fríggjadagur 19. mars 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Rákið – mars '10
Vegleiðing til menn
við súrum konum
Ert tú ofta súr við mannin? Gongur við
lúna og spælir martýr í tímar og dagar?
Nú er liðugt við tí! Tí júst í hesum døgum
fylkjast mannfólkini í stríðnum móti súrum
konum. Danski provokatørurin og kræsni
kennarin, Mads Christensen, hevur skrivað
eina vegleiðing til menn við súrari konu.
Hvussu fái eg meira sex? Hvussu sleppi
eg í býin við vinmonunum? Og hvussu fái
eg hana í betri lag? Hetta eru nakrir av
spurningunum, sum høvundurin lovar at
svara í bókini. Um tað eydnast, lata vit
standa til konurnar at meta um.
Døgurðaslangur
mennir minnið
Ein nýggj kanning hjá granskarum á lærda Berkely-
háskúlanum í Californina, vísur, at hevur tú fingið ein
døgurðaslang, lærir tú betri seinnapart. Sambært
kanningini verður tú dølskari, tess longri tú ert vakin.
Sambært videnskab.dk er orsøkin, at so hvørt vit
troyttast, lata partar í heilanum aftur, ein fyri og annar
eftir – akkurát sum ein harðdiskur.
»Mormor« er navnið á nýggjari røð av keramikkskálum, har siðbundni køkurin møtir tí modernaða.
Nýlærdi danski sniðgevin, Gry Fager, hevur longu nú vunnið nógva viðurkenning fyri stuttliga og vakra
køkssettið, sum tekur støði í viskustykkjunum heima hjá ommu. Normann Copenhagen setti beinanvegin
røðina í framleiðslu, tá fyritøkan fekk eygað á hana.
Kvinna
– kenn tín bil!
Nú er ongin umbering longur. Næstu ferð tú
steðgar upp, ber ikki til at senda boð eftir
manninum ella sløkkiliðsbilinum. Sama um
oljuperan lýsir reytt, dekkið er punkterað ella
vinstra baklykt er brostin, kanst tú leita tær
ráð og vegleiðing í nýggju bókini ”Kvinde kend
din bil”. Skrivað av kvinnum fyri kvinnur. Enn
eitt rætt stig á javnstøðuleið!
Skál við viskustykki
Góðleiki smittar
Tað góða kemur altíð aftur. Tað
vita vit.
Men nú bendir alt á, at fólk,
sum uppliva góðleika, sjálvi
verða fittari. Ein nýggj kanning,
sum granskarar á University of
California og á Harward hava
gjørt, vísir, at tá tú ert góð við
onkran, spjaðir góðleikin seg til
viðkomandi, sum so aftur verður
góð við onnur. Soleiðis kann tín
góðleiki raka hundraðtals onnur
menniskju her á jørð.
Frískir várlitir frá Noa Noa
í Tróndargøtu í Havn
Ynskiteppi frá
Mariu Poulsen í
miðbýnum Havn