFA friðar bóltin Sosialurin Fækkaðu málini? Ein løtu gekk nú betur hjá H71, og teir minkaðu um støðuna 3-2 í sjónvarpinum Hvat fyri slag av bilum? Málið um Tjørnuvíkarvegin hevur verið frammi við jøvnum millumbilum Sosialurin Bara teir ikki verða tiknir fyri fart Lada í Formel 1 Olivant Hvat er ph-virðið? Føroyar byrja í Etslandi Dimma ranga í strúpan Mangla kavaspenning Vit hava ovmikið av kava í Føroyum, men vit duga ikki serliga væl at fáa nakað stuttligt og spenandi burturúr. her heima er størsti kavaspenningurin um, hvørt Landsverk hevur grivið vegirnar, ella um mann fær ein skalv av einum hústeki í høvdið. Aðrastaðni hava tey allar hugsandi kreativar kappingar, sum til dømis í sveis, har tey hava kappingar við hesum í kavaveðri. Sólferia Ein kvinna liggur nakin á takinum á gistingarhúsinum og sólar sær, tá ið ein tænari kemur stórleypandi og biður hann lata seg i. - hví tað? Fyri tað fyrsta liggi eg á búkinum, fyri tað næsta havi eg handklæði klárt, um nakar kemur upp her, sigur kvinnan. - Ja og fyri tað triðja liggur tú á glastakinum á matstovuni, svaraði tænarin. mynd: poLFoto mynd: poLFoto Roykipavsa við løn