Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 19. mars 2010 27 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Heilsan til mín góða vin Hans Anton sum so brádliga var tikin frá okkum, ein vinmann sum stóð mær og okkara familju so ómetaliga nær. Nú dagarnir nærskast til tín 50 ára føðingardag, og vit ikki fáa loyvi til at vera saman við tær, er tað við sorg og sakni at hesar reglur verða festar á blað. Vit komu úr Grønlandi í 2001 og bú­ settust í Saltangará, har komu vit skjótt at kenna Hans Anton, Gunnhild og børnini. Hans Anton var av Strondum, og sonur Jacob og Torgerd Thomsen. Hans Anton var elstur av 5 syskjum, tey vóru 2 dreingir og 3 gentir. Sunnudagin tann 3. januar 2010 vóru vit á møti í missiónshúsinum á Glyvrum, og sum sigur er, skuldi streingjakórið syngja hetta kvøldið. Hans Anton var kórleiðari og sera dugnaligur til tónleik og til tað listarliga. Møtið var sera gott, og vit sótu saman, sum so mangan, og alt gekk eftir vild. Kórið fór fram at syngja, tá ið møtið var komið at enda, Hans Anton vendir sær ímóti fjøldini og sigur m.a., at gávurnar og frímóðið til vitnis­ burðurin eru so ymiskar, men fyri hann var kórið og sangurin hansara vitnis­ burður, og vildi hann brúka henda møgu­ leika. So vendir hann sær móti kórinum, og sangurin gongur sera gott og tú góði Hans Anton brosar um alt andlitið. Men so við eitt broytist alt, Hans Anton ger eina roynd at seta seg niður á tað fyrstu stólarekkjuna, men fellur niður á gólvið og kom ikki til sín sjálvan aftur. Hetta var tað seinasta vit sóðu og hoyrdu frá tær, eitt bros við gleði og ein vitnisburður um Guðs kærleika til okkum menniskju. Tað er ymiskt hvussu vit kunna lýsa eitt menniskja upp á, Hans Anton var sera glaður og takksamur fyri familjuna, fyri heimið og tað yrkið ið hann, sum vinnilívsmaður livdi seg inn í víð lív og við sál, og so hevði hann sera góðar gávur til sangin. Hann var rættskaffin, gjøgnumførdur og lættur at umgangast. Hugsi um øll tey menniskju ið Hans Anton hevur tosað við – ja tað kundu vit staðfesta við jarðarferðina – at hann var ein maður við høgum virði – hevur givið mongum eina heilsu, eitt smíl og glett okkum við einum práti. Orð tykjast at vera so fátøk, men tó siga so tey ómetaliga nógv og hava nógv størri virði enn vit geva okkum far um. Vit hava nógv góð minnir saman sum vinir og sum familjur, m.a. túrar saman til Nólsoyar, Suðuroy, á Sandoynni, í Danmark og ikki minst í Ísrael. Vit reistu runt í Føroyum til sangstevnir, sangmøtir, konsertir og møtir. Og góða Gunnhild, tykkara heim og tykkara gestablídni og fryntliga smíl tá ið vit – so mangan – koma á gólvið hjá tykkum, og vórðu mót­ tikin við smíli og onkrari stuttari við­ merking, ja, tað er júst tað sum eyðkendi teg og Hans Anton. Takk fyri tað ! Vit hava eitt tómrúm í lívi okkara, í samtíð okkara og ikki minst í heimi okkara, tú kom so mangan inn á gólvið til eitt prát og kaffi, og gav av tínum vís­ dómi og vitan, bæði tímiliga og andaliga. Eftir sita konan Gunnhild og børnini Bárur, Búgvi, Tórur og Brynhild. Takk fyri alt Hans Anton, takk fyri vinarlag, takk fyri bróðurkærleika og takk fyri tað tú hevur verið fyri okkara familju. Góða Gunhild, børnini, foreldur, ver­ móður og syskin, vit ynskja tykkum Guðs signing, styrki og umsorgan í komandi tíðum. Friður verið um minni yvir Hans Anton Thomsen. Andreas og Kirstin við familju Minningarorð um Hans Anton Thomsen Tøkk Ein innilig tøkk ljóði til tykkum mongu, ið við gávum til bjargingarbátin LÍV og á annan hátt lótu við tykkum koma við deyða og jarðarferð kæra bróður, mammu-, pápa-, ommu- og abbabeiggja okkara, Herman B. Hermansen Føðingar 1. mars fingu Eyðna Festirstein Dam og Kristian Ludvík Dam, Klaksvík, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3600 gr. 8. mars fingu Hildur Enni og Bogi Lenvig eina dóttur á Hvidovre Hospitali í Keypmannahavn. Hon var 53 cm. long og vigaði 3200 gr. 9. mars 2010 fingu Jonhild Hansen og Kristian Tangsgaard Hvelplund Jensen, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4120 gr. 11. mars fingu Yan Jingrui og Aage Arnoldson, Glyvrum, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3325 gr. 12. mars fingu Ena og Magni Blástein, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3800 gr. 12. mars fingu Ruth Thomassen, Miðvági, og Gunleif Olsen, Tvøroyri, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3700 gr. 14. mars fingu Lív Steinkross og Ólavur Guttesen, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3110 gr. 15. mars fingu Stacey Joensen og René Wiberg Joensen, Miðvági, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3550 gr. 15. mars fingu Svana og John Joensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4050 gr. 16. mars fingu Jóhanna og Janus Thomsen, Toftum, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3750 gr. 45 og 50 ára føðingardagur Í sambandi við at vit í mars og apríl fylla 45 og 50 ár, halda vit felags føðingardag í Eydnuni á Oyrarbakka 10. apríl kl. 18. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin at boða frá á tlf. 422165 ella 226623 innan 25. mars. Heilsan Halljón og Elsa Annika Norðskála. 60 ára føðingardagur Mikudagin 7. apríl 2010 verði eg 60 ár, føðingardagsveitslan verður hildin í Skálanum í Klaksvík, leygardagin, 10. apríl kl. 19. Tey sum ynskja at gleða meg við at koma í føðingardag, verða vinarliga biðin at boða frá við at ringja ella senda sms til telefon 211988, ella við t­posti til isak@football.fo helst áðrenn 5. apríl. Heilsan Ísak Mikladal, Klaksvík. 70 ára føðingardagur Fríggjadagin 19. mars verður Hargin Joensen, Sumba 70 ár. Dagurin verður hildin í heiminum. 70 ára føðingardagur Týsdagin 23. mars verður Jens Erik Rasmussen (Ras) á Toftum 70 ár. Dagurin verður hildin í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum fríggjadagin 26. mars frá kl. 19. 85 ára føðingardagur. Fríggjadagin 19. mars fyllir Heri Mohr 85 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Silvurbrúdleyp Týsdagin 23. mars hava Heidi og Jan Abrahamsen á Strondum silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Kelduni frá kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Leygardagin 17. apríl hava Helga og Jørgin Gleðisheygg Nes, Gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum í Leirvík, kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tey ið vilja gleða okkum við at koma verða biðin um at siga frá innan 8. apríl á tlf. 447160 ella 270876 Diamantbrúdleyp Ruth og Robert á Lakjuni, Fuglafirði, halda diamantbrúdleyp í bygdarhúsinum í Leirvík 26. mars kl. 18.30. Tey, ið ynskja at gleðast saman við teimum hetta kvøld, biðjast siga frá, seinast hósdagin, tann 18. mars, á tlf. 444 332, fartelefon 744 332 ella við telduposti hg.vang@kallnet.fo Brúdleyp Leygardagin 27. mars giftast Guðrið Hansdóttir, Argir og Regin W. Dalsgaard, Tórshavn. Vígslan verður í Havnar Kirkju kl. 16 og veitslan verður fyri innbodnum í Sjónleikarhúsinum í Havn kl 19. Leygardagin 27. mars giftast Anna Helena Otthamar, Tórshavn og Helgi Elias Olsen, Hvalba. Vígslan verður í Ebenezer kl. 13. Móttøka verður aftaná har møguleiki verður at heilsa uppá brúðarparið. Øll eru hjartaliga vælkomin. Leygardagin 27. mars kl. 12 giftast í Kelduni í Skálafirði, Birita Ingolfsdóttir Heinesen, Norðagøtu og Levi Tróndarson Nybo, Hvítanes. Døgurði verður fyri innbodnum kl. 16. Opið hús verður kl. 21 í Oasuni, Kirkjustrætið 4, Hoyvík, har øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá brúðarparið. Leygardagin 27. mars giftast Linda Ziska Jacobsen, Tórshavn og Gunleif Lyngvej Poulsen, Sandvík. Vígslan verður í Havnar kirkju kl. 11. Móttøkan verður í Miðlahúsinum í Tórshavn frá kl. 13­15.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mikudagin 31. mars kl. 16 giftast í Sjóvar kirkju Asbjørg Norðberg og Eyðun Poulsen bæði av Strondum. Opið hús verður kl. 19 í Bygdahúsinum á Strondum, har øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá brúðarparið. merkisdagar Tøkk Vit vilja fegin veita eina hjartans tøkk til tykkara, ið sýndu samkenslu, tá kæri maður mín og pápi okkara Preben John Olsen Ballerup doyði og varð jarðaður. Takk fyri gávurnar, tit sendu Krabbameinsfelagnum. Vinarliga Johnhild, Martin og Carsten