fríggjadagur 19. mars 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 19. mars 2010
23
lýsing
Nýtt raðhús
undir Kongavarða
í 2 hæddum
Sí fleiri hús á inni.fo
PF inni
Niels Finsensgøta 37
Postboks 364
FO-110 Tórshavn
Telefon 35 42 00
inni@inni.fo
– trygt og ómakaleyst til hús
Nú hevur tú møguleikan at ogna tær
hetta frálíka arkitektteknaða raðhúsið,
vart tú ov sein/ur í fyrsta umfari.
Býlingurin og umhvørvið
Býlingurin verður sum frá líður ein
nýggjur og heilskapaður býarpartur
við skipaðum arkitekturi, ið gevur
fólki avbjóðingar, frið og tryggleika.
Alt verður gjørt liðugt millum húsini
við vegi, gongubreyt, spæliplássi,
sparkivølli og hugnaligum umhvørvi,
og stóru vindeyguni geva ljósinum
frítt spæl og leggja Nólsoyarfjørð og
Havnina opna fyri eygað.
Uttanfyri og uttanum
– liviligt og lívligt
Millum húsini er felagsøki, har gran-
narnir hava møguleika fyri at skipa
fyri ymiskum. Har vera gróðursettir
runnar, ið geva lívd og nærleika til
hugna og spæl, og her eru hyljareygu,
spælipláss, sparkivøllur og annað,
girt við snøggum laðingum og gøt-
um ímillum. Beint sunnanfyri er gøta
niðan á Reyn til nýggjan dagstovn
og til spildurnýggja skúlan, ið
stendur í gerð.
Stílur og snið - ljós og luft
Ljósa, opna og stílreina umhvørvið
uttan gongur aftur í ljósa, lætta og
frískliga arkitekturinum innan. Alt
er nýtt og hvítt og gjørt við besta
handverki og úr besta tilfari. Tú
kennir teg væl inni og hevur sam-
stundis einastandandi gott sam-
band við umhvørvið og umverðina.
Panoramaútsýnið yvir Havnina og
fjørðin má síggjast og upplivast.
Húsini eru hugnalig, livilig og væl
bjálvað. Tey eru løtt at umsita og
halda, og eru sera bílig í rakstri. Her
kanst tú savna teg um at liva eitt
gott gerandislív í glæsiligum ramm-
um.
Innrætting
Í niðaru hædd er bilskýli, hjallur,
grovkøkur, baðirúm, durur, trappu-
gongd til ovastu hædd og køkur /
alrúm / borðsstova / stova við
útgongd til flísalagt útigólv / terassu.
Í ovaru hædd er trappugongd,
hjúnarrúm, baðirúm, klædnarúm, 2
kømur – annað við hemsi og stova /
alrúm / kamar við hemsi og útgongd
til útigólv / altan.
Fakta
Adressa ...........undir Kongavarða 90,
Argir
Byggiár ............2009
Hæddir .............2
Gólvvídd ...........148 m2
Grundøki ..........149 m2
Hjallur ..............Ja
Bilskýli .............Ja
Prísuppskot ....kr. 2.500.000,00