hósdagur 3. januar 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 1 - 3. januar 2002
Nr. 1 - 3. januar 2002
25
Almennir fundir hjá
Nes kommunu í 2002
Fundirnir eru kl.19.00 í fundarhølinum hesar mána-
dagar:
04. februar
02. september
11. mars
07. oktober
22. apríl
04. november
27. mai
02. desember
24. juni
Mál, sum skulu verða viðgjørd á bygdaráðsfundi,
skulu verða kommununi í hendi 14 dagar áðrenn
fundin.
Fíggjarætlanin fyri 2002 liggur frammi á kommunu-
skrivstovuni í døgunum frá 14. til 28. januar 2002.
Kommunuskrivstovan er stongd vegna summ-
arfrí í: Viku 30, 31 og 32.
Nes kommuna
Verkstaðarassistentur
til Varda Verkstaðin í Vági
Søkt verður eftir verkstaðarassistenti til Varda Verk-
staðin í Vági at byrja 1. februar 2002 ella eftir nærri
avtalu. Starvið er eitt fulltíðarstarv, sett eftir sátt-
mála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagog-
felag, lønt í lønarflokki 11/17 plus viðbøtur.
Verkstaðurin inni á Bakka er eitt vart verkstað við
framleiðsludeildum. Uppgávurnar hjá starvsfólkun-
um eru at hjálpa brúkarunum og finna uppá upp-
gávur. Arbeiðsuppgávan hjá setta starvsfólkinum
verður í fyrsta umfari at taka sær av træverkstaðn-
um og gera aðrar uppgávur í og uttanfyri verkstað-
in. Verkstaðurin er normeraður til 15 brúkarar fulla
tíð, og at fyriskipa arbeiði eru trý onnur starvsfólk
sett.
Týdningur verður lagdur á at umsøkjarin:
• hevur handverksútbúgving ella líknandi handa-
liga útbúgving
• hevur vitan um og áhuga í at arbeiða við fólki við
serligum tørvi
• er áhugaður í at útbúgva seg meira
• er kroppsliga væl fyri og ikki bangin fyri at taka
tøk
• dugir at leggja arbeiðsuppgávur til rættis, eftir
førimuni hjá brúkarunum
• dugir at samstarva
• dugir at arbeiða sjálvstøðugt
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
leiðaran á tlf. 373536.
Skrivlig umsókn við prógvi, viðmælum v.m. skal
vera okkum í hendi áðrenn 14. januar 2002.
Vardi Verkstaðurin inni á Bakka
FO-900 Vágur
Fiskivinnuroyndir 2002
Játtanin til Fiskivinnuroyndir á løgtingssins fíggjarlóg er góðar 8 milliónir krónur. Í viðmerkingunum til
játtanina verður sagt:
"Fiskimálastýrið umsitur Fiskivinnuroyndir, sum verða fyriskipaðar í samstarvið millum Fiskirann-
sóknarstovuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Menningarstovuna. Vinnan luttekur eisini í hesum arbeiði.
Játtanin er til fiskiroyndir og kanningar, herímillum vørumenning og hvussu sum mest fæst burtur úr øðrum
fiskasløgum"
Stýrisbólkur, sum fevnir um umboð úr nevndu stovnum og fólki úr fiskivinnuni, hevur gjørt eina stevnu fyri
Fiksivinnuroyndir umframt umsóknarbløð, vegleiðingar og tilfar, sum greiðir frá ynskjunum og krøvunum til
einhvørja verkætlan, áhugaði kunnu fara undir.
Stevna
Málsetningur
Stevnan fyri fiskivinnuroyndum er at fremja royndir og kanningar - bæði vinnuligar og vísundaligar, ið kunnu
verða við til at menna føroyska fiskivinnu, fiskiskap, fiskavirking og fiskasølu við atliti til burðardygga
gagnnýtlsu av okkara havtilfeingi og at trygd og nøgdsemi brúkarans verður sett í hásæti.
Raðfest økir
1. Burðardyggur fiskiskapur.
Hetta kann verða praktiskar royndir ella vísundaligar kanningar, sum hava til uppgávu:
•
at gagnnýta fiskasløg, sum ikki verða gagnnýtt í dag.
•
at menna skynsaman trolreiðslap, soleiðis at ávirkanin á botnin verður sum minst, at menna
ristteknologiina og onnur selektiv inntriv.
• at menna línutøkni sum heild (línu, agn og egning, umframt brúka av KT í menningini)
2. Gagnnýtsla av hjáframleiðslu:
Hetta kann verða praktiskar royndir ella vísundaligar kanningar, sum hava til uppgávu:
•
at økja um hjáframleiðslupartin, sum fer til matna og finna tekniskar loysnir fyri hesum
•
at finna tekniskar loysnir uppá, hvussu garnarnar best kunnu koma til høldar,
•
at finna loysnir í sambandi og sølu av gørnum til matna, men eisini til annað brúk
3. Sjómatartrygd og nøgdsemi brúkarans
Hetta kann verða praktiskar royndir ella vísundaligar kanningar, sum hava til uppgávu:
•
at finna loysnir sum kunnu skjalfesta betri sporføri av vøruni og upplýsing til endaliga brúkaran.
•
at finna loysnir fyri dálking og smittu umframt teir vegir hesi finna til matin. Herí eisini vísundaligar
metingar av sannlíkindum og vandanum fyri dálkingini /smittuni.
4.Virðisøking av upsatilfeinginum
Hetta kann verða praktiskar royndir ella vísundaligar kanningar, sum kunnu hava við sær at virðið á
upsatilfeinginum verður økt. Hetta kann verða:
•
at finna nýggjar og betri hættir at virka upsan
•
at finna nýggjar og betri sølumøguleikar
Umsóknir:
Vinnuligar fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um pening úr fiskivinnuroyndum. Søkt
verður á serligum umsóknarblaðið.
Umsóknir skulu verða Vinnuhúsinum í hendi innan hósdagin 24 januar 2002.
Umsóknarbløð, vegleiðingar og annað kunnandi tilfar fæst frá Vinnuhúsinum.Tilfarið verður eisini lagt út á
heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo
Áhugað eru eisini vælkomin at venda sær til Ásmund Guðjónsson, samskipara við møguligum spurningum
og øðrum.
Ásmundur Guðjónsson, samskipari
Vinnuhúsið
RC Effersøesgøta 30
100 Tórshavn
tel:
311864
faks: 317278
t-postur: asmundur@industry.fo
Fiskimálastýrið
Aðalskrivstovan
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
Hagstova Føroya
Hagstovan sóknast eftir tveimum fólkum við út-
búgving frá hægri lærustovni ella tilsvarandi før-
leika, til at arbeiða við búskaparhagtølum.
Gjaldsjavnin og stakpartarnir av honum: Rakstrar-
parturin við inn- og útflutningi av vørum og tæn-
astum, rentugjaldingum, lønum o.ø.og kapitalpart-
urin við broytingum í nettoskuld til útlond.
Vinnugreinahagtøl – serliga roknskaparhagtøl.
Hetta eru stakroyndir av virkisroknskapum,sum eru
grundarlag fyri uppgerðum av virðisøkingini í
marknaðarliga virkseminum í landinum, skift á
vinnugreinir.
Bæði arbeiðsøkini verða samskipað í tjóðarrokn-
skapin, og kann tí roknast við heilt sjálvstøðugum
arbeiði eins og samskipaðum arbeiði í verkætlanar-
bólkinum um tjóðarroknskapin.
Bæði starvsfólkini skulu seta seg føran fyri at læra at
arbeiða við forriting úr datagrunni. Vit arbeiða við
SQL forriting í sambandi við ORACLE datagrunn,
sum tó ikki er ein treyt at duga frammanundan.
Bæði starvsfólkini skulu hava hollan kunnleika um
samfelagsbúskap, hagfrøði, skráseting og datavið-
gerð.
Løn verður latin eftir sáttmála millum avvarðandi
fakfelag og Landsstýrið.
Umsóknarfreistin er 1. februar 2002, og skal um-
sóknin sendast
Hagstovu Føroya
Postbox 2068
165 Argir.
Meira fæst at vita um størvini frá Hermanni
Oskarssyni á Hagstovu Føroya, telefon 352800 og
teldupostur hermann@hagstova.fo
Heimahjálparar/
heilsuhjálparar
Heimarøktin í Suðurstreymoy søkir eftir heima-
hjálpum/heilsuhjálparum at byrja skjótast gjørligt
ella eftir avtalu. Løn sambært sáttmála við Fíggjar-
málastýrið og Heilsuhjálparafelagið.
Umsóknin skal sendast til:
Heimarøktin Suðurstreymoy
att. Anna Maria Oskarsson, Økisleiðari
Skálatrøð 14,
Haldórsvíkar
Avhaldsfelag
hevur 75 ára stovningarveitslu tann 5. januar kl.
19.30 fyri limum við gesti.
Kostnaður 150 kr.
»Harmoniku Trio«.
Nevndin
C
M
Y
K
25
24