Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 55 - 19. mars 2010 - Eg havi onga orsøk at halda, at posin ikki var í lagi, tá hann kom frá Vónini. Men tað er nú soleiðis, at mesk- ar nir í posanum hjá teimum smáu trol bát- unum minka eitt lít ið sindur, tá trolið er í sjónum, sigur Dánjal Jacobsen, reið ari á trolbátinum Skála- fossi Brot Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Miðskeiðis í hesi vikuni tók vaktar-og hjálparskipið Tjaldr ið trolbátin Skálafoss, sum Dánjal Jacobsen í Vest manna eigur. Hetta hen di, meðan trolbáturin var til fiskiskap á Skeiva- banka, har teir royndu eftir havtasku. Fólk av Tjaldrinum vóru um borð á trolbátinum og stað festu, at meskarnir í trol posanum vóru ov smáir. Mark ið er 145 mm., men nakr ir meskar vórðu sum skilst máldir til at vera 141 og 142 mm. Nýggjur posi Reiðarin á Skálafossi, Dán- jal Jacobsen, sigur, at trol- posin var rættiliga nýggjur, bert nakrar fáar vikur gamal, tá eftirlitsfólk komu um borð at máta meskar. - Eg havi onga orsøk at halda, at posin ikki var í lagi, tá hann kom frá Vón- ini. Men tað er nú soleiðis, at meskarnir í posanum hjá teimum smáu trolbátunum minka eitt lítið sindur, tá trol ið er í sjónum. Hinvegin plaga vit at siga, at mesk ar- nir í trolposanum hjá eitt nú partrolarunum veksa. Hetta hevur nakað við vektina at gera, sigur hann. Tá vit hittu Dánjal Jacob sen í telefonini í morgun, var hann júst aftur komin av ísfiskatúri við Vestur búgva num. - Eg havi ikki fingið fylgt málinum so væl, nú eg havi verið burtur, men eg havi skilt, at tað restaði ógvuliga lítið í, at meskarnir vóru í lagi. Reiðarin sigur seg hava skilt, at ein ávísur háttur verð ur brúktur til at máta mesk a rnar í trolposa. - Eg havi skilt, at mátaðir vera tríggjar ferðir 20 mesk ar, og síðan verður miða l mátið roknað. Júst, hvus su úrslitið var við mesk unum í trolposanum hjá Skálafossi, eri eg ikki heilt greiður yvir, men eg havi skilt, at tað lá beint niðan fyri 145 mm. Ikki tilætlað Reiðarin leggur dent á, at brotið, sum skiparin á Skála fossi framdi, á ongan hátt var tilætlað. - Trolbáturin fiskar hav- tasku, og tá kann tað vera líka mikið, um meskarnir eru 145 mm. ella meiri, sig- ur hann. Dánjal Jacobsen heldur, at tað sjálvandi er torført hjá eftirlitinum og ákæru- valdi num at seta eitt mark fyri, hvussu stór toleran- san kann vera, men hann ásann ar, at tað er súrt at fáa eina bót uppá 40.000 krónur fyri meskar í einum nýggjum trol posa. - Tað greiðasta er kanska, at er miðalmátið fyri mesk- ar nar niðanfyri 145 mm., er trolposin ikki lógligur. So, hetta mugu vit ivaleyst bara taka á okkum og hava soleiðis góðtikið bótina, vit hava fingið, sigur reiðarin, Dánjal Jacobsen. Túrurin hjá Skálafossi var um at vera liðugur, tá trol báturin varð tikin á Skeiva banka. Nýggjur trolposi ólógligur Tá trolbáturin Skálafossur kom til lands, og løgreglan stóð fyri skiparanum Mynd: Eirikur Lindenskov Fer ikki til Asia Amerikanski forsetin, Barack Obama, hevur avlýst eina ætlaða ferð til Asia. Ístaðin fyri ætlar forsetin at brúka alla sína tíð og alla sína orku til at fáa meiriluta fyri sínum uppskoti um eina heilsunýskipan. Umboðs manna- tingið skal ætlandi atkvøða um uppskotið í morgin ella sunnudagin, og tær seinastu metingarnar siga, at upp- skotið fær í hvussu er tær neyðugu 216 atkvøðurnar. Verð ur uppskotið samtykt, er talan um ta størstu ný skip- anina innan amerikanska heilsutænastu í 50 ár, skrivar AP. Stjórnin hevði fallið Hevði altingsval verið í Íslandi nú, hevði Sjálfstæðis- flokkurin verið tann stóri vinnarin og Samfylkingin hjá Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðharra tann stóri taparin. Ein nýggj meiningakanning gevur Sjálfstæðisflokkinum 40,4 prosent av atkvøðunum og 27 tingmenn ímóti teimum 15, sum flokkurin nú hevur. Harafturímóti hevði Sam fylk- ingin mist fimm av sínum 20 tinglimum. Hin stjórnar- flokkurin, VG, hevði mist ein av sínum 14 tinglimum. Samanlagt hevði stjórnarsamgongan mist meirilutan. Hon hevði fingið 28 av teimum 63 altingslimunum. Leiðarin á Fiski veiði- eftir litinum, Elmar Høj gaard, sigur, at tað finst eingin toleransa, um meskar í trolposa eru ov smáar. – Vit hava eina kunngerð at ganga eftir, og tá hon verður brotin, er reiðskapurin ólóg lig- ur, sigur hann Brot Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Elmar Højgaard, leiðari á Fiski veiðieftirlitinum, sig- ur, at sambært kunn gerð ini um meskastøddir, er eingin toler ansa sum loyvir, at mesk ar nir kunnu vera undir á settu mátini. - Vit hava soleiðis ikki heim ild til at gera undantøk frá ásetingunum. Gera vit tað kortini, bróta vit kunn- gerð ina, og tað kunnu vit sjálv andi ikki. So avgjørdur er leiðarin á Fiski veiðieftirlitinum. Tað er soleiðis heldur ikki uppgávan hjá eftir lit i- num at gera av, hvør hevur ábyrg dina av, at meskar í lut fals liga nýggjum tro l- posa eru ov smáir. - Tað er lóggávuvaldið sum ásetir, hvørjar regl ur- nar eru, og okkara uppgáva er at syrgja fyri, at reglurnar verða fylgdar, sigur Elmar Høj gaard, leiðari á Fiski- veiðieftirlitinum. Eingin toleransa Meiri makrelur Ætlanin var at hava meiri um dyrging eftir makreli í Sosialinum í dag, men hetta tilfar kemur ikki fyrr enn mánadagin. Blaðið í dag er trongt, og tí fara vit ikki at kroysta hetta tilfar burtur í dagsins blaði. Sosialurin hevur fingið stuttu frágreiðingina, sum Kristian Zachariassen á Havstovuni hevur skrivað um royndir eftir makreli við dorg í fjør og fyrraári. Seinnu árini hevur tað nevniliga víst seg, at meiri makrelur hevur verið inni á landgrunninum enn annars. Bæði fiskimenn og Havstova hava verið varug við hetta, og í blaðnum mánadagin fara vit at venda aftur til málið um makrelin. -vilmund Elmar Højgaard, leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum