fríggjadagur 19. mars 2010síða 39
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Rákið – mars '10
EGYPTALAND:
Høvuðsstaður: Cairo
Mál: Arabiskt
Átrúnaður: 90% muslimar og 10%
kristin
Stødd: 1.001.450 km2 harav 0,6
prosent vatn.
Fólkatal: 80.300.000
Gjaldoyra: 1,00 egyptisk pund er
uml. 0,95 d.dk.
Veðurlag: Heitt og turt.
Regnar ongantíð. Kalt um
náttina.
Politiskt: Hosni Mubarak er
forsætisráðharri. Landið varð
lýst í undantaksstøðu í 1981
og er hetta framvegis galdandi.
Lýðveldi.
økið kring Svartahavið eisini staðið.
Men so upplivir tú ikki upprunaligu
mentanini úr gamla Egyptalandi,
sum milliónatals ferðafólk úr øllum
heiminum leita sær til á hvørjum ári.
Aladdin millum jól og pyramidur
Vit valdu eina 15 daga Kefren-rundferð
frá donsku ferðastovuni Atlantis Rejser.
Fyrra vikan var eitt sonevnt Nilcruise,
har vit sigldu niðan eftir Nilá í einum
cruiseskipi við fýra dekkum, harav
ovasta dekkið var sóldekk við svimjihyli
og liggistólum. Á ferðini løgdu vit
at í ymsum býum, har eitthvørt
áhugavert var at síggja. Vit høvdu
longu heimanífrá teknað okkum til allar
útferðirnar, har ein sera dugnaligur og
vælútbúgvin danskur ferðaleiðari vísti
runt. Eitt nú løgdu vit at í fyrrverandi
Theben, sum í dag eitur Luxor, har vit
vitjaðu Konganna Dal og Karnaktemplið
og annað har íkring. Vit vóru við segl-
báti, á kamelbaki og í hestavogni. Í
Sahara oyðimørkini, hjá teppiseljaranum
Aladdin, á krokodillufarmi og í
papyrus húsi. Eisini komu vit heilt
suður móti markinum til Sudan, har
Aswanbyrgingin hevur tamt risastóru
ánna, sum í øldir hevur verið lívsæðrin
í landinum, bæði sum vatnkelda hjá
landbúnaðinum og sum flutningsvegur.
Seinnu vikuna býttu vit sundur, so
vit fingu tríggjar dagar í Keiro, har vit
vitjaðu egyptiska fornminnissavnið,
Museum of Egypt, við øllum
dýrgripunum frá fornari tíð. Eisini løgdu
vit leiðina framvið Giza-slættanum, har
pyramidurnar og sfinxurin lokkaðu. Her
var tað serliga spennandi hjá børnunum
at sleppa inn í tað allar heilagasta í
heimsins størstu pyramidu, Keops.
Meðan børnini lupu upp gjøgnum
trappurnar fór pápin krúpandi aftaná
– ikki er lætt at vera 186 cm høgur og
krúpa í 1 metra hædd teir 70 metrarnar
eftir smølum trappum í myrkri, nógvum
hita og við lítlari luft. Gott, at mamman
bíðaði uttanfyri.
Síðstu fýra dagarnar var sólferia á
einum góðum hotelli í Luxor, har allar
tær mongu spennandi upplivingarnar
sluppu at festa seg. Egyptaland er
kolandi heitt á sumri, í miðal eini 40
stig. Desember er næstkaldastur við 25
stigum í miðal – perfekt!
Jólaaftan var millum hesar seinastu
fýra dagarnar, og tað var bara hugna-
ligt at halda bretsk jól á einum fínum
hotelli saman við fólki úr øllum
søgur
Úr grøvini hjá Tut-Ankh-Amon í Konganna
dali. Kendi gullskorturin hjá dreingjakonginum
var millum dýrgripirnar, sum fornfrøðingar
komu fram á í 1922. Balsameraða líkið av
dreingjakonginum liggur nú í einari glasmontru
inni í grøvini, har ferðafólk eisini hava atgongd
Myndaevnið á loftinum í
gravkamarinum hjá konginum
Seti 1 í Konganna Dali í Luxor
Myndir og hieroglyffir eru meiðslað inn í sandstein alla staðni. Her Sára Maria undir
einari súlu í einum 2000 ára gomlum templi
Vit síggja næstan ongin lokal konufólk. Tænarar og onnur í ferðavinnuni eru øll
mannfólk. Her undirheldur eitt orkestur við lokalum tónleiki