Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 19. mars 2010 17 lýsing Ársaðalfundur í P/F Føroya Banka www.foroya.fo Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í P/F Føroya Banka, mánadagin 29. mars 2010 kl. 17.00 á Hotel Føroyum, Tórshavn. Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast gjøgnum heimasíðu bankans www.foroya.fo ella á høvuðsskrivstovu bankans á telefon 330 330. Seinasta freist fyri bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum er mikudagin 24. mars 2010 kl. 16.00. Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika at geva skrivliga fulltrú. Á heimasíðu bankans www.foroya.fo umframt á høvuðsskrivstovu bankans í Húsagøtu 3 í Tórshavn er eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Um so er, at tygum ynskja hetta, ber til at geva nevnd bankans fulltrú at møta og atkvøða tygara vegna. Við bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum skal førast prógv fyri, at viðkomandi er partaeigari. Fyri partaeigarar, hvørs partabrøv ikki eru skrásett við navni, verða útgivin atgongumerki og atkvøðuseðlar ímóti ávísing av eini ikki meira enn 5 daga gamlari útskrift frá Værdipapircentralen A/S ella frá tí kontoførandi peningastovninum (depotstaðnum) sum skjalprógv fyri partabrævaognini. Við útskriftini skal fylgja skrivlig váttan um, at partabrøvini ikki eru ella verða avhendað til onnur, áðrenn aðalfundurin er hildin. Ársroknskapurin 2009 og dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum Ársroknskapurin 2009 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing umframt dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum koma at liggja frammi á høvuðsskrivstovu bankans í Húsagøtu 3 í Tórshavn í seinasta lagi 8 dagar fyri aðalfundin. Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi peningastovnur Partapeningur bankans er kr. 200.000.000, býttur sundur í partabrøv á kr. 20. Í viðtøkum bankans eru hesar ásetingar um atkvøðurætt: 8.2 Atkvøðurætt á aðalfundinum hava partaeigarar, sum í seinasta lagi 5 dagar undan aðalfundinum hava biðið um atgongumerki og atkvøðuseðil. 8.3 Hvørt partabræv gevur eina atkvøðu. Uttan mun til hvussu stóran part ein partaeigari eigur til samans av partapeninginum, kann hann fyri egin partabrøv ella sum fulltrú fyri aðrar partaeigarar ikki atkvøða fyri meira enn svarandi til 10% av partapeninginum til samans. Ongar avmarkingar eru fyri fulltrúir til nevndina. Uttan mun til hvussu stóran part teir eiga til samans av partapeninginum, kunnu partaeigarar innan fyri somu koncern, soleiðis sum hetta hugtak er ásett í lóggávuni, ikki saman atkvøða fyri meira enn svarandi til 10% av partapeninginum til samans. 8.4 Partaeigarar hava rætt til sjálvir at luttaka á aðalfundinum saman við einum ráðgeva ella við fulltrúa, ið kann atkvøða hansara vegna, ímóti at løgd verður fram skrivlig og dagfest fulltrú, ið er givin fyri eitt tíðarskeið, sum ikki er longri enn eitt ár. 9.2 Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, uttan so at partafelagslógin ella hesar viðtøkur krevja serstakan meiriluta. Uppskot um broytingar av viðtøkum bankans og uppskot um sjálvbodna avtøku og fusión kunnu bert samtykkjast, um uppskotið verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum og treytað av, at minst 2/3 av partapeninginum er umboðaður á aðalfundinum. 9.3 Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 um broyting av ella fráfalli av quorum- kravinum í pkt. 9.2 kunnu samtykkjast við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeningi. Avmarkingar í pkt. 8.3 og pkt. 9.2 viðvíkjandi atkvøðu og fulltrú eru í hesum førum ikki galdandi. P/F Føroya Banki hevur gjørt samskipanaravtalu við Værdipapircentralen A/S. Partaeigarar bankans kunnu velja P/F Føroya Banka sum kontoførandi stovn til at útinna tey fíggjarligu rættindini gjøgnum P/F Føroya Banka. P/F Føroya Banki, nevndin Dagsskrá 1. Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í farna ári. 2. Framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar og ársfrágreiðing. 3. Avgerð um nýtslu av avlopi sambært góðkenda ársroknskapin. Sum kunnugt luttekur bankin í bankapakka I. Bankin hevur tískil, sambært § 16 c, nr. 1 í Lov om finansiel stabilitet, ikki loyvi at rinda vinningsbýti í 2010. Tó kann bankin frá 2011 rinda vinningsbýti, treytað av at hetta er í mesta lagi ájavnt við ársúrslit bankans. 4. Uppskot til viðtøkubroytingar. a) Uppskot frá nevnd bankans um at broyta § 1.1 frá at vera soljóðandi: »Navn bankans er »Partafelagið Føroya Banki«.« til at verða soljóðandi: »Navn bankans er »Partafelagið BankNordik«.« b) Uppskot frá nevnd bankans um at strika § 1.2, ið er soljóðandi: »Bankin rekur eisini virksemi undir hjánøvnunum »Norðoya Banki« og »Sjóvinnubankin«.« c) Uppskot frá nevnd bankans um soljóðandi nýggja § 15: »§ 15.0: Hjánøvn. § 15.1: Bankin rekur eisini virksemi undir niðanfyri ásettu hjánøvnum: Norðoya Banki, Sjóvinnubankin, Føroya Banki, Føroya Bank, Foroya Banki, Foroya Bank, Bank Nordik, BankNordic, Nordik Bank, Nordic Bank, Nordik Banki, Nordic Banki, Pensión Nordik, Pension Nordik, Trygd Nordik, Invest Nordik, Nordik Invest, NordikInvest, Nordik Íløgur.« d) Uppskot sambært § 9.3 frá Fíggingargrunninum frá 1992 um fráfall av serliga quorumkravinum í § 9.2 um, at minst 2/3 av partapeninginum skal vera umboðaður á aðalfundinum í sambandi við atkvøðugreiðslu um omanfyri nevndu uppskot til broyting av §§ 1.1, 1.2, og 15, og soleiðis at § 9.3 framhaldandi skal vera galdandi í óbroyttum líki, uttan mun til um hetta konkreta fráfall verður samtykt. e) Uppskot frá nevndini um, at nevndin fær heimild til at gera møguligar broytingar í aðalfundarfrásøgnini og í viðtøkunum, sum Skráseting Føroya krevur fyri at skráseta viðtøkubroytingarnar sambært pkt. a-c. 5. Val av nevndarlimum. Nevndin verður vald á aðalfundinum, undantikið teir nevndarlimir, sum verða valdir sambært reglunum um starvsfólkaumboðan í nevndini. Sambært grein 10.2 í viðtøkunum skal aðalfundurin velja 4-6 nevndarlimir, sum sita til næsta ársaðalfund. Teir verandi 4 aðalfundarvaldu nevndarlimirnir standa fyri vali. Nevndin mælir til afturval av: Klaus Rasmussen Jens Erik Christensen Keld Søndergaard Holm og til val av: Nils Suna Sørensen 6. Val av grannskoðara / grannskoðarum. Sambært grein 14.1 í viðtøkunum fara verandi grannskoðarar bankans frá, og ársaðalfundurin skal velja ein ella fleiri grannskoðarar fyri eitt ár í senn. Nevndin mælir til val av grannskoðarunum: NOTA, Løggilt grannskoðanarfelag P/F, saman við PricewaterhouseCoopers Danmark. 7. Uppskot frá nevndini um at geva nevnd bankans heimild til at lata bankan ogna sær egin partabrøv: »Aðalfundurin gevur nevndini heimild til – inntil komandi ársaðalfund – at lata bankan – til ognar ella til pant – ogna sær egin partabrøv upp til eitt samlað áljóðandi virði svarandi til í alt 10% av partapeningi bankans, smb. § 48 í partafelagslógini. Tá bankin ognar sær egin partabrøv til ognar, má keypskursurin ikki víkja frá børs kursinum við meira enn 10%.« 8. Ymiskt