fríggjadagur 19. mars 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindi
Nr. 55 - 19. mars 2010
Ráðharri vitjar Sambandið
Sambandsflokkurin heldur leygarmorgunin landsfund á
Næmingaheiminum í Marknagili í Havn. Formaður floksins,
Kaj Leo Johannesen, leggur upp til politiskt orðaskifti.
Seinnapartin hevur løgtingsmaðurin, Helgi Abrahamsen,
framløgu, hann kallar “Vælferðarsamfelagið – eru vit á
rættari leið?” Sambandsflokkurin hevur eisini í ár fingið
vitjan frá Venstre í Danmark. Tað eru tey bæði Sopie Løhde,
framsøgufólk í føroyskum málum og Troels Lund Poulsen,
skattamálaráðharri.
Tjóðveldi hevur Floksting
Skal javnstøða verða eitt krav til alla umboðan í flokkinum,
floksstjórnini, ráðum og landsstýrinum. Hetta verður eitt av
evnunum um vikuskiftið, tá ið Tjóðveldi heldur floksting. Í
formansfrágreiðingini fer formaður floksins at gera
politisku støðuna upp og leggja fram ætlanir og visjónir . Á
flokstinginum taka eisini umboð fyri samstarvsflokkarnar
hjá Tjóðveldi í Íslandi og Grønlandi lut. Flokstingið hjá
Tjóðveldi verður í ár hildið á Fiskivinnuskúlanum í
Vestmanna fríggjadagin og leygardagin.
Hvussu dyggiliga
eru fólk sinnað at
útlevera seg sjálvi
fyri at sleppa at vera
stjørna eina løtu í
sjónvarpinum?, spyr
Tjóðpallurin við
nýggjum háaktuellum
leiki
Sjónleikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Neyvan nakranatíð hevur
Tjóð pallurin rakt eitt so
aktuelt evni, sum við nýg g
ja leikinum »The Danny
Crowe Show«, sum leggur
beint í øgiligu trongdina at
ger ast kendur – kosta hvat
tað kosta vil. Í kendu sjón
varpsendiningin hjá Danny
Crowe er ongin skomm eft
ir øllum at døma ov stór til
at hon ikki kann skaffa tær
nakr ar minuttir á skíggj a
num. Tvørturímóti. Jú stør
ri skomm ella perversari
at burð, tú hevur at bjóða, jú
stør ri er kjansurin fyri at
ger ast stjørna. Og sum Pet
er, annar av høvuðs per són
unum staðfestir
»Hetta
er
modernaða
verð in. Tú fært bara ein
kjans, um tú ikki vilt enda í
gloymsk uni«
Og tey eru fleiri sum eru
fús at hjálpa honum. Ikki
minst
produsarin,
sum
held ur ikki má førsøma sín
seinasta
møguleika
hjá
Dan ny Crowe, tá hann
al goyst ur ringir til hann
»Um eg ikki kann skaffa
tær tað ráasta botnfalli til
mána dagin, so blaka meg
út – gev mær bara ein kjans
afturat Danny«
Ársins neyðardýr
Í leikinum er endingin
»The Danny Crowe Show«
eitt
av
teimum
stóru
morals ku íkastunum til 21.
øld. Eitt realitytalkshow
við seks milliónum hyggj
ar um, har tú kann gerast
stjørn an, um bara lagnan
hev ur verið nóg hørð við
teg.
Til Danny Crowe koma
øll
tey
neyðstøddu
og
fá tæku, tey sum eru ov feit,
tey sum eru misbrúkt, enntá
tey sum eru um at doyggja
av krabbameini koma til
Danny fyri at fáa linna og
hjálp, og sleppa á skíggjan.
Magda er ein av teimum
sum arbeiðir við at finna
akkur át tær røttu lagnurnar
til Danny. Í fýra mánaðir
hevur hon verið runt í
arbeiðara býunum í norður
ong landi og leita eftir tí
ordi ligu pínuni, tí ektaðu
neyð ini. Tá hon so møtir tí
unga Peter og systir hansara
Tiffany hevur hon funnið
árs ins show. Hesuferð vil
so eisini sjeikurin hjá Mag
da, produsarin Miles hava
sín part av køkuni, sum fer
við at hitta tæð bæði ungu,
har mamman tók lívið av
sær, og pápin hevur pínt og
plágað børnini alt teirra lív.
Tey liva sum villdjór, hava
hvørki telefon, útvarp ella
sjónvarp og – tað besta av
øll um – tey eru nokk tey
einastu í landinum sum
aldrin hava hoyrt um Danny
Crowe. Stutt sagt: Ein
livandi gysarafilmur inni í
eini dagligstovu av eini
tragediu – akkurát nakað
fyri Danny
Enn betri verður tað, tá
Pet er ein dagin kemur og
fortel ur, at hann hevur
stung ið pápa sín við einum
breyð knívi og at pápin nú
liggur deyður heima á
køks gólvi num. Og nú vil
Peter sleppa í sjónvarpið at
fortelja sína søgu fyri allari
verðini.
Trupulleikin er bara, at
líkið
av
pápanum
er
horvið...
Beint í tíðarandan
Leikurin kann nokk best
lýsast
sum
ein
tragi
komedia, har stuttleikin
fjal ir yvir eina djúpa ræðlsu
fyri veruligum kenslum,
mang landi evni til at skapa
veru lig sambond við tey,
sum veruliga hava týdning í
tínum lívið og skammleysa
út nyttan av øðrum menn
iskj um til egnan fyri mun.
Sum nevnt rakar søgan
beint í eina tíð, har slíkar
sjón varpssendingar
bara
gerast fleiri, tí áhugin fyri
teim um eftir øllum at døma
er ómettandi. Uttan iva er
hetta tó ein leikur, sum ser
liga tey ungu fara at kenna
seg aftur í – ikki minst tí til
sipingarnar til sendingar
sum Paradise Hotel og
Robin s on og kanska eisini
XFactor ikki eru heilt av
leið.
»The Danny Crowe
Show« á Tjóðpallinum
Leikstjórn og pallmynd hevur Mikkel Harder Munck
Hansen staðið fyri.
Leikarar eru Beinta Clothier, Kristina O. Sørensen,
Ria Tórgarð, Bárður Persson, Hjálmar Dam og Hans
Tórgarð.
Ljósdesign Árni Baldvinsson, búnar Katrin Bonde,
ljóð Alexander Gaard, smyrsl og hár Drós Djurhuus og
Marjun Olsen, pallsmíð og tekniskum snildum Símun
Pauli Hansen og David Geyti.
Frumsýning er á Meiarínum mikudagin 24. mars k.
19.30, spælt verður aftur hósdagin og fríggjadagin kl.
19.30.
Intrigir, stjørnudreymar, lygnir, svik og morð í “The Danny Crowe Show” á Tjóðpalli Føroya.
Gera alt fyri at sleppa í sjónvarpið