týsdagur 23. mars 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 57 - 23. mars 2010
Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn
Tel +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo
SkrivSTOvuFólk
Atkstovan søkir eftir skrivstovufólki til
Koyrikortdeildina at seta beinanvegin.
Talan er um eitt fast starv, ið er skipað
sum eitt fulltíðarstarv
Uppgávan
uppgávan fevnir m.a. um:
• Avgreiðslu av viðskiftafólki og
telefonavgreiðslu
• Skráseting og framleiðslu av koyrikortum
• Umsiting av tíðum til ástøðis- og
koyriroyndir
• Málsviðgerð
• Postavgreiðslu
• Kassauppgerð
Førleikakrøv
Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovu-
útbúgving, HH ella tílíkari útbúgving og
royndum við arbeiði á skrivstovu.
Dentur verður lagdur á, at ein hevur góð
samstarvsevni, er fyrikomandi og dugir at
arbeiða undir trýsti. Tað er ein treyt, at ein
hevur kunnleika til at arbeiða við teldu.
Setanartreytir
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvs-
setanin hoyrir undir Innlendismálaráðið við
tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmans-
skrivstovuna og onnur aðalráð.
Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til Tórunn S. Miðberg, deildar-
leiðara, á telefon 350 418.
Umsóknir við møguligum prógvum og
viðmælum skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi 29. mars 2010.
Akstovan er stovnur undir Innlendismálaráðnum
og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar
kanningar og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroynd-
um, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av
koyrikortum og umsita akfaraskráseting, skráset-
ingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina
í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir um alt
landið. Á Akstovuni starvast 21 fólk.
til koyrikortdeildina
Góði lesari
Sosialurin er nú til reiðar at bjóða nýggju tíðini av. Vit fara
at broyta talið á útgávudøgum, og blaðið sjálvt verður eisini
broytt – bæði tá tað kemur til útsjónd og innihald. Hesar
broytingar koma at ávirka bæði tykkum lesarum og okkum,
sum starvast á blaðnum.
Frá 1. apríl at rokna kemur Sosialurin út tríggjar ferðir
um vikuna – mánadag, mikudag og fríggjadag. Hendan
broytingin verður gjørd fyri at fáa eitt blað, sum passar betur
til tíðina, vit liva í.
Gongdin í Føroyum og aðrastaðni vísir, at bløðini hava
trupult við at standa seg í kappingini um tíðindini. Skjótu
miðlarnir – internet og radio – standa sterkir í kappingini
um nógvar av tíðindasøgunum, og tí má avísin nú flyta seg og
finna fótafestið aftur. Og tað ger Sosialurin nú. Fyri 20 árum
síðani fór Sosialurin undir at geva blaðið út fimm ferðir um
vikuna, men nú er tíðin komin at minka útgávudagarnar
niður í tríggjar útgávudagar um vikuna og gera eitt nýtt blað
til føroyingar.
Nýggi Sosialurin kemur fyrstu ferð á gøtuna 6. mars. Hetta
verður ein týsdag og kemst av, at mánadagur 5. apríl er
annar páskadagur. Eftir tað verða útgávudagarnar mánadag,
mikudag og fríggjadag, um ikki serligar umstøður gera seg
galdandi.
Tíðindavirksemið í Miðlahúsinum verður ikki niðurraðfest
fyri tað, tí Miðlahúsið røkir tíðindaflutning døgnið runt á
Portalinum og um dagin á Rás2. Sosialurin skal frameftir
verða blaðið, sum finnur sín egna stíl og leiklut við tíðindum,
kjaki, bakgrund, reportasjum, ummælum, samrøðum og
annað.
Lækkingin í talinum á útgávum merkir eisini, at
haldaragjaldið lækkar. Frameftir fer Sosialurin at kosta
400 krónur um ársfjórðingin. Haldarar okkara hava longu
goldið fyri apríl-ársfjórðingin, men tað, tey hava goldið ov
nógv, verður drigið av gjaldinum fyri juli-ársfjórðingin. Tey,
sum hava árshald, verður eisini góðskrivað fyri lækkingina í
haldaragjaldinum.
Vit gleða okkum sera nógv til at bjóða tykkum ein nýggjan
Sosialin, sum vit vóna tit verða glað fyri, og sum føroyska
samfelagið í breiðari merking eisini fær gleði av.
Eirikur Lindenskov,
ábyrgdarblaðstjóri