Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 55 - 19. mars 2010 viðmerkingar Tað er ein sannroynd, at stórar avbjóðingar eru fyri framman. Fíggjarlógin hevur stórt hall, so kom­ andi árini verður stórt trýst á almannaøkið, og tað verður okkara avbjóðing at fáa varðveitt sama støði í vælferðartænastum og veit­ ingum fyri sama tilfeingi. Tí verður meira neyðugt enn nakrantíð at fáa sum mest fyri hvørja krónu. Til tess skulu gerast bygnaðar­ broytingar, sum hava til endamáls at gera skipan ir­ nar so einfaldar og skyn­ samar sum yvirhøvur gjør­ ligt. Stóra avbjóðingin fyri framman er at samskipa og samanlegga skipanir, at endurskoða allar skipanir fyri at forða fyri dupult funktiónum, og fáa í lag samstarv millum skipanir, stovnar og ráð soleiðis, at vit fáa gagnnýtt starvs­ fólkatilfeingið sum best. Samskipa eldrarøktina Eldraøkið í síni heild ber brá av ógreiðum regluverki og torskildum ábyrgdar­ býti. Tað er ymiskt, hvørjar tænastur fólk fáa, um tað er sjálvsognarstovnur, sam­ býli ella ellis­ og røktar­ heim, ja, sjálvt millum røktarheimini, sum landið varðar av, er ymiskt hvørja tænastu íbúgvarin fær. So tað er alneyðugt at fáa greitt fløkjurnar innan eldra økið. Eldrarøktin verður sam­ skipað (integrerað) í teim 6 økinum og verður løgd undir avvarðandi økis leið­ ara. Øll heimarøkt, heima­ sjúkrarøkt, økisterapi, vard dagtilhald og mattænasta verður skipað frá heimun­ um, eftir sama leisti sum á Sandoynni. Tað verður visitatión og ein upptøku­ nevnd í hvørjum øki, ið er mannað við umboðum fyri kommunur og land. Hetta skuldi so eisini gjørt, at tey, sum búgva heima fáa eina betri og skjótari tænastu. Mítt ynski er at øll – utt­ an mun til um tú býrt á røktarheimi ella sambýli ­ frameftir skulu hava fulla pensjón. Tí skal eisini kann ast, hvat kostnaðurin er at javnseta búfólk á røktarheimum og sambýl­ um. Í ætlaðu samskipanini av eldrarøktini verður hædd tikin fyri einari møguligari broyting í kommunu bygn­ aðinum, so tey 6 økini skjótt kunnu tillagast talið av kommunueindum, ið semja verður um. Somuleiðis eru broyting­ ar ávegis á tænastuøkinum fyri fólk við serligum tørvi. Uttan at fara í smá­ lutir kann eg siga, at tæn­ asturnar verða skipaðar og samskipaðar betri soleiðis, at tænastan til borgaran kann styrkjast og betrast við verandi tilfeingi. Ætlanin er at styrkja útgreiningina og upptøku av brúkarum fyri at tryggja gjøgnumskygni í skipanini. Við ætlaðu broytingunum verður meira sjónligt hjá brúkara og avvarðandi, hvørja tænastu og tilboð tú kanst fáa ­ og ikki minst hví. Umskipanin og sam­ skipanin av tænastunum hava til endamáls at gera skipanina betri, uttan at menningin og tænastan til einstaka brúkaran verður sett í vanda. Ein annar týðandi lutur í bygnaðarbroytingunum er at fáa styrkt visiteringina. Skipast skal ein upptøku­ nevnd mannað av avvarð­ andi pørtum. Vera heima sum longst Tað er mín greiða fatan, at tey allarflestu ynskja at vera heima sum longst. Tí arbeiða vit miðvíst fyri, at fólk kunnu vera heima sum longst. Eitt nú fara vit at styrkja og útbyggja fyri­ byrgjandi tænastuveitingar á eldraøkinum soleiðis, at eldri borgarar kunnu vera sum longst í egnum heimi. Í hesum sambandi eru vit farin undir fyrireikingar til at skipa eina endur venj­ ingareind, sum í samstarvi við heilsuverkið skal við­ virka til, at borgarar fáa endurvenjing í heiminum. Somuleiðis eri eg farin undir eina tilgongd, ið skal útbyggja skipanina við teim vardu dagtilhaldun­ um, sum m.a. virka í høvuðsstaðarøkinum í dag. Tá hesi átøk eru framd saman við ætlaðu sam skip­ anini av eldraøkinum, skuldi meira orka verið frígivin í røktini, soleiðis at enn fleiri brúkarar kunnu fáa ágóðan av teimum tæn­ astum, sum tað almenna veitir. Børn og ung Fleiri neyðugar broytingar hava verið gjørdar á barna­ og ungdómsøkinum sein­ astu tíðina. Tá umfatandi broytingar verða gjørdar inni á einum øki, kann ikki umgangast at nakað av órógvi er. Lut fyri lut kunnu broyt­ ingarnar tykjast ógvusligar, men eru tær liður í eini heildarætlan, sum hevur tað mál, at vit fáa skipað nøktandi umstøður og tilboð her heima, soleiðis at vit framyvir ikki verða noydd at senda børn av landinum. Ein arbeiðsbólkur fer á grækarismessu at leggja fram álit um, hvussu tilboð og skipanir til børn, ung og familjur við serligum tørvi, kunnu skipast á mest skynsama hátt í framtíðini. Við støði í verandi støðu fer arbeiðsbólkurin at handa mær nøkur fakliga væl grundað tilmæli um, hvussu vit eiga at skipa økið Børn og ung. Nøkur fruktargóð átøk er longu framd. Nýggi Familjudepilin arbeiðir við at uppbyggja eitt smidligt tvørfakligt toymi av starvsfólkum við førleika innan sosial­, náms­ heilsu­ og sálarfrøði, sum skal veita tilboð og við­ gerðir av ymiskum slagi til børn, ung og familjur sum eru knýtt at økinum. Familjudepilin skal eisini tryggja, at tilboð og við­ gerðir á stovnunum eru av slíkum slag, at børn og ung ikki verða ov leingi á stovni. Eftir at børn og ung eru komin heimaftur til familjuna skulu tey fram­ vegis kunna fáa stuðul og ráðgeving. Eisini skipanin til stuðul og umlætting til børn við breki skal gerast smidligari til gagn fyri familjuna. Umframt hetta skal frá­ greiðing um í hvønn mun barnaverndarlógin hevur virkað eftir ætlan, leggjast fyri Løgtingið, í seinasta lagi í januar 2011. Somu­ leiðis skal eisini stovn­ setast Barna­ og ungdóms­ ráð frá 1. januar 2011 Bústaðamál Í samstarvi við Fíggjar­ mála ráðið, verður nú farið at arbeiða við at loysa fíggingarspurningin í samband við lutaíbúðir til fólk við serligum tørvi, soleiðis at tað reelt skal bera seg fíggjarliga at útvega sær eina íbúð. Pensjónsnýskipan Sambært uppskot til avtala um pensjónsnýskipan, sum allir flokkar á tingi eru partar av, er endamálið við pensjónsnýskipanini, at vit fáa eina haldføra burðar­ dygga skipan, ið tryggjar pensjónistum ein góðan aldurdóm. Neyðugt er, at allir pensjónistar fáa eina gjølla frágreiðing um broytingina og verður kunnandi tilfarð sent út til allar fólkapensjónistar. Í hesum sambandi verður eisini gjørd ein livikors­ kanning fyri pensjónistar í Føroyum. Í kanningini verður dent­ ur lagdur á at fáa svar uppá, hvussu fólkapensjón­ istar sjálvir meta um sína støðu. Hava tey eitt trygt og gott lív. Hvussu klára tey seg fíggjarliga. Hvat eru tey nøgd við, hvat kundu tey hugsað sær øðrvísi, eitt nú bústaðar­ og ferðsluviðurskifti. Fáa tey neyðuga hjálp, um tørvur er á tí? Hava tey upplivað, at livifóturin versnaði, tá ið tey fóru av arbeiðsmarknaðinum, og um ja, hvat hava tey tá valt at spara uppá. Forsorgarlógin Arbeiðið at endurskoða forsorgarlógina er skipað í trimum stigum. Komið er á mál við fyrsta partinum, sum viðvíkur hjálparráð. Fyrsta stigið fær gildið frá 1. apríl. Næsta stigið, sum verður farið undir, er rúm­ ligi arbeiðsmarknaðurin. Væntandi verður hesin parturin lagdur fyri tingið í komandi tingsetu. Dániel profetur og ríki Guds - Annar partur Dániel livdi í eini ringari tíð hjá Ísrael. Sjálvur var hann førdur til Bábel í útlegd saman við øðrum. Nøkur ár seinni tók Nebukadnezar kongur Jerúsalem, og Juda ríki fall. Nakað frammanundan høvdu assýr­ arnir lagt Ísraelsríki (tær 10 ættirnar) í oyði. Ezekiel profetur livdi um somu tíð, hann var eisini førdur í útlegd. Hann sá veldigar sjónir eisini. Í teimum fyrstu kapitlunum hjá Ezekiel lesa vit um, hvussu hann sá Gud hin Alvalda. Hann sær dýrd Harrans flyta seg úr templinum, fyrst til dyrnar, síðani útum og síðani til fjallið eystanfyri býin, og at enda sær hann, sjónina fara frá sær uppeftir. Gud rýmdi úr templinum. Frammanundan var Gud einaferð rýmdur fyrr. Tað var, tá ið hann fór úr tabernaklinum. Í 2. Mósebók 25. kapitli lesa vit um, hvussu Harrin álegði ísraelsmonnum at byggja sær halgidóm, tí hann vildi nú koma niður at búgva hjá ísraelsfólki, kap. 25,8. Í 40. kapitli síggja vit, at dýrd Harrans kemur niður í tabernaklið, sum nú var liðugt. Tá ið ísraelsfólk var komið inn í Kana’ansland, var tabernaklið sett upp í einum stað, sum kallaðist Silo. Vegna synd kom dómur yvir Silo á døgum Eli prests. Um tað stendur soleiðis í Sálmunum: Hann fór úr bústaði Sínum í Silo, tjaldinum, ið Hann hevði reist Sær millum menniskjuni. Sálmur 78,60. Tú kanst lesa meir um hetta í 1. Sámuelsbók 4. kap. Tað var soleiðis, at í bardaga við filistarar funnu ísraelsmenn uppá at taka ørk Guds úr tabernaklinum og hava hana við í bardagan, men tað hjálpti ikki, filistarar tóku ørkina. Eli prestur datt úr stóli sínum, tá ið hann hoyrdi hetta og doyði, báðir synir hansara fullu, og sonarkona hansara doyði eisini, tá ið hon átti barnið, sum hon gekk við. Hetta var dómur Guds yvir synd prestana, sum høvdu vanvirt boð Guds og enntá drivið siðloysi í halgidóminum. Ørkin kom aftur frá filistarum, men hon kom ongantíð aftur í tabernaklið. Seinni lat Gud í náði sínari Sálomo byggja eitt tempul, og har hendi júst tað sama, sum hendi í oyðimørkini á sinni, dýrd Harrans kom niður og fylti templið, tá ið ørk Harrans varð borin inn haðar. Hetta stendur at lesa um í 1. Kongabók kap. 8. Men nú var so illa stætt aftur á døgum Dániels og Ezekiels, at Harrin fyri aðru ferð rýmdi frá fólki sínum. Soleiðis sum eg nevndi, at vit lesa hjá Ezekiel. Aftur vegna ta ræðuligu synd í var gjørd í Ísrael. Tað stendur at á døgum Manasse kongs, vóru ísraelsfólk farin at bera seg verri at enn Amoritarnir, sum Harrin hevði rikið út fyri teimum. Men hetta forðaði ikki einstaklingum, sum Dániel og Ezekiel, at liva Harranum nær. Framhald. Stóra avbjóðingin Rósa samuelsen RichaRd danielsen