Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mars 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 51 - 15. mars 2010 - Lógin um starvs- fólk ini í kirkjuni má geva heimild til, at kirkjan tær tey starvs fólk sum hon hevur brúk fyri, sigur Tumm as Lauritsen, for mað ur í Felagnum fyri Kirkjuráðslimir. Um vikuskiftið hevði felag ið aðalfund sín í Leguhúsinum í Nesvík KirKjan Orð&Myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo - Nú vantar bara lógin um starvsfólk kirkjunnar, legði hann dent á í for mans frá- greið ing síni. - Tað dagliga lógar verkið hjá kirkjuni má fylgja við tíðini, tí kirkjan má virka í síni samtíð. Hetta verður, sambært Tummasi ein spennandi av bjóð ing, tí henda lógin kann annaðhvørt forða ella geva møguleika til eitt rík- ari kirkjulív. - Tað er upp til okkum at ávirka, soleiðis at henda lóg in kann geva heimild til, at kirkjan fær tey starvsfólk, sum ein nútíðar kirkja hev- ur brúk fyri. - Men samstundis skulu vit ansa eftir, at okkara kirkja ikki gerst ein “funk- tion er-kirkja”, heldur enn ein fólkakirkja, sló Tummas Laurit sen fast. Hann helt tí, at tað støðugt verður neyðugt at halda lógarverk og reglu- verk viðlíka, sum væntan og fyritreytir broytast. Neyðugt verður tí við ein um breiðum orðaskifti um lógirnar, sum longu eru gald andi. - Á henda hátt kunnu so ver andi lýti lúkast burtur, utt an at taka tann góða gróð ur in við, segði for- maðu r in, og vísti her til tvør leikan við at fíggja fram tíð ar kirkjubygging í miðal stórum sóknum. Framgongd Hetta seinasta valskeiðið hev ur verið merkt av fleiri fram brotum innan føroysku fólkakirkjuna. - Ja, neyvan er tað hent áð ur, at so nógvar stór hend- ingar eru farnar fram, innan so stutt tíðarskeið í føroysku kirkjusøguni, vísti Tummas Lauritsen á. Millum tey stóru málini er yvirtøkan av fólka kirkju- ni, valið av nýggjum bi sku- pi, kirkjuvígísla, setan av nýggj um prestum og ikki minst tað framhaldandi ar beið ið við lógarsmíði at fáa kirkjuna at virka í síni sam tíð. Tummas Lauritsen vísti á, at serliga nógv frambrot hen du í 2007. Í fyrsta lagi varð kirkjan yvirtikin á ólav søku. Men hetta árið hen du eisini aðrar stórar broy t ingar innan kirkjuna: Hetta sama árið fór eisini fram val av nýggjum biskupi, tá Jógvan Fríðriks- son varð valdur fyri Hans Jacob Joensen. Og fyrr í ár varð somuleiðis settur nýggj ur dómpróstur, tá Uni Næs tók við eftir Bjarna Bæk. Ein annar varði í søguni hjá føroysku kirkjuni var tá hoy víkingar fingu sína kirkju í november hetta árið. Hinvegin hevur leingi ver ið bíðað eftir lógini, sum gav loyvi til at fleiri prest ar kundu setast í føst størv. Fleiri sóknir hava nú fingið nýggjan prest, men enn eru størvini í Hvalvík, Fuglafirði og í Hvalba enn ikki sett. Fólkakirkjan skal altíð verða ein fólkakirkja Nýggj fólk í nevndina Á aðalfundinum var eisini val av nevnd - seks kirkjuráðslimir og ein prestur. Valið verður hildið á fyrsta aðalfundi eftir hvørt kirkjuráðsval og situr til fyrsta aðalfund eftir næsta kirkjuráðsval. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni leygardagin hevði við sær, at hesir kirkjuráðslimir vórðu vald í nevndina: Jórun Johannesen av Norðskála; Óluva Djurhuus úr Kollafirði; Tummas Lauritsen úr Miðvági; Hans J. Lamhauge úr Lamba; Dagbjørt Ó. Hansen úr Norðragøtu. Av prestunum varð Theodor E.D. Olsen úr Kvívík valdur. Sambært viðtøkunum fyri felagið skipar nevndin seg skjótast gjørligt eftir ársfundin. Ungur kirkjuráðslimur Í hesum døgum verður nógv tosað um javnstøðu. Hetta hen di ikki minst í sambandi við altjóða kvinnudagin fyri viku síðani. Í einum yvirliti, ið bispaskrivstovan hevur gjørt sæst, at tá talan er um limir í kirkjuráðunum kring landið, eru flest menn í hesum ráðum - 55 %. Her sæst, at samanlagt eru 371 limir í kirkju ráð u- num. Av hesum eru 205 menn og 166 kvinnur. Ein av kvinnunum í kirkjuráðunum er Durita Djur- huus av Selatrað, og man hon teljast millum yngstu kirkjur áðslimir í landinum. Hon var eisini við á fundinum í Nesvík, og her fekk Sosialurin samrøðu við hana. Í einum seinni blaði fara vit at hava samrøðu við hana. - Neyvan er tað hent áður, at so nógvar stórhendingar eru farnar fram, innan so stutt tíðarskeið í føroysku kirkjusøguni, sigur Tummas Lauritsen, formaður í Felagnum fyri Kirkjuráðslimir Ein rættiliga stórur partur av føroysku kirkjuráðslimunum hittust til fundar í Nesvík um vikuskiftið Danska kreppan drúgv Hóast ávís smá tekin eru um batar í danska búskapinum, fer tað at taka í minsta lagi trý ár, til búskapurin kemur aftur á tað støðið, sum hann var á undan kreppuni. Tað skrivar Børsen. Blaðið vísir á, at sambært teirri seinastu metingini hjá stjórnini kemur bruttotjóðarframleiðslan ikki aftur á sama støði fyrr enn í fyrsta lagi í 2013. Fleiri leiðandi búsksparfrøðingar, teirra millum yvirvísmaðurin Hans-Jørgen Whitta Jacobsen, halda, at tað kann taka uppaftur longri tíð at fylla holið, sum stendst av kreppuni. Óneyðugir keisaraskurðir Meiri enn 20 prosent av teimum børnunum, sum verða fødd í Danmark, koma í heimin við keisaraskurði, og í støðugt fleiri førum hendir tað, uttan at tað er læknafakliga neyðugt. Ein kanning hjá Ukrskriftet vísir, at fleiri kvinnur velja keisaraskurð, tí tær halda tað vera tryggari fyri børnini og tær sjálvar. Hetta undrar granskararnar, tí veruleikin er, kvinnur, sum eiga við keisaraskurði, fáa ofta størri trupulleikar enn tær, sum eiga á vanligan hátt, skrivar Ugeskriftet. Granskararnir halda, at betri upplýsing kann fáa nógvar kvinnur at velja vanliga føðing heldur enn keisaraskurð.