Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Rákið – mars '10 Wild light Tilfar: Stativ Skinnkragi Stríput skjúrta Leopardtoy Belti Fliseline Alt tilfarið er keypt í einum endurnýtsluhandli. Toyið er límað á fliseline og beltið er límað út yvir skinnið. Prísur umleið 120 krónur. Reinur romantikkur Tilfar: Stativ Gomul blondublusa Gomul blómublusa Perlukantur Prismur Seyma blondutoyið uttan á stativið og blómu toyið á innara partin. Líma perlukantin á og hong prismurnar framvið kantinum. Prísur umleið 80 krónur. Elskuligur skermur Tilfar: Stativ Eitt gamalt toystykki Prismur Seyma toyið saman og líma tað á stativið. Pynta við prismum. Prísur umleið 80 krónur. Kular Suzuki lampur Tilfar: Stativ Leðurjakki Fliseline Klipp jakkan sundur, og seyma stykkini saman. Líma á fliseline og seyma alt á eitt rund stativ. Prísir umleið 200 krónur.