fríggjadagur 19. mars 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 19. mars 2010
Visti av
ongum
Nýggi ÍSF-forsetin, Petur
Elias Petersen, visti ikki
av forsetaskiftinum,
fyrr enn Sølvi R. Hansen
fortaldi honum um tað
í gjár – nakrar tímar
undan stjórnarfundinum
– Eg hevði slett ikki roknað við
hesum, so hetta kom líka óvart á
meg, sum nakran annan. Tað er
altíð upp til sitandi forseta,
hvussu hann ger, tá hann er á
veg út, og Sølvi valdi so hesa
loysnina, sigur Petur Elias
Petersen, sum í gjárkvøldið tók
við sum nýggjur ÍSF-forseti.
Frammanundan hevði Petur
Elias boðað frá, at hann fór at
stilla upp til forsetavalið á
aðalfundinum í mai, men nú
henda nýggja støðan tók seg
upp, var hann líka bilsin sum øll
onnur.
– Nú valdi Sølvi so at takla tað
upp á henda mátan, at hann
segði okkum
starvsnevndarlimum frá hesum
fyrr um dagin og síðani stjórnini
um kvøldið, og tá hann nú
ynskti at fara frá, haldi eg, at
hann hevur gjørt tað upp á
rætta mátan, sigur Petur Elias,
sum sjálvur hevur verið
starvsnevndarlimur í 15 ár, harav
hann hevur sitið sum varaforseti
síðstu fimm árini.
Spurdur, um hann heldur, at
hetta upp á nakran máta kann
fara at ávirka komandi
forsetavalið, sigur nýggi forsetin,
at tað hevur hann slett ikki havt
stundir til at hugsa um, so tað
veit hann ikki. Men hann er
fúsur at fara til verka, sjálvt um
tað nú gjørdist upp á ein heldur
øðrvísi máta, enn hann hevði
væntað.
– Hetta er nakað, eg havi hug
til, og tað er eisini tí, at eg
herfyri bjóðaði meg fram til
forsetavalið. Hetta er eitt ólønt
frítíðarítriv, sum mær dámar, og
eg fari í øllum førum at gera
mítt besta, sigur Petur Elias
Petersen.
Tað kom sum ein bumba
fyri stjórnarfundin hjá
Ítróttarsambandinum í
gjárkvøldið, tá Sølvi R.
Hansen boðaði frá, at hann
legði frá sær sum ÍSF-
forseti
Fíggjarætlan,
úrvalsítróttur
og
bygn að ar broytingar vóru millum
evn i ni, ið stjórnarlimirnir vóru kom-
n ir saman at viðgera á fundinum í
gjár kvøldið, men fundarskráin tók
aðra vend, tá Sølvi R. Hansen byrjaði
fundin við at boða frá, at hann legði
frá sær sum ÍSF-forseti.
– Eg sá tveir møguleikar fyri mær.
Annar var tann pragmatiska loysnin,
at eg bleiv sitandi til aðalfundin, og
at eg so hesar mánaðirnar arbeitti
við teimum málum, sum eg havi, og
hin loysnin var so tann, at eg legði
frá mær, sigur Sølvi R. Hansen.
– At eg so valdi at leggja frá mær,
er eisini ein lógartekniskur spurn-
ingu r, tí sum ÍSF-forseti kann eg ikki
sa m stundis sita í nevnd í einum
felag undir ÍSF. Tá eg herfyri var
vald ur í nevndina í NSÍ, kom tað
nokk so knappliga á, og tá kom tað
mær slett ikki til hugs, at tað gekk
ímóti andanum í lógini fyri ÍSF, so í
míni verð er eingin ivi um, at tað var
rættast at leggja frá mær nú.
Sølvi sigur, at hann í gjár kunnaði
starvs nevndina
um
avgerðina,
umframt at varamaðurin í starvs-
nevndini eisini fekk tað at vita. Men
stjórnarlimirnir, sum eru for menn-
ini r í teimum ymsu ser sam bond un-
um, vistu av ongum, fyrr enn
fráboðanin kom á fundinum í gjá r-
kvøldið.
Avgerðina sjálvur
At Sølvi R. Hansen leggur frá sær,
merkir samstundis, at so er vara-
forsetin, Petur Elias Petersen, nýggj-
ur ÍSF-forseti, og varalimurin í
nevnd ini, Petur Ove Petersen, kemur
inn í nevndina og verður so nýggjur
varaforseti, meðan Katrin Joensen
fram vegis er skrivari.
Petur Elias boðaði herfyri frá, at
hann fer at stilla upp til forsetavalið
á aðalfundinum tann 29. mai, og tí
er nærliggjandi at spyrja Sølva R.
Han sen, um hansara avgerð um at
leggja frá sær, kann síggjast sum eitt
slag av stuðli til Petur Elias, so hann
fær ein fyrimun undan valinum.
– Nei, tað er so ikki nakað, eg havi
hugsað um, tí Petur Elias hevur slett
ikki verið við í hesum yvirhøvur.
Av gerðina eigi eg fult og heilt ein sa-
mall ur, og eingin fekk at vita um
hana, fyrr enn eg longu hevði tikið
hana, sigur Sølvi, sum hinvegin sigur
seg vera til reiðar at rætta eina
hjálp andi hond, um brúk verður fyri
tí hesa komandi tíðina.
Sølvi R. Hansen var valdur til ÍSF-
for seta í kapping við Annsy Høg-
ham ar á aðalfundinum 24. mai í
2008, tá hann tók við eftir Heðin
Mort en sen, sum hevði sitið í for-
seta sessi num í 28 ár.
Óvæntað
forseta skifti í ÍSF
Petur Elias Petersen, sum er nýggjur forseti í
Ítróttarsambandinum, og Sølvi R. Hansen, fráfarni
forsetin
Mynd: ÍSF
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen