týsdagur 23. mars 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 57 - 23. mars 2010
Forkvinnan í Føroya
Arbeiðarafelag
sýtir fyri at kalla
ólavsøkuna fyri
tjóðarhátíð okkara so
leingi tey tímaløntu
kring landið ikki
eisini fáa frí við løn,
akkurát sum tey við
almennari løn
Føroya
arbeiðaraFelag
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- So leingi tað bara eru tey
alment løntu og onnur við
fastari løn, sum fáa frí á ólav-
søku, uttan at missa løn,
kann ólavsøkan ikki kallast
tjóðarhátíð føroyinga.
Tað er niðurstøðan á aðal-
fundinum í Føroya Arbeið-
arafelag um vikuskiftið.
Har vóru tað fleiri sum
fýltist á, at tímalønt fólk
kring landið fingu ikki frí á
Ólavsøku.
Og taka tey sær frí, missa
tey lønina.
Samstundis
hava
tey
alment løntu frí alla ólav-
søkuna við fullari løn.
Hjá teimum tímaløntu í
Havn
er
ólavsøkuaftan
hálvur frídagur og ólav-
søkudagur er heilur frí-
dagur.
Av tí sama er heldur onki
fiskaarbeiði á virkjunum í
Havn á ólavsøku og tí
verður flakafólkið kring
landið undirdíkt í fiski, sum
onkur tók til, ímeðan tey í
Havn halda ólavsøku.
Ingeborg Vinher sigur, at
tey hava onkuntíð roynt at
reisa spurningin í sátt-
málasamráðingum.
Men tað hevur verið
sópað av borðinum.
Tí verður ásannað, at tað
nyttar lítið at taka spurning-
in fram aftur í sáttmála-
samráðingum.
Men tað merkir ikki, at
tey hava slept málinum.
- Skal nakað henda á
hesum øki, krevst lógar-
broyting og hana kunnu
bara politikarar okkara seta
í verk, sigur Ingeborg
Vinther.
Hon sigur, at tey tí fara at
seta seg í samband við
politiska myndugleikan og
biðja hann bera so í bandi,
at ólavsøkan verður frídagur
um alt landið, við løn.
Men
sálvandi
skal
sjúkrarøkt,
eldrarøkt
og
annað
neyðugt
arbeiði
eisini gerast á ólavsøku.
Ikki fyrrenn tá kann hon
kallast tjóðarhátíð okkara,
var niðurstøðan á aðal-
fundinum
í
Føroya
Arbeiðarafelag.
Hon nevnir í eini við-
merking, at møguliga kundi
tað borið til at stovna ein
halgidagsgrunn, sum gav
tímaløntum
lønarendur-
gjald fyri ymsar frídagar.
Lønarhækkingar og
uppsagnartíðir eru
nøkur av krøvunum,
sum arbeiðarafeløgini
hava sett arbeiðs
gevarunum, nú
gongd so smátt er við
at koma á sáttmála
samráðingarnar
Føroya
arbeiðaraFelag
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað sigur seg sjálvt, at
lønin má upp
Tað var boðskapurin hjá
Ingeborg Vinther forkvinnu,
til tey, sum vóru møtt á aðal-
fundi í Føroya Arbeiðara-
felag um vikuskifti.
Hóast hon vísti á, at
partarnir hava avtalað ikki
at almannakunngera krøv-
ini, kundi hon yvirskipað
upplýsa, at lønarhækking er
eitt av krøvunum, sum er
sett fram, nú samráðingarnar
eru byrjaðar.
Men hon ásannar, at tað
verður
ikki
lætt,
sum
tíðirnar eru.
Hinvegin staðfestir hon,
at øll 30 árini, hon hevur
verið við í samráðingunum,
hava tey altíð hoyrt, at ráð
eru ikki til lønarhækkingar.
- Vit vita væl, at nøkur
virki klára seg illa, men vit
vita eisini, at nógv hava
megnað at goldið eigaur-
unum vinningsbýti, hóast
um tey gremja seg um
ringar tíðir.
- Heldur enn at leggja til
viks til verri tíðir ella seta
pening av til útbygging, er
peningurin tikin úr virkinum
sum vinningsbýti.
- Hví skulu vit so taka
synd í teimum og lata vera
við at krevja lønarhækking,
spyr Ingeborg Vinther.
Nógv dýrari
Hon staðfestir, at síðan
seinasti
sáttmálin
varð
gjørdur í 2007, er vorðið
nógv dýrari at liva. Oljan
kostar meira, um ikki so
nógv sum í 2008. Allar
vørur eru dýrkaðar og tað
koma alt fleiri brúkara gjøld
frá tí almenna, sigur Inge-
borg Vinther.
Hon sigur, at uppsagn-
artíðirnar er eisini eitt mál,
sum fer at verða reist í
samráðingunum.
- Vit hoyra dagliga um
uppsagnir og í nógvum
førum verða uppsagnar-
reglurnar ikki hildnar. Eitt,
sum verður nýtt sum um-
bering fyri, at fólk ikki
skulu fáa uppsagnarløn í
uppsagnartíðini, er reglan í
sáttmálanum, ið sigur, at
hetta er ikki galdandi, tá ið
rávørutrot ella ólagaligt
veður er.
- Serliga hetta við rá-
vørutroti verður nýtt alla
tíðina, tá ið talan er um
uppsagnir
á
fiska-
og
laksavirkjum. Men tá ið
fólk samstundis fáa boð um
at møta til arbeiðis í upp-
sagnartíðini, kann tað ikki
vera rávørutrot, so hetta
kann als ikki góðtakast, og
tí fer felagið ikki at lata fara
framvið,
at
fiskavirkis-
skipanin verður misnýtt.
Tí er eitt krav í sátt-
málasamráðingunum,
at
uppsagnartíðin má leingjast,
og eisini má reglan um
rávørutrot og veður fáast
burtur, staðfestir Ingeborg
Vinther
í
formansfrá-
greiðing síni á aðalfundinum
í Føroya Arbeiðarafelag.
Sigur seg sjálvt
at lønin má upp
Tað er blivið nógv dýrari at liva so sjálvandi skal lønin upp, segði Ingeborg Vinter, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag á aðalfundi
felagsins um vikuskiftið
Vilja hava frí á ólavsøku
Lokalfeløgini í
Føroya Arbeiðara
felag vilja hava
hægri frá bankun
um upp á frítíðar
lønina, sum er
einar 300500
milliónir um árið
Føroya
arbeiðaraFelag
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Føroya Arbeiðarafelag fer
nú at kanna møguleikarnar
fyri at fáa hægri rentu frá
bankunum fyri frítíðarløn-
ina hjá limunum.
Tað er ein niðurstøða á
aðalfundinum hjá felagnum
um vikuskiftið.
Har varð ført fram, at
útreiðslurnar til TAKS av
at umsita frítíðarlønina hjá
limunum er nógv størri enn
tær
rentuinntøkur,
sum
feløgini fáa av at hava pen-
ingin standandi á bók,
staðfestir Harry Benjamin-
sen,
formaður
í Tofta
Arbeiðarafelag.
Orsøkin
er
sjálvandi
tann, at rentustøðið er mun-
andi lækkað seinastu árini.
Sostatt hava lokalfeløgini
hjá Føroya Arbeiðarafelag
beinleiðis
útreiðslur
av
frítíðarlønini.
- Tilsamans er frítíðar-
lønin einar 300-500 milli-
ónir, so tað átti at borið til
at samráðst seg fram til
eina hægri rentu frá onkr-
um peningastovni, legði
hann afturat.
Koma øll hini feløgini í
Samtaki við, er talan um
enn meir.
Tí fer nevndin í Føroya
Arbeiðarafelag nú at kanna
møguleikarnar fyri at fáa
eitt
heildartilboð
frá
onkrum peningastovni.
Sum støðan er nú, stendur
frítíðarlønin
á
kontu
í
navninum á fakfeløgunum,
so at tað fær rentuinntøk-
urnar, men tað er TAKS,
sum umsigur konturnar.
Onkur
nevndi
eisini
møguleikan fyri, at fakfeløg-
ini tóku á seg umsitingina
av frítíðarløini frá TAKS.
Vilja hava
hægri
rentu frá
bankunum
Betri viðgerð ímóti
bróstkrabba
Sum er fáa millum 20 og 30 prosent av teimum, sum fáa kemovið-
gerð fyri bróstkrabba, gagn av viðgerðini. Hini fáa ikki annað enn
hjáárin burturúr. Men nú hava danskir granskarar funnið eina loysn,
sum kann geva fleiri sjúklingum hjálp. Eitt nú eru granskararnir
komnir eftir, at ávísur heilivágur ger ikki mun hjá fólki, sum hava
eitt ávíst gen á 8. kromosomi. Við at staðfesta tað fyrst ber til at
viðgera hesar sjúklingarnar við einum øðrum slagi av kemoterapi.
Tað ger eisini, at teir sleppa undan teimum óhepnu hjáárinunum,
skriva granskararnir í tíðarritinum Nature Medicine.
Endurgjald fyri gassleiðing
30 fiskimenn á Bornholm vilja hava endurgjald frá einum
felagi, sum hevur lagt eina gassleiðing eftir botninum í
Eystrasalti. Nord Stream hevur sagt, at tað er sinnað at rinda
endurgjald, um gassleiðingin skerjir møguleikarnar hjá
fiskimonnunum. Nú hevur felagið fingið umsóknir frá 83
fiskimonnum, og teirra millum eru 30 danskir, sigur DR.
Nord Steam hevur tingast við danska fiskimannafelagið, og
endurgjaldið er sett til 175.000 krónur. Fiskimannafelagið
sigur, at menn gera sjálvir av, hvussu teir brúka pengarnar.