mánadagur 15. mars 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 51 - 15. mars 2010
Á botn í ár
Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon
(myndin), segði um vikuskiftið, at búskaparkreppan í
Íslandi kemur niður á botn seinni í hesum árinum, og at so
fer at ganga hinvegin. Hann ásannaði, at arbeiðsloysið er
søguliga stórt, og at tað helst verður størri, enn metingar
hava sagt. Fleiri hava fýlst á, at stjórnin hevur ikki gjørt
nóg mikið fyri arbeiðsmarknaðin, men Jóhanna
Sigurðardóttir, forsætisráðharri, hevur sagt, at tað er
neyðugt at fáa eina semju um Icesave-skuldina, áðrenn
stjórnin kann fremja átøk, ið skulu fáa ferð á búskapin.
SF ein frammaná
Teir seinastu mánaðirnar hevur tað gingið sum eftir ánni
hjá Sosialistiska Fólkaflokkinum í Danmark, men nú tykist
vend vera komin í. Í februar vísti ein meiningakanning, at
flokkurin hevði fingið 18,1 peosent, um fólkatingsval var
tá, men um vikuskiftið vísti ein nýggj kanning, at nú hevði
flokkurin fingið bara 15,5 prosent av atkvøðunum. Úrslitið
er kortini væl betur enn tey 13 prosentini, sum SF fekk á
valinum í 2007. Hóast afturgongdina hjá SF hevði
andstøðan fingið meiriluta í Fólkatinginum, um val var nú.
Men tað hevði bara verið ein tingmaður á muni.
Flog
vøllurin
í Vágum
ein stór
hóttan
Byggja vit
flogvøllin í Vágum
út, fer tað at útseta
eina varandi loysn
eini 25-35 ár, heldur
Poul Michelsen úr
Fólkaflokkinum
Flogvøllurin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Størsta hóttanin ímóti
føroyska samfelagnum í
framtíðini er at byggja
flogvøllin í Vágum út.
So bersøgin var Poul
Michelsen, tingmaður fyri
Fólkaflokkin, tá ið Løg-
tingið nú ein dagin við-
gjørdi ætlanina at byggja
vøllin í Vágum út.
Hann ivast nevniliga
ikki í, at verður vøllurin í
Vágum bygdur út, fer
tað at útseta eina varandi
loysn í 25-35 ár.
- Eg unni ikki mínum
eftirkomarum eina so
vánaliga
loysn,
legði
hann afturat.
Hann sipar til, at hann
sær ein framtíðar flog-
vøll, sum eina fortreyt
fyri at menna samfelagið
og fyri at menna vinnuna
og útflutningsvinnuna.
Hann segði, at hann
hevði ein lista yvir flog-
før, sum kunnu lenda á
einum útbygdum flog-
vølli í Vágum.
- Men tað er onki av
hesum flogførum, sum
kann brúka vøllin í Vág-
um uttan avmarkingar og
tí kann íløgan ikki opti-
merast.
Hann gjørdi kortini
greitt, at hann fer at
atkvøða
fyri
útbygg-
ingini.
Men hann vil sam-
stundis hava tingið at
semjast um at fáa eina
óhefta kanning av einum
framtíðar flogvølli so at
tann ætlanin ikki skal
detta niðurfyri.
Fyri jól helt politiski
formaðurin í Javn-
aðarflokkinum, at
avgerð skuldi ikki
takast um at byggja
flogvøllin í Vágum
út, fyrrenn úrslitið er
komið av kanningin
um, hvar í Føroyum
tað er best at gera
ein flogvøll. Men tað
sjónarmiðið hevur
hann ikki longur
Flogvøllurin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Sum støðan er nú, er onki
annað at gera.
John Johannessen, polit-
iskur formaður í Javnaðar-
flokkinum, hevur broytt
meining um ætlanin at út-
byggja flogvøllin í Vágum.
Fyri jól helt hann, at støða
eigur ikki at verða tikin til
útbyggingina,
fyrrenn
úrslitið er greitt av eini kann-
ing sum vísir, hvar í landin-
um tað er best at leggja ein
framtíðar flogvøll.
Tann kanningin verður lið-
ug so mikið skjótt, at hóast
Løgtingið fer at samtykkja
útbyggingina í Vágum enda-
liga í morgin, eru gravkýrnar
neyvan farnar ígongd, áðr-
enn úrslitið fyriliggur um,
hvar í landinum ein flogvøll-
ur liggur best.
Útsetur ein
framtíðar flogvøll
Fyri Jól helt John Johannes-
sen, at tað var skeivt at
útbyggja flogvøllin í Vágum
fyri 400 milliónir, fyrrenn
vit vita við vissu, at tað er
har, at ein framtíðar flog-
vøllu liggur best.
- Byggja vit flogvøllin í
Vágum út til fulnar, kunnu
vit gloyma alt um ein annan
vøll tey næstu 40 árini, hóast
kanningin skuldi komið til
tað úrslit, at okkurt annað
stað í Føroyum er betri
hóskandi at gera flogvøll á,
segði politiski formaðurin í
Javnaðarflokkinum fyri jól.
Men nú heldur hann, at
tað er rætt at byggjavøllin í
Vágum út.
Hann vísir á, at vinnu-
nevndin hjá Løgtinginum
hevur viðgjørt útbyggingina
út í æsir og har hava tey
eisini tikið atlit til tey ivamál
um framtíðarflogvøllin, sum
hann sjálvur hevur havt.
Og ein samd vinnunevnd
heldur, at flogvøllurin í
Vágum skal byggjast út.
Harumframt er útbygg-
ingin blivin nógv bíligari
enn væntað og tað er ein
orsøk afturat til, at tað er
vert at taka av.
Stúrir framvegis
Men hann stúrir framvegis
fyri, at hetta fer at kvala alt
tos um ein framtíðarflogvøll
í Føroyum tey næstu 40
árini.
Tvístøðan, vit standa í, er
at byggja vøllin í Vágum út,
ella um vit skulu bíða í nógv
harrans ár eftir einum nútím-
ans flogvølli, sum støðan í
samfelagnum er nú.
Hann vísir á, at undir øll-
um umstøðum tekur tað
fleiri ár at fyrireika ein
nýggjan flogvøll.
Hann heldur framvegis, at
tað er bæði keðiligt at taka
taka avgerð um at byggja
flogvøllin í Vágum út áðrenn
úrslitið av hinari kanningini
fyriliggur.
Hann heldur enntá, at tað
er undarligt at Løgtingið
ikki kann bíða eftir úrslit-
inum.
Men hann heldur ikki, at
tað er nakar vegur aftur,
sum støðan er nú.
Hann vónar bara ikki, at
hetta fer at skjóta ein fram-
tíðar flogvøll alt ov langt
fram í tíðina.
Broytt meining um flogvøllin
í Vágum síðani á jólum
Í morgin fer Løgtingið
at samtykkja ætlanina
at bygjaflogvøllin í
Vágum út og eisini
tinglimir, sum eru
ógvuliga ivingarsamir,
fara at atkvøða fyri