Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-19, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2010síða 38

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Rákið – mars '10 – Mamma, kunnu vit ikki fara til Egypta­ lands? Børnini sita á baksetrinum við stóru klaffabókini um Egyptaland. Tey eru í pyramidualdrinum. Alt snýr seg um mumiur og kongsgravir og hieroglyffur og Tut­Ankh­Amon. Og hvussu finnur mann inni í einari pyramidu, og hví balsameraðu egyptarar eisini kettur? Spurningarnir flúgva runt í bilinum, og læraramamman svarar sum fræg ast, meðan hon roynir at halda seg mitt á vegnum. Her mitt inni í Hvalbiar­ tunnlinum. Jú, lat okkum fara til Egyptalands, hoyrir hon knappliga seg sjálva siga. Ups – hvat var hatta? Men sagt er sagt, og børnini skera í fagnaðarróp: »Vit skulu til Egypta­ lands«. Hendingin í Hvalbiartunnlinum var fyri meiri enn tveimum árum síðani. Og lítla barnafamiljan fór at spara saman til eina uppliving, av teimum stóru. Tí tað er ongantíð bíligt at ferðast úr Føroyum, og slett ikki langt út í heim. Og bøkur vórðu lisnar. Og søgur vórðu sagdar. Og filmir vórðu vístir. Og nógv at minnast: Koppsetinger, magafyrireiking, tryggingar, sólkrem og klæðir, sum ikki øsa arabisku mannfólkini! Alt, sum vit kundu skava saman um gamla land Fárao varð tugt og tanlað, so vit kundu vera væl fyrireikað til túrin. Tí tað er onki stuttligt at standa framman fyri einum risastórum templi við relieffum og standmyndum, uttan at vita eitt sindur til evnið frammanundan. Sól og mentan Egyptiska sivilisatiónin er fleiri túsund ára gomul, og sermerkt fyri hana er, at hon longu í fyrndini var so serstakliga framkomin, bæði vísindaliga, tøkniliga, listarliga, andliga og læknaliga. Hetta ger eisini, at ferðin til Egyptalands verður rópt ein mentanarferð, har tú í fyrsta lagi fert fyri at uppliva og læra – og so kanst tú taka tær av løttum aftaná. Ikki tí. Egyptar hava sanniliga eisini sól­ og baðiferðamál. Til dømis í rætti­ liga nýggja feriuparadísinum Sharm el Sheik, sum fleiri sammeta við eina plastútgávu av Disneylandi ella okkurt líknandi. Vilt tú hava sól, strond, coctails og poptónleik allan sólarringin, skalt tú velja tann partin av landinum. Ella vilt tú kava í sjónum við nøkrum av heimsins vakrastu korallum, er hetta Á ferð inn í gamlar Mumiur og pyramidur. Sól, sandur og litfagrir bazarar. Vanlukkuligt fátækradømi og ørandi ríkidømi. Landið við Nilá er ein ævintýraheimur fyri bæði børn og vaksin. Fortíð og nútíð bresta saman alla staðni í Egyptalandi