Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mars 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 53 - 17. mars 2010 Vestmannatrolarin Skála fossur slapp við 40.000 krónum í bót fyri at hava fiskað við ov smáum meskum ÓlÓgligur fiskiskapur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Seinnapartin í gjár boðaði Fiski veiðieftirlitið politi­ num frá, at Tjaldrið hevði tik ið Vestmannatrolaran Skála foss á Skeivabanka. Fólk av Tjaldrinum høvdu verið umborð og kundu staðfesta, at mesk ar­ nar í trolinum vóru ov smá­ ar. Markið er 145 mm, men meskarnar á trolinum hjá Skála fossi vóri 141 og 142 mm. Tjaldrið fór til Havnar við Skálafossi, sum longu týs k vøldið fekk eitt sektar­ uppskot upp á 40.000 krón­ ur. Tað góðtók spiparin, og reiðaríi veitti trygd fyri upp hæddini. Túrurin hjá Skálafossi var um at vera liðugur, tá ið hann var tikin. Skálafossur góðtók bótina Fleiri kvinnur enn vanligt sótu á áhoyraraplássinum, tá ið tingi í morgun fór undir at viðgera tey fýra uppskotini um at broyta valskipanina. Tað skaðar ikki at møta her, og vit noyðast til at gera eitt størri arbeiði fyri at fáa fleiri kvinnur valdar, segði ein av áhoyrarunum, Helena Fríðheim Valskipan Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Longu áðrenn tingfundurin í dag byrjaði klokkan 11, vóru nakrar kvinnur komnar í løgtingið at lýða á, meðan tingið viðgjørdi upp skotini um at fara frá verandi skipan við einum val dømi, hava fólkaatkvøðu ella seta eina nevn. Summi høvdu tó vænta fleiri kvinnur sum áhoy r ar ar, tí seinastu tíðina hava fleiri kvinnurfelagsskapir ávara ímóti at fara aftur til at hava fleiri valdømi, og allar kvinnurnar, sum sita í løg­ tinginum, eru samdar um, at best er við einum val dømi. Á áhoyrarastólunum sótu 10­12 kvinnur við nøkrum børnum og so onkur hend­ inga maður. ­ Hetta er ein øgiligur kvinnu áhugi, helt onkur politikari skemtiliga fyri. Onkir nýttu høvi at fara at heila upp á kvinnur á áhoyr­ ar astólunum. Beinanvegin, sum fund urin varð settur, høvdu 24 tingfólk teknað seg á listan fyri at fáa orðið. Tað er ikki óvan ligt, tá ið nógv fólk lýða á, um enn málið er stórt ella smátt. Orðaskiftið fór í gongd, og har varð sagt ymsikt meira ella minni við kom andi um sjálvt málið og um ymist annað. Meðan politikararnir fóru upp á røðarapallin kropp á kroppi, skiftu vit orð við eina kvinnu á áhoyraraplássinum. Nú má tað verða ­ Tað er upp á tíðina, at vit fáa fleiri kvinnur valdar, og tað hevur ongantíð verið meira neyðugt enn nú at fara til verka. Men tað krev ur eitt stórt arbeiði. Hvussu skulu vit kunnu mark nað arføra hetta landið við so lítlari kvin nu um boð an. Vit kunnu sam met ast við lond í triðja heimi num, og tað ber ikki til long ur, held ur Helena Fríð­ heim. Hon heldur tað hjálpa, tí ið kvinnur møta upp á einum ting fundi bara fyri at gera vart við, at tær eru til. Tað skað ar í hvussu er ikki, sigur Helena Fríðheim. Hon hevur fleiri ferðir vænt að, at nú fór tað at verða, at fleiri kvinnur fóru at verða valdar, men hvørja ferð hevur hon verið vón­ svik in, til dømis aftan á kvinnu ráðstevnur. ­ Men vit eru upp móti sterk ari kreftum, sum ar beiða ímóti, at kvinnur verða valdar, sigur Helena Fríð heim, sum heldur tað vera alt ov tíðliga at fara frá ver andi valskipan. Næstan bara kvinnur møttu Nakrar kvinnur møttu á tingfundinum, sum byrjaði fyrrapartin, at hoyra orðaskiftið um valskipanina Mynd: Jens Kristian Vang Tá i Skálafossur kom inn týskvøldið, stóð politiið á bryggjuni, og trolið kom í land Mynd: Eirikur Lindenskov Sum borgarakríggj Stríðið millum myndugleikarnar og rúsevnaharkaliðini í Meksiko líkist meiri og meiri einum borgarakríggi. Tað er als ikki óvanligt, at tíggjutals fólk verða myrd ella fella í skotbardøgum um dagin, og tað er heldur ikki óvanligt at síggja høvuðleys lík í gøtunum. Rúsevnaharkaliðini eru púra eirindaleys. Tey royna at keypa sær stuðul frá løgreglumonnum og embætismonnum, og teir, sum siga nei, verða stutt sagt myrdir. Í summum førum verða næstringarnir eisini tiknir av døgum, skrivar AP. ES selir útgerð til píning Hóast ES hevur staðfest ST­bannið ímóti øllum handli við útgerð, sum er ætlað at pína fólk við, eru tað framvegis nøkur av limalondunum, sum selja tílíka útgerð. Tað skrivar Amnesty International í einari nýggjari frágreiðing. Sagt verður, at hóast ES staðfesti ST­bannið í 2006, hava Spania, Kekkia, Italia og Týskland loyvt fyritøkum at útflyta útgerð, sum sambært ST­reglunum er ólóglig. Ein talsmaður fyri Amnesty International sigur, at ES hevur staðfest ST­bannið, men at nøkur lond hava ikki tett hol í lógini, sum gera tað møguligt hjá fyritøkum at selja útgerð til píning.