mánadagur 22. mars 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 56 - 22. mars 2010
Ósemja um Landsfundarsamtykt
Fleiri evni vórðu strikað ella broytt frá ætlaðu fundasamtyktini hjá landsfundinum hjá
Sambandsflokkinum. Inntøkutrygdin var ein. Í ætlaðu fundarsamtyktini frá landsfundinum hjá
Sambandsflokkinum, vórðu fleiri broytingar gjørdar. Ætlanin var millum annað, at tað skuldi
standa í samtyktini, at »inntøkutrygdin má skipast øðrvísi.« Men hetta vildi ein partur av
fundinum ikki hava við, og tí var inntøkutrygdin strikað í fundarsamtyktini. Somuleiðis var
ætlanin, at tað skuldi standa í samtyktini, at øll sjúkrahúsini skuldu hava eina leiðslu. Hetta var
broytt við teirri grundgeving, at tað eru ymisk áhugamál kring landið, so orðingin bleiv broytt til:
Nú skal sjúklingurin í fokus. Tey trý sjúkrahúsini skulu tí samstarva betur. Trygd skal fáast fyri,
hvørji øki innan sjúkrarøktina skulu vera á ymisku sjúkrahúsunum. Seinasta evnið, sum varð
broytt í fundarsamtyktini var ein orðing um javnstøðu. - Setningurin sigur so lítið, at hann kann tað
sama strikast, segði eitt av fundarfólkunum, og so var setningurin tikin úr.
Landsfundurin hjá
Sambandsflokkinum
er á einum máli um,
at í samband við
komandi fíggjar
lógina skal ríkis
veitingin prís tals
viðgerast. For mað
urin í flokkinum er
samdur, og hevur eftir
øllum at døma góðar
vónir til, at hetta fer
at eydnast
Landsfundur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Blokkniðurskurðurin er ein
tann størsta orsøkin til
strukturella hallið.
Tað segði Magni Laksá-
foss á landsfundinum hjá
Sambandsflokkinum,
og
hann greiddi víðari frá, at
av ringvirknaðinum í sam-
felagnum er 1,5 milliard
krónur burtur grundað á
blokkniðurskurð.
– Loysnin á strukturella
hallinum er at rationalisera
hjá tí almenna. Og prístals-
regulering av blokkinum er
nevnd ferð eftir ferð undir
samráðingunum,
sigur
Magni Laksáfoss somu-
leiðis.
Flokkurin tekur undir við
manninum á síðusporinum
í
flokkinum.
Blokkurin
verð ur nevndur í hvørjari
røðu á landsfundinum, og
eisini Kaj Leo Johannesen,
formaður í flokkinum er
samdur, og nevnir tað fleiri
ferðir, men so er spurn-
ingurin, hvussu undirtøka
skal fáast fyri tí.
– Tað er bara ein máti at
fáa hetta ígjøgnum, og tað
er at taka tað upp. Tað kann
vera, at tað er tíðin ger, at
mann metir, at mann hevur
meira brúk fyri pengunum,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann leggur afturat, at
tað væl ber til at fáa Sam-
bandsflokkin at ganga við
til, at marka pengarnar til
almannaverk, heilsuverk og
skúlaverk.
Men Kaj Leo Johannesen
vil ikki seta hetta sum krav
til samgonguna.
– Vit hava eitt ynski upp
á sama máta sum hinir
flokk arnir hava ynski til
karmar. Vit meta og vilja
heita á, at tað verður tikið
upp til næstu samráðingar,
sigur formaðurin í Sam-
bandsflokkinum.
Næstu
samráðingarnar
um ríkisveitingina verða í
heyst, og um ríkisveitingin
verður prístalsviðgjørd, so
kann hon sambært Edmundi
Joensen, tingmanni fyri
Sambandsflokkin, geva 110
milliónir krónur afturat í
landskassan. Men Sigurð
Poulsen, landsbankastjóri,
vísir á, at við eini inflatión
á tvey prosent um árið
gevur ein prístalsviðgjørd-
ur blokkur 12 milliónir
krónur um árið.
Løgmaður staðfestir eis-
ini, at tað serliga er orðið
krav, honum ikki dámar.
– Orðið krav og kríggj
dámar mær ikki. Hetta við
ultimativum bardøgum og
kríggi. Vit hava eina áheit-
an, og tað rokni eg við, at
hinir flokkarnir taka seriøst,
sigur Kaj Leo Johannesen,
løgmaður.
Tó metir hann, at Sam-
bandsflokkurin hevur minst
líka stóran møguleika at fáa
sítt ígjøgnum sum hinir
flokk arnir, og at hinir flokk-
arnir helst hava meldað ov
hart út.
– Eg haldi, at tær út meld-
ingarnar vóru í so harðligar,
og eg eri ikki tilhangari av
trimum skotgrøvum.
– Tað, at fara út í fjøl-
miðlarnar er ikki tað, sum
gevur bestu úrslitini, metir
Kaj Leo Johannesen, tá
hann verður spurdur, um
Sambandsflokkurin
ikki
dettur niður ímillum hinar
flokkarnar við sínum krøv-
um.
Ikki semju fyri semju
Men hóast Magni Laksáfoss
og Kaj Leo Johannesen er
púra samdir um, at blokk-
urin skal tiðnast og stórar
rationaliseringar skulu ger-
ast hjá tí almenna, so eru
teir ikki heilt samdir um
háttin at gera tað uppá.
– Eg haldi tað vera øgiliga
harmiligt, at flokkurin ikki
hevur meldað út, hvat
flokk urin meinar, hvat vit
eiga at gera. At vit hava lagt
okkum so tætt at Javn-
aðarflokkinum. Tað haldi
eg veljararnir hava rætt til
at vita. Nú havi eg sagt, tað
sum eg meini, at vit skulu
gera, og hetta er tað sama,
sum
meginparturin
av
tingfólkunum halda, segði
Magni Laksáfoss í síni røðu
á landsfundinum.
Fleiri limir av tingbólk-
inum eru púra samdir við
Magna Laksáfoss, tá teir
verða spurdir úti í høllini á
Skúlaheiminum í Havn, har
landsfundurin var.
– Vit mugu fara inn í
hendan bardagan við tí
ideologisku bakgrund, sum
Sambandsflokkurin hevur,
og tekur tann bardagan og
ikki tekur semjuna fyri
semjuna skyld. At tað ikki
bara er ein semja fyri
semjuna skyld við at leggja
við til, at enn fleiri gjøld
verða løgd á vinnuna, segði
Magni Laksáfoss.
Má vísa ábyrgd
Men Kaj Leo Johannesen,
formaður í flokkinum, vil
ikki tosa um krøv og
kríggj.
– Eg havi eina ábyrgd
sum leiðari. Tað nyttar ikki,
at tríggir flokkar fara upp at
leika í. Eg eri ikki tilhangari
av trimum skotgrøvum.
Men nyttar tað nakað hjá
Sambandsflokkinum
at
ganga uttanfyri skotgrøvina
og mala, meðan hinir liggja
klárir til at skjóta tykkum
niður?
– Ongin skjýtur okkum
niður í løtuni. Vit eru í góð-
um form. Vit eru í toppform.
Men hinvegin er tað, at fara
út í fjølmiðlarnar ikki tað,
sum gevur bestu úrslitini,
sigur Kaj Leo Johannesen,
løgmaður og formaður í
Sambandsflokkinum.
Tað hevur ikki eydnast at
fáa fatur og Jørgeni Nicla-
sen, formanni í Fólka flokk-
inum, og Jóannesi Eides-
gaard, formanni í Javn að-
arflokkinum, áðrenn blað ið
fór til prent, men teir hava
báðir fyri tíð síðan sagt, at
teir ikki vilja ganga við til
at tiðna blokkin.
Nú skal blokkurin tiðnast
Sambandsflokkurin vil
prístalsviðgera ríkisveitingina,
og hóast Kaj Leo Johannesen,
formaður í flokkinum,
ikki vil seta tað sum krav í
fjølmiðlunum, so sigur hann,
at tað ikki eru tey, sum melda
harðast út í miðlunum, sum
fáa sítt ígjøgnum