Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-19, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2010síða 40

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Rákið – mars '10 heiminum. Av tí, at bestu hotellini eru ætlað vesturlendingum, vóru tey vakurt pyntað á jólum. Annars var ongin jólahýrur í muslimska landinum, har rópt verður til bøn í moskuni klokkan onki hvønn morgun. Eisini tað var sera áhugavert og øðrvísi enn kirkjuklokkurnar sunnumorgun her hjá okkum. Barnakongur í glasmontru Men sum sagt, var tað mest spennandi við ferðini til Egyptalands at síggja kendu støðini, sum fornfrøðingar hava funnið, grivið út og varðveitt. Í Konganna Dali á vestara áarbakka, sum er heim teirra deyðu, tí har fer sólin í kav, fóru vit inn í nakrar av teimum 63 kongsgravunum, sum fornfrøðingar hava funnið higartil. Hendan sjón var so bergtakandi, at eg næstan misti ondina. Millum ár 1539 f.kr. til 1075 f.kr. var dalurin brúktur til kongskirkjugarð. Her hava arbeiðsfólk grivið djúpar, symmetriskir tunnlar og trappur langt, langt inn í fjallið. Einir fimm metrar til loftið og kanska fýra metrar í breidd og tíggjutals, ella meiri enn hundrað metrar, inn á botn. Veggir og loft prýdd og litløgd við framúrskarandi list, myndum og hieroglyffum, sum greiða frá lívinum hjá tí deyða og ferð hansarar gjøgnum undirverðina. Allan vegin framvið vegginum og í skotum, líka inn á botn, stóðu dýrgripir, brúkslutir, amboð, matur, vápn, akfør og enntá bátar, sum tann deyði skuldi hava við á ferðini. Inni á botni stóð so sarkofakið, sum er ein risastór líkkista úr granitti við einum tungum granitloki á. Har lá mumian av deyða konginum. Tess eldri kongurin gjørdist, tess djúpari var grøvin, tí gravararnir gróvu og prýddu grøvina alt lívið hjá konginum. Í dag eru ongir dýrgripir í grøvunum, tí tjóvar rændu alt longu í miðøldini. Bert í grøvini hjá 22 ára gamla dreingjakonginum Tut-Ankh-Amon var framvegis ein hópur av dýrgripum, tá komið var fram á hana í 1922. Hesir lutir verða nú sýndir fram í stóra fornaminnisavninum í Keiro. Savnið er rættiliga fallið í órøkt, men farið er undir at byggja eitt nýtt savn í nánd av slættanum, har pyramidurnar og sfinxurin eru. So tað einasta sum liggur eftir í grøvini hjá dreingjakonginum er hansara balsameraða lík. Svartur og uppturkaður, ikki størri enn eitt 10 ára gamalt, liggur hann og hvílir í einari glasmontru, har ferðafólk kunnu síggja hann. Inferno í Cairo Í øldir hevur Nilá breyðføtt fólkið í Egyptalandi, sum til tíðir hevur kunna heystað upp í tríggjar ferðir árliga. So tað er ikki matur, sum trýtur. Men kortini er aldargamla ríkidømið og stórbæra søgan ein rámandi andsøgn til Egyptaland í dag, har fátækradømi, mutur og einaræði ræður, og har stórur partur av fólkinum ikki dugur at lesa og skriva. Hóast partar av fólkinum eru múgvandi, livir meginparturin í djúpari armóð, sum eisini hevur við sær, at islamistiskar rørslur fáa alt fleiri viðhaldsfólk. Milliónabýurin Cairo, sum fyrr í seinastu øld var ein hámentaður og verðsligur stórbýur, tá róptur París í Miðeyðstri, kann best lýsast sum eitt satt inferno, har nútíð og fortíð bresta saman til eina kakafoni av floytandi bilum, djórum, skirvisligum vognum, modernaðum mappumonnum, biddandi kryplingum, biðjandi muslimum, Miðalhiti um dagin í Luxor Jan Feb Mar Apr Maj Jun Jul Aug Sep Okt Nov Dec 23 26 30 35 40 40 40 40 39 37 31 25 1 2 3 4 1 5