fríggjadagur 19. mars 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 55 - 19. mars 2010
Samstundis sum
Føroya Banki boðar
frá einari ætlaðari
navnabroyting, er
bankin í USA fyri
at vitja møguligar
íleggjarar. Í morgun
eru stjórarnir í
Føroya Banka
komnir til Íslands,
har teir skulu hava
nakrar fundir við
pensjónskassar og
aðrar áhugaðar
íleggjarar
ÍLEGGJARAR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Føroya Banki vitjar í hesum
døgum møguligar íleggjarar
í USA.
- Hóast vit eru ein lut-
falsliga lítil fyritøka, og vit
arbeiða á einum lutfalsliga
lítlum marknaði, so eru vit
skrásettir á altjóða virðis-
brævamarknaðinum í Keyp-
mannahavn.
Partabrøvini
verða handlað hvønn dag,
og partabrøv kenna jú eingi
landamørk, og um íleggjarin
er í Føroyum, Keypmanna-
havn ella í USA, so hugsar
hann á sama hátt, sigur
Janus Petersen, forstjóri í
Føroya Banka tá vit fingu
fatur á honum í telefonini
úr New York í gjár.
Hann hevur verið í USA
á kunningarferð saman við
Suna Schwartz Jacobsen,
og hann sigur, at í løtuni er
stórur áhugi fyri Føroya
Banka partabrævinum.
- Eitt partabræv er sum
einhvør onnur vøra, sum
verður keypt og seld, og
sum allar aðrar vørur skal
eitt partabræv eisini markn-
aðarførast, og tað er hetta,
vit gera í USA í løtuni,
sigur Janus Petersen.
Uppgávan er at skapa
áhuga og vitan um parta-
brævið Føroya Banki, tí tað
er ein fortreyt fyri, at íleggj-
arar fáa vitan um parta-
brævið.
- Eg haldi, eg kann siga,
at áhugin er rímiliga stórur
fyri partabrævinum. Vit
hava vitjað 15 ymiskar stór-
ar íleggjarar í fimm ymisk-
um býum, millum aðrar
New York, Boston og Phila-
delphia, og eg haldi, at
áhugin er stórur, sigur Janus
Petersen.
Stórur íleggjari
Sum flestøllum kunnugt
var tað júst í USA, at altjóða
fíggjarkreppan, sum herjar
allan heimin, byrjaði við
sonevndu SubPrime lánun-
um, men hendan kreppan er
við at hasa av so spakuliga.
- Ja, tað haldi eg vit
kunnu
siga.
Nú
hevur
partabrævið
hjá
Føroya
Banka havt eitt støðugt
tíðarskeið, har kursirnir
hava laga seg væl, og tað
kemst av, at íleggjararnir
eru varðugir við, at bankin
er lutfalsliga væl fyri, og
hevur klárað seg lutfalsliga
væl gjøgnum fíggjarkrepp-
una, sigur Janus Petersen.
Hann sigur, at bankin
eisini hevu fingið lutfalsliga
nógvar nýggjar stovnsligar
íleggjarar, tað vil siga
pensjónskassar og stórar
altjóða íleggjarar at gera
íløgur í Føroya Banka.
- Og tað er jú við til at
hjálpa upp á, at partabrævið
verður handlað nógv soleið-
is, at kursuin er hin rætti.
Millum annað hava vit
fingið ein av heimsins stør-
stu íleggjarum, Wellington,
sum nú eigur umleið fimm
prosent av Føroya Banka,
sigur Janus Petersen.
Onnur lond eisini
Talan er tó ikki um nýggj
partabrøv,
sum
bankin
hevur útskrivað.
- Nei. Eitt partabræv er
sum ein handilsvøra, og tá
tú keypir eitt partabræv er
endamálið, at tú skal fáa
ein vinning, og tað ger tú
við at selja, tá kursurin er
farin upp. Skal kursurin
fara upp, skal tað eisini
verða onkur, ið vil keypa,
og tí er tað av týdningi, at
partabrøvini
verða
marknaðarførd
og
gjørt
verður vart við, at tað er ein
góð íløga, sigur Janus
Petersen.
Tí er tað ein fyrimunur,
at handlað verður so nógv
sum gjørligt við parta-
brøvunum.
- Tað er einasti mátin at
skapa eitt áhugavert parta-
bræv fyri partaeigararnar,
og tað er hetta, vit gera í
USA, sigur Janus Petersen.
Onnur lond enn USA
standa á listanum yvir lond,
sum skulu vitjast.
- Vit fara í morgin til
Ísland, har vit skulu hava
fundir við pensjónskassar
og onnur. Vit hava verið í
Keypmannahavn
og
vit
umhugsa hini norðanlondini
eisini. Tað er vanligt eftir at
hava kunngjørt ein árs-
roknskap at vit fara runt til
íleggjarar og gera vart við
okkum, og tað er nakað, vit
eisini hava gjørt onnur ár,
sigur Janus Petersen, for-
stjóri í Føroya Banka.
Vitja íleggjarar í USA
Partabrøvini hjá Føroya Banka hava stóran áhuga millum íleggjarar kring í heiminum í løtuni,
sigur Janus Petersen, ið hevur ferðast kring í USA á kunningarferð
Amerikansku
myndugleikarnir
vórðu ávaraðir um,
at alt ikki ruggaði
sum tað skuldi hjá
Lehman Brothers so
tíðliga sum 1. mars
2008
FÍGGJARKREPPA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Børsen skrivar, at ameri-
kansku
myndugleikarnir
langt
framman
undan
Lehman-kollapsinum
vórðu ávaraðir, men bæði
fíggjareftirlitið og ameri-
kanski tjóðbankin lótu ikki
hesar ávaringar við seg
koma.
Tað hevur sett ferð aftur
á kjakið um, hvussu nógv
myndugleikarnir vistu um
støðuna í bankanum, sum
umvegis sítt krakk setti í
gongd á tað, sum seinni
skuldi gerast til altjóða
fíggjarkreppuna, sum hevur
kostað milliardir av krónum
og milliónir arbeiðsleys.
Ávaringin
kom
frá
kappingarneytunum
í
Merril Lynch, ið júst av
kappingarávum setti seg í
samband við kappingar-
eftirlitið um roknskapar-
skipanina,
ið
Lehman
Brothers nýtti viðvíkjandi
teirra likviditeti.
Vit byrjaðu at fáa tele-
fonuppkall frá íleggjarum
og fyritøkum um skuld
okkara. Tá vit ikki trúðu
tølunum hjá Lehman, og
hildu, at teirra útrokningar
vóru skeivar, settu vit okk-
um í samband við myndug-
leikarnar, sigur ein fyrr-
verandi starvsmaður hjá
Merril Lynch, ið nú starv-
ast hjá einum øðrum stór-
banka,
við
Financial
Times.
Útrokningarskipanin hjá
Lehman Brothers fekk tað
at síggja út til, at bankin
hevði besta likviditetin í
fíggjarverðini, og tað høvdu
starvsfólk hjá Merril Lynch
ilt við at trúgva. Í tilgongdini
umhugsaði Merril Lynch
eisini at skifta útrokningar-
skipan, fyri at standa sterk-
ari
á
pappírinum
í
kappingini.
Amerikanska
fíggjar-
eftirlitið hevur ikki vilja
gjørt
viðmerkingar
til
Financial Times, og New
York Fed hevur ikki fingið
staðfest, um ein samrøða
við Merril Lynch er farin
fram ella ikki, skrivar
danska blaðið Børsen.
USA ávarað um Lehman-kollaps
Burtur við skattasteðginum
Fyri fyrstu ferð mælir ein meiriluti av danska fólkinum stjórnini
til at seta skattasteðgin úr gildi. Sambært einari meiningakann-
ing, sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og TV2, siga 53
prosent, at tað hevði verið eitt gott hugskot at sett skattasteðgin
úr gildi. 37 prosent halda, at hann skal ikki takast av. Lars
Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur tó ongar ætlanir um
at sleppa skattasteðginum. Hann sigur við TV2, at stjórnin
heldur fast um skattasteðgin, og at tað hevði verið skeivt at
hækka skattin í einari krepputíð. Sosialdemokratarnir og SF
hava sagt, at tað er neyðugt við broytingum í verandi skatti, um
danir skulu varðveita vælferðarsamfelagið.
Funnu kavbát á botni
Norska sjóverjan hevur funnið vrakið av einum
kavbáti og 180 favna dýpi í Byfjørðinum við
Bergen. Enn er ikki staðfest, hvør kavbáturin er, at
men sjóverjan heldur, at talan er um týska kavbátin
U-1053, sum sakk undir einari royndarkaving tann
15. februar í 1945. Skjøl vísa, at 45 mans vóru
umborð á U-1053, tá hann fór til botns, og óvátt-
aðar upplýsingar benda á, at nakrir norskir skipa-
smiðir vóru umborð undir royndarkavingini,
skrivar Aftenposten. Sjóverjutalsmaðurin sigur, at
ongar ætlanir eru um at taka vrakið upp av botni.