mikudagur 17. mars 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 53 - 17. mars 2010
Tórbjørn Jacobsen
úr Tjóðveldi reisir nú
eitt mál, sum hevur
verið forboðið at
tosa um í føroyskum
politikki í fleiri ár
Fíggjarlógin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tey, sum fáa arv í Føroyum,
kunnu saktans betala eitt
hægri avgjald til lands
kassan av arvinum.
Tað
heldur
Tórbjørn
Jacobsen,
næstformaður
fyri Tjóðveldi og umboð
floksins í fíggjarnevndini.
Sostatt hevur hann nú
tikið eitt orð í sín munn,
sum í fleiri harrans ár mest
sum hevur verið at rokna
sum ein illbøn í føroyskum
politikki.
Í øllum førum hevur tað
verið mestsum líka ringt at
tosa um at hækka arva
gjaldið, sum tað hevur
verið at tosa um
ognarskatt.
Men tað ræðir ikki tjóð
veldismannin frá at reisa
málið av nýggjum.
Hann staðfestir, at vit hava
eitt tað lægsta arvagjaldið í
tí framkomna heiminum.
Í øllum førum hava vit
nógv tað lægsta arvagaldið
í Norðurlondum.
Tí heldur hann, at hetta er
ein skrúva, sum væl tolir at
verða táttað fyri at hjálpa
búskapinum aftur á beint.
Klárar ikki at hugsa
um ognarskatt
Hann ásannar, at tað, sum
kann útvegast av eyka
inntøkum í landskassan av
at hækka arvagjaldið, er
bara ein viðfáningur.
Tað verður ikki hetta,
sum kemur at bjarga lands
kasanum, tí tað skal nógv
sterkari lútur til enn so,
sigur hann.
Tá ið hann kortini nevnir
møguleikan at hækka arva
gjaldið, er tað fyri at hava
eina mótvekt til
uppskotið hjá búskapar
ráðnum at seta ognarskatt í
gildi í Føroyum.
Mítt hugflog røkkur
slett ikki til at rúma einum
tanka um at seta ognarskatt
í gildi í Føroyum, tí so fjart
er tað frá mær, sigur tjóð
veldismaðurin.
Hann sigur, at talan kann
aldrin verða um at seta ogn
arskatt í gildi í Føroyum.
Ognarskattur fer at raka
vanligar føroyingar, sum
hava sett búgv, rættiliga
meint.
Tórbjørn Jacobsen sigur,
at ein stórur partur av ogn
unum hjá vanliga føroying
inum er í bundnum virðum,
altso í sethúsum og aðrari
fastari ogn.
Og tá ið ognin er bundin
í sethúsum, hvørjum skulu
fólk so betala ognarskatt
við, spyr hann.
Hann vísir eisini á, at fólk
hava jú longu goldið skatt
av pengunum, sum tey
brúktu til at útvega sær tak
yvir høvdið, og aðra fasta
ogn, fyri.
Og tað er høpisleyst, at
tey síðani skulu betala ognar
skatt av teimum ognum, tey
útvega sær.
Arvagjald eldur
enn ognarskatt
Hinvegin sipar hann til, at í
nýggjasta tilmæli sínum,
mælir Búskaparráðið til at
seta ognarskatt í gildi í
Føroyum.
Ráðið metir, at tað kann
geva landskassanum eina
inntøku upp á 55 milliónir.
Ístaðin fyri at krevja
ognarskatt frá fólki, haldi
eg, at tað ber væl til at
krevja
eitt
hægri
avgjald til lands
kassan, tá ið
fólk arva.
Fyri at
bøta um
javnvágina í búskapin, eiga
vit ikki at taka 55 milliónir
inn í ognarskatti, men
ístaðin ber væl til at hækka
arvagjaldið.
Arvur er eitt skifti frá
einum ættarliði til eitt ann
að. Sostatt rakar eitt arva
gjald ikki tað ættarliðið,
sum hevur forvunnið peng
arnar og sum longu hava
goldið skatt av teimum
einaferð.
Tí er hetta ein sjuntur,
sum kann skrúvast rætta
vegin fyri at bøta um lands
húsarhaldið.
Hann leggur afturat, at
lógin um arv og arvagjald
er yvir 100 ára gomul, tí
ongin hevur nakrantíð torað
at røra við hana.
Fyri nøkrum árum síðani
varð ein varislig roynd
gjørd í Løgtinginum at
hækka arvagjaldið.
Tað endaði í eini politisk
ari øði ið minti um við
gerðina av 266b og tí datt
málið niðurfyri og síðani
hevur ongin torað at nert
við tað aftur – fyrrenn nú,
Tórbjørn Jacobsen dregur
tað framaftur í ljósið.
Eg haldi, at at hetta
kann verða eitt alternativ til
ognarskatt, tí tað vita vit,
verður aldrin sett í gildi í
Føroyum, sigur Tórbjørn
Jacobsen.
Vil hækka arvagjaldið fyri
at minka hallið á fíggjarlógini
100 ára gomul lóg
Sum vit hava fingið upplýst, er lógin um arv og
arvagjøld frá 1908 og hon er sostatt 102 ára gomul.
Arvagjøldini eru eisini rættiliga lá, tí tey liggja
ímillum 3% og 12%. Tað merkir at næstu arvingar,
børn os.fr., betala 3% av arvinum í avgjaldið, men
skyldfólk longst burtur, betala 12%.
Í Danmark er arvagjaldið fleiri ferðir hægri og er
eisini ásett eftir, hvussu stórur arvurin er. Tað merkir,
at av teimum fyrstu arvakrónunum, er eitt ávíst
arvagjald, men síðani hækkar gjaldið munandi fyri
arv, sum er omanfyri eitt ávíst botnmark.
Arva- og gávuavgjald
Arva og gávuavgjald verða ikki mett at hava
stórvegis neilig árin á búskaparvøkstur.
Gávuavgjøld eru sum oftast ásett fyri at byrgja
uppfyri, at ogn verður givin burtur í roynd at sleppa
undan arvaavgjaldum.
Búskaparráðið um arva- og gávugjald
Fastognarskattur
Skattur á fasta ogn, bústaðarskattur o.tíl. er mettur
at vera minst avlagandi skattur sum heild. Orsøkin
er, at hann ikki eins nógv og t.d. skattur á lønir
ávirkar, hvussu nógv fólk vil arbeiða o.tíl. Eisini er
hesin skatturin serstakliga staðbundin, við tað at illa
ber til at flyta bústaðir til onnur lond, har skattur á
fasta ogn eru lægri.
Búskaparráðið um ognarskatt
Dýr endurbygging
Útrokningar hjá myndugleikunum í Haiti vísa, at landi
num tørvar 11,5 milliardir dollarar til at endurbyggja tað,
sum fór í jarðskjálvtanum í januar. Skjálvtin gjørdi ser
liga stóran skaða í høvuðsstaðnum PortauPrince. Tað er
greitt, at landið var als ikki fyrireikað til eina so álvars
sama náttúruvanlukku, og tað var ein meginorsøk til, at
skjálvtin kostaði meiri venn 220.000 mannalív, skrivar
AP. Stjórnin í Haiti sigur, at fyrst ræður um at tryggja
teimum umleið 218.000 heimleysu okkurt at búgva í.
Tey hava búð í tjøldum síðani skjálvtan 12. januar.
So er tað Honda
Japanska bilverksmiðjan Honda hevur gjørt av at
senda boð eftir 412.000 bilum, sum fyritøkan
hevur selt í USA. Orsøkin er, at fleiri bileigarar
hava kært seg um trupulleikar við bremsupedali
num, tí luft kemur í bremsuskipanina. Talan er um
344.000 bilar av slagnum Odyssey og 68.000 av
slagnum Element frá 2007 og 2008. Ein talsmaður
fyri Honda sigur, at fyritøkan hevur fingið fráboð
an frá amerikonsku myndugleikunum um fleiri
óhapp við Odyssey og Element frá 2008 ella 2008.
At hækka
arvagjaldið
kann verða eitt
alternativ til
ognarskatt, heldur
Tórbjørn Jacobsen,
tingmaður, ið
sostatt hevur lagt
eitt heitt politiskt
epli upp úr
pottinum