Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mars 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Nr. 52 - 16. mars 2010 kapping Tey fimm útvaldu 100 tals pør meldaðu seg til kappingina um at vinna eitt brúdleyp. Kass in við seðlum var á trem ur í SMS, og mána dagin, tá drigið varð, vóru tað hesi fimm pør, sum komu víðari í kappingini. Her fáa tit stutt at vita, hvørji tey eru, men kom andi fimm týsdagar verða longri samrøður við pørini. Siri Johnsdóttir og Martin Mohr í Grund Bústaður: Eiði og Gøtu Giftast: 6. august Aldur: Siri er 25 og Martin er 24 Børn: Eingi Hvussu leingi hava tit verið saman? Umleið 18 mánaðir Hví giftast tit í summar? Tí at vit elska hvønn annan, og skal tað verða, so skal tað verða í summar eftirsum Siri lesur í Danmark. Hvat fekk tykkum at melda tykkum til kappingina? Systir mín helt, at tað var sum gjørt til okkum eftirsum vit ikki eiga nakran pening, tí vit eru lesandi. Matilda Sivertsen og Lucas B Ceni Bústaður: Tórshavn Giftast: 10. juli Aldur: Bæði eru 20 Børn: Eingi Hvussu leingi hava tit verið saman? Í 14 mánaðir Hví giftast tit í summar? Hann gongur í skúla og vil fegin verða liðugur áðrenn vit giftast. Vit ætla okkum víðari í skúla, og tí passar tað væl at gera tað í summarferiuni. Hvat fekk tykkum at melda tykkum til kappingina? Vit eiga ikki so nógvar pengar, og so hildu vit at vit kundu bara prøva at vera við. Eyðbjørg E. Antoniussen og Òli Nolsøe Bústaður: Argir Giftast: 10. juli Aldur: Óli er 29 og Eyðbørg er 28 Børn: Eingi Hvussu leingi hava tit verið saman? Í 3,5 ár - komu saman í oktober 2006 Hví giftast tit í summar? Vit vilja giftast, áðrenn eg fylli 30... haha! Nei tað er ongin serlig orsøk til, at tað bleiv í summar. Hvat fekk tykkum at melda tykkum til kappingina? Tað gjørdu vit mest til stuttleikar - vit skulu giftast allíkavæl og hildu tað verða passandi. Kim Roest og Barbara Nielsen Bústaður: Trongisvágur Giftast: 7. august Aldur: Barbara er 25 og Kim er 26 Børn: Eingi Hvussu leingi hava tit verið saman? Í 8 ár Hví giftast tit í summar? Vit tóku ring uppá fyri tveimum árum síðani, og so kann man líka so gott takað eitt stig aftrat. Hvat fekk tykkum at melda tykkum til kappingina? Tað ljóðaði spennandi. Eitt brudleyp kostar nógvan pening, so tað hevði verið gott at fingið hjálp við tí. Par 1 Par 3 Par 4 Par 5 Elna Høgenni og John A. Poulsen Bústaður: Hoyvík Giftast: 10. juli Aldur: John er 28 og Elna er 24 Børn: Tvey børn Hvussu leingi hava tit verið saman? 3 ár og 2 mánaðir Hví giftast tit í summar? Vit tóku ring uppá 2008 og hildu, at tað hevði verið hugnaligt at havt brúdleyp um summarið, eftirsum vit hava nógvar vinir, sum búgva í Danmark. Hvat fekk tykkum at melda tykkum til kappingina? Sjálvandi hevði tað verið ein góð hjálp, um man vann gávukortið, men eisini tí at tað er stuttligt at royna okkurt nýtt. Tað er ikki so ofta at slík tiltøk eru í Føroyum. Par 2 Lagt til rættis: Inna Törnroos