Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mars 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 56 - 22. mars 2010 Føroya Arbeiðarafelag fer nú at keypa sjúk lingum á Hotel Tórshavn í Keypmannahavn nýggjar teldur ístaðin fyri tær, sum vórðu stolnar av hotellinum herfyri Gáva Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Sjúklingarnir á sjúk linga­ hotellinum Tórshavn í Keyp­ manna havn fáa nú eina stórfingna gávu frá lim unum í Føroya Ar beiðara felag. Á aðalfundinum hjá fel­ agnum um vikuskiftið skeyt Fríðhild Winther úr Skopun upp, at limirnir í Føroya Arbeiðarafelag skuldu stuðla teimum, sum búgva á sjúk lingahotellinum Tórs­ havn í Keypmannahavn við nýggj um teldum. Tey hava havt fleiri teldur á hotellinum, men herfyri vórðu fimm av teimum stolnar av hotellinum og nú hava tey bara eina eftir, fortaldi skopunarkonan funda fólkinum í Føroya Ar beiðara felag. ­ Teldur hava ómetaliga stóran týdning fyri tey, sum koma soleiðis fyri, at tey hava tørv á at verða á hotell­ inum, segði hon. Serliga er teldan hent am boð hjá teimum tá ið tey skulu hava samband við Føroyar, tí har kunnu tey lesa tíðindi úr Føroyum, lurta eftir Kringvarpinum, Rás2 og Lindini og hyggja at Degi og viku og øðrum sjón varps sendingum, um­ framt at tey kunnu senda t­brøv og tosa ókeypis í tele fon. Fundarfólkið tók fult undir við uppskotinum og fleiri førdu fram, at hetta var eitt sera væl valt endamál at stuðla og Hotel Tórshavn er eitt pláss, sum øll kunnu fáa brúk fyri. Tað endaði við, at tey ymsu lokalfeløgini í Føroya Arbeiðarafelag betala hvør sín part og so betalir megin­ felagið tað, sum restar í. Sjúklingar fáa gávu frá Føroya Arbeiðarafelag Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskifti, var full undirtøka fyri at stuðla sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn við nýggjum teldum Á Hotel Tórshavn eru tey ómetaliga fegin um gávuna frá Føroya Arbeiðara­ felag, tí har hava tey bara eina teldu til sjúklingarnar, sum eru 70 í tali í løtuni Føroya arbeiðaraFelaG Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Hetta var ómetaliga vak­ urt gjørt av teimum. Tað var fyrsta reak tión in vit fingu frá starvs fólk inum á sjúk linga hotell inum, Tórs havn í morgun, tá ið vit ringdu og fortaldu teim un, at Føroya Arbeiðara felag hev ur sam tykt at stuðla teim um við nýggj um teldum. Sum greitt er frá í aðr ari grein her á síðuni, sam tykti fundarfólki á aðal fundin í Føroya Arbeiðar felag, ein­ mælt at geva sjúklingunum á Hotel Tórshavn í Keyp­ mannahavn, nýggjar teld ur til gávus. ­ Vit áttu seks teldur, men eina náttina herfyri høvdu vit innbrot og tá vóru fimm av teldunum stolnar. ­ Sostatt hava vit nú bara eina teldu eftir, sum øll skulu skiftast um at brúka. Í løtuni eru 70 sjúk lingar á hotellinum, so tað er skill­ igt, at teld an er smábýtt. Tí er tað ein ómetaliga kærkomin gáva, sum vit takka so miriliga fyri, sig ur starvsfólkið á Hotel Tórs­ havn. Tey siga, at annars verða teldurnar nógv brúkt ar og at tað tí var ein sera svárur missur, tá ið teldurnar vórðu stolnar. ­ Sjúklingarnir brúka tey at samskifta við á sosialum heimasíðum, tær verða eis­ ini brúktar til at senda og skriva t­brøv við, at lurta eftir radio og hyggja at sjón varpið, tær verða brúkar til at bíleggja ferðaseðlar við og sjálvandi eisini at lesa bløð og føroyskar heima síður at frætta tíð­ indi. 70 sjúklingar um eina teldu Føroya Arbeiðara fel­ ag fekk ein nýggjan nevndarlim á aðal­ fundi felagsins um viku skiftið. Á aðalfundinum stóðu fýra av teimum sjey nevndarlimunum fyri vali. Teir vóru Agnar Olsen úr Hós­ vík, Georg F. Hansen úr Miðvági, sum er næstformaður, Sunrid Vang úr Froðba og Margretha Rasmussen úr Fuglafirði. Margretha Ras mus­ sen boðaði frá, at hon tók ikki við afturvali og í hennara stað var Elin Sørensen úr Havn, vald. Hon hevur arbeitt á skrivstovuni í Føroya Arbeiðarafelag í 10 ár og hevur verið limur í felagnum alla tíðina og hon var tiltakslimur í gomlu nevndini. Hini trý í nevndini vórðu øll afturvald og somuleiðis var Georg F. Hansen afturvaldur til næstformann. Hinir nevndar lim­ irnir í Føroya Arbeið­ ara felag eru Ingeborg Vinther, forkvinna, Karla Einarsson úr Ritu vík og Jógvan Páll Johansen úr Haldórs vík. Fyrsti tiltakslimur er nú Dora Mikkelsen úr Gøtu, annar tiltaks­ limur er Julia Hansen, úr Æðuvík og triði til­ takslimur er Kristian Joensen úr Leirvík. Føroya Abeiðara felag nýggjan nevndar- lim Ingeborg Vinther harmast um sam­ gongan ikki heldur lyfti um at seta ar beiðsskapandi tiltøk í verk Føroya arbeiðaraFelaG Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Hvar eru arbeiðini, sum sam gongan hevur lovað at seta í verk. Tað spurdi Ingeborg Vinther, forkvinna í Før­ oya Arbeiðarafelag í árs­ frágreiðing síni á aðal­ fund inum um vikuskiftið. Hon sipar til nógv um rødda ólavsøku pakk­ an, har tað varð staðfest, at tað almenna skuldi seta arbeiðsskapandi tiltøk í verk. ­ Men hvar eru hesi arbeiðini. Tað, ið vit hava upplivað higartil, er tvørt­ ur ímóti, at tað al menna, serliga lands verk, hevur sagt tímalønt fólk úr starvi. Hon harmast eisini um, at eingi tekin hava verið at sæð um nakran vilja til at at seta arbeiðsskapandi tiltøk í verk, ikki eitt ein­ asta. ­ Tey arbeiði, ið hava verið bjóðað út higartil, eitt nú Landssjúkrahúsið og ellisheimið í Vági, eru íslendskar byggifyritøkur farnar avstað við. ­ Tað er nú, at tað al menna skal lata før­ oysku byggifyri tøk ur nar fáa almenn arbeiði, sjálvt um tað kostar nakað meir. Tað verður vunnið inn aftur í skattakrónum, tá ið okkara fólk fær arbeiðið, sigur forkvinnan. Hon staðfestir, at líkt er til, at samgongan ikki er ar beiðsfør, nú ið kassin er tómur og einki er at gjara út við. ­ Teir tora ikki at taka neyðugar avgerðir, har neyð ugt er at spara, tí teir eru so bangnir um atkvøð­ urnar til eitt komandi val. Ingeborg Vinther stað­ festir, at enn er fiskivinnan okkara høvuðsvinna og hon skilir ikki heilt gremj anina um, at hon skal fáa so nógvan studn­ ing. Hvat við øðrum lond­ um, har nógvar vinnur fáa studning í stóran stíl. Hvussu nógvan studning letur ES ikki landbún að­ inum? Fyri at fáa fólk at støðast í útjaðaranum, hevur fiskivinnan í Norð­ urnoregi fingið nógvan stuðul. Hetta gevur arbeiðs pláss og kemur lands kass anum aftur til góðar. ­ Tá ið fiskivinnan gong ur illa, fiskaprísirnir eru lágir, lítil fiskur kem­ ur upp á land, virkini standa tóm fyri tað mesta, tá gongur einki. ­ Landsbúskapurin ekur á knøunum, tí fiskivinnan er í kreppu. Hetta skapar fíggjarkreppu. Hvussu ber tað til, at fiskivinnan fyri summi er meira eitt haft um beinini? ­ Eg haldi, at nógv gloyma, at vit enn bert hava fiski­ vinnu og alivinnu at dúva uppá, um vælferð skal vera í samfelag okkara, stað festi Ingeborg Vinther. Samgongan lovar eitt og ger tað øvugta Bíblian sum teknirøð Heimamissiónsforlagið hevur givið út bókina ”Bíbilsk teknirøð” eftir Jeff Anderson og Mike Maddox. Í bókini eru Gamla og Nýggja testamenti myndað sum teknirøð. Fyrr í mánaðinum kom út bókin ”Bíbilsk teknirøð”. Í bókini, sum er 256 síður til støddar, eru partar av Gamla og Nýggja testamenti myndaðir sum teknirøð í litum. Vivian Ole­Jacobsen hevur týtt bókina til føroyskt. Forlagið skrivar m.a.: Í bíbliuteknirøðini eru tær kendastu og týdningarmestu frásagnirnar úr heimsins mest lisnu bók. Tekningar og frásagnir hava eina slíka styrki, at tað er ómøguligt ikki at verða rivin við. Uppsetingin er gjørd hjá SETT í Nesvík. Bókin er prentað í Kina og kostar 125 krónur. Astra er ársins brúktbilur Opel Astra er kosin ársins brúktbilur í 2010. Hetta er samstundis ein staðfesting av at ringa umdømið hjá bilinum er burtur. Íalt vóru 10 bilamodell við í metingini, sum nú greitt sigur frá, at Opel kann gera bilar, sum halda leingi og bert hava smærri útreiðslur til umvælingar og viðlíkahald. Opel Astra­bilurin frá 2005 vann á Skoda Octavia 2007 og VW Golf frá 2005. Sagt verður, at Astra­modellið fekk eina ringa byrjan, tá tað kom á danska marknaðin í 1991. Men síðani er vent í holuni.