Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-19, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2010síða 41

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 Rákið – mars '10 vápnaðum vaktum, smølum bazarum, har alt fæst til keyps, ruskdungum og fremmandum royki. Ikki ein býur, har tú orkar at vera leingi sum ferðafólk, tí alt er snøgt sagt ein stórur ruðuleiki. Men púra trygt, tí kriminalitetur er so at siga ikki í Egyptalandi, har ferðavinnan er ein hin størsta vinnan. Alt samalt ómetaliga spennandi og læruríkt fyri børn sum vaksin. Fremmandakent og eksotiskt. Av tí, at Egypaland er eitt menningar­ land, mást tú sum ferðandi vera fyri reikað upp á, at talan er um eitt til afturskomið land, har tingini ikki altíð rigga. Ferðabøkurnar ávara eisini móti longum bíðirøðum og leysum lívi. Kortini upplivdu vit ikki nógv av hesum. Kanska tí vit valdu at ferðast á 1. klassa allan vegin, har tú fært nógv meira komfort, betri tænastu og reinføri, fyri fáar hundrað krónur eyka. So samstundis sum, at vit upplivdu ræðandi fátækradømi, upplivdu vit eisini ørandi luksus, serliga á hotellinum í Cairo. Marglæti so vilt, sum vit als ikki kenna tað her í norðurlondum. Men hesir mótsetningar vóru eisini hugvekjandi, og vit fingu nøkur góð prát um vælferðina her hjá okkum: Her fá hava nógv, og fles hava nokk, í mun til støðuna í menningarlondum, har fá hava alt og flest hava onki. Samanumtikið ein ógloymandi upp­ living fyri familjuna Dam/Dalsgarð, mamma og pápi og tvey børn, 9 og 11 ár, jól í Egyptalandi 2009. Next stop New York! __________________________________ Tekstur: Rigmor Dam Myndir: Arnbjørn Ó. Dalsgarð 1. Risastóri keypsskálin City Star í Cairo er størsta handilsmiðstøð í Miðeystri og Europa. Við fleiri enn 600 handlum er hann ein ræðandi mótsetningur til skroypiligu kroysurnar, sum vanliga fólki búleikast í. Meginparturin av sethúsunum standa í hálvum gekki, tí stjórnin hevur avgjørt, at tú skalt rinda skatt, tá húsini eru liðug! 2. Søtt te stendur okkum í boði alla staðni. 3. Aftan fyri Róa og Sáru Mariu síggja vit útgrevstur, har fornfrøðingar eru komnir fram á eitt risastórt havnalag á Giza Slættanum, har pyramidurnar standa úti í oyðimørkini. Fyri túsundatals árum síðani gróvu egyptar eina breiða slúsu líka úr Nilá niðan á slættan. Soleiðis kundu teir lættliga flyta fólk og farm til stóru byggiverkætlanirnar. 4. Gøtuseljararnir leggja á ferðafólkini sum fluga um lort. Og tað krevur nógvar snildir, at sleppa undan at keypa eitthvørt »Made in China« skrambul. 5. Must-have í taskuni í Egyptalandi: Vesipappír, desificeringsserviettar, vatn, sólkrem, pengar, varrafeitt, fartelefon, ferðabók, spýggiposa og myndatól. 6. Sólsetur á vestara áarbakka. Gomlu egyptar hildu, at sólin doyði, tá hon fór kav í vesturi hvørt kvøld, og so vaknaði hon til lívs aftur á eystara áarbakka hvønn morgun. Tí eru allar gravir á vastara áarbakka og tey livandi búgva eystaru megin. 7. Á vitjan í basalt grótbroti, har fólk í túsundatals ár hava høgt 40 metrar høgar obeliskar til templini. 8. Cruiseflotin á Nilá telur eini 300 skip, sum sigla við ferðafólkum. 9. Hundraðtals tempul eru at finna í oyðimørkini. Her hava fíggindar meiðslað myndirnar av gudunum burtur. 10. Nógv gerandislív fer fram undir opnum himni. Her hjá einum pottamakara. Tað regnar ongantíð í Egyptalandi. 11. Vakurt prýdd bygd hjá fólkinum úr Nubia í Sahara oyðimørkini – minnir ikki sørt um Kardamummubý. Kostnaður fyri tvey vaksin og tvey børn við ferð úr Føroyum umvegis Danmark til Egyptalands í 15 dagar, við útferðum, mati, lummapengini og drykkipeningi: Umleið 80.000 krónur. 6 7 8 9 10 11