fríggjadagur 19. mars 2010síða 45
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Rákið – mars '10
– Tú kanst ikki siga, um tær dámar betri
sjokolátu ella jarðber, um tú ikki hevur
roynt bæði. Orðini eigur Lív, sum í mong
ár hevur ivast í, um hon er til gentur ella
dreingir.
Men, tá hon fyri trimum árum síðani
royndi seg við einari kvinnu, gjørdist tað
henni alt meira greitt, at hon helst var
lesbisk.
– Eg havi altíð havt eitt gott eyga
til konufólk og eisini verið eitt sindur
forelskað onkuntíð, sigur Lív.
Aftan á fyrstu upplivingina royndi Lív
seg eina seinastu ferð við einum mann
fólki. Men hóast tey svingaðu saman
sum vinfólk, riggaði tað sexuella ikki.
Aftan á fór hon av álvara at flirta við
konufólki, og tað vísti seg, at nógvar
vóru áhugaðar.
– Fyrsta forholdið við einari gentu,
gav mær størri innlit í lívstílin sum
lesbisk. Hetta var ein avgerandi tíð
í mínum lívi, har eg sá, hvat eg altíð
hevði manglað.
Føroyskar gentur eru opnar
Lív greiðir frá, at nógvar gentur og
kvinnur í Føroyum eru áhugaðar í at
royna seg seksuelt við einari gentu.
Eisini hóast tær ikki vita, um tær eru
lesbiskar.
– Tá man hevur roynt tað, veit
man beinanvegin, hvat man er til.
Men samstundis eru heilt nógvar
biseksueller gentur í Føroyum, sigur Lív,
sum hevur ein profil á Faroedating, har
hon sigur seg vera til konufólk. Og fleiri
hava longu víst áhuga.
– Eg møttist við einari, men eg var
ikki áhugað. Hon hevði sjeik og vildi
bara royna eitt konufólk. Tá føldi eg
meg eitt sindur misnýtta, at hon bara
vildi »royna« meg.
Einar seks aðrar gentur hava skrivað
til Lív gjøgnum Faroedating. Tær hava
verið í tjúgunum og tretivuárunum. Eina
gentan hevði sjeik og barn og hevði
nústani funnið útav, at hon var lesbisk.
Vilja ikki vísa seg naknar
Sum heild hava vinkonurnar tikið væl
ímóti Lív, eftir at hon fortaldi teimum,
at hon var lesbisk. Men summar verða
eitt sindur illa við, tá tær frætta, at Lív
er lesbisk.
– Onkrar hava havt illgruna um
tað leingi. Men besta vinkonan varð
rættiliga illa við, sigur Lív, og greiðir frá,
at hon var sera feminin í tannárunum,
har hon pyntaði seg og fjasaðist
við dreingjum. So hon skilir væl, at
vinkonan varð illa við.
– Eg havi eisini upplivað, at gentur
blíva eitt sindur bangnar, og at tær
ikki vilja, at eg skal síggja tær naknar,
tí eg eri lesbisk. Men eins og at allar
heteroseksuellar kvinnur ikki eru til
øll mannfólk, eri eg heldur ikki til øll
konufólk.
Hinvegin halda vinmenninir hjá Lív tað
vera stuttligt, at teir kunnu sita saman
við Lív og tosa um konufólk.
– Teir halda tað vera skeg at spyrja
meg til dømis: »Hvat heldur tú um hasa
damuna? Hevur hon góða reyv?« .. og
so framvegis.
Eingin maður í parlagnum
Í dag er Lív saman við einari føroyskari
gentu, ið hevur verið úr skápinum í fleiri
ár.
– Tað hjálpir væl, at eg eri saman
við einari gentu, sum er meira roynd
á økinum. Hon hjálpti mær eisini at
finna meg sjálva sexuelt. Nú kunnu
vit saktans ganga úti, halda í hond og
mussast, sigur Lív, og vísir á, at tær
báðar tvær eru kvinnur í parlagnum.
Sostatt hevur hvørgin teirra leiklutin
sum »maður«.
– Tað er ikki soleiðis, at onnur bara
ruddar og ger mat, meðan hin bara
ger handyarbeiði. Einki vesikummulok
stendur opið, og vit kunnu brúka
sama klædnaskáp. Mær dámar væl
at gera hár og so framvegis, meðan
henni dámar væl skógvar. So har er
simpulthen einki mannfólk, flennir Lív.
Vil gjarna giftast
Hóast tað framvegis ikki er loyvt sam
kyndum at giftast í Føroyum, vil Lív
gjarna giftast ein dag.
– Um eg finni tí einastu einu, vil
eg sjálvandi gjarna giftast. At vit ikki
sleppa tað, er sum at siga, at okkara
forhold bara verður góðtikið til eitt
vist, og so sleppa vit ikki longur, sigur
Lív, sum eisini heldur, at hugurin at fáa
børn er júst tann sami, óansæð um ein
er til kvinnur ella menn. Sjálv vil hon
gjarna hava børn saman við einari aðrari
kvinnu.
– Eg havi hug at fáa børn. Eisini
sjálvt um tað sjálvandi er keðiligt, at
eg og daman ikki hava sama rætt til
barnið, tí bara onnur verður skrásett
sum mamma á pappírinum. Men vit eiga
barnið líka nógv, sigur Lív, sum ikki dugir
at ímynda sær, at hon nakrantíð fer at
verða eydnurík saman við einum manni.
Femininar kvinnur eru lesbiskar
Lív heldur ikki, at tað ber til at eyð
merkja eina lesbiska kvinnu út frá
útsjóndini. Men hon viðgongur, at tað
eru nógvir fordómar um, at tær hava
hár undir ørmunum, eru feitar og hava
karsiklipt hár.
– Tann mest feminina kvinnan kann
væl vera lesbisk, sigur hon.
Spurd, hvørji ráð hon vil geva gentum,
sum hava illgruna um, at tær eru
lesbiskar, sigur hon stutt og greitt, at
tær skulu ikki ræðast tað.
– Tí kærleikin er treytaleysur. Hann
hevur hvørki kyn, aldur ella húðalit,
staðfestir hon.
__________________________________
Bjørk K. Olsen
ydnurík við mannfólki
Lív heldur, at øll menniskju eru bæði homoseksuel
og heteroseksuel. Summi eru meira heteroseksuel
enn homoseksuel, og so er umvent hjá øðrum.