Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 57 - 23. mars 2010 Hvønn einasta dag standa ein rúgva av tólum í einum van­ lig um sethúsi og nýta óneyðuga nógvan streym. Her er eitt yvirlit yvir ringas­ tu syndararnar, og hvussu tú kann spara heilt upp í 5.000 krónur árliga í streymi Orkusparing Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eitt vanligt føroyskt húsar­ hald nýtir sambært SEV um leið 6.000 kilowatttímar (kWh) árliga. Hetta svarar til eina elrokning omanfyri 9.000 krónur árliga. Men fleiri nýta uppaftur meira, og bert við nøkrum fá um inntrivum og íløgum er ein rúgva at spara. Í hesi grein vísa vit, hvus su tú kanst spara heilt upp í 5.000 krónur um árið, bert við at skifta nøkur av teimum mest orkukrevjandi tól u num út við orkusparandi tól, og við at gera íløgu í nøk ur lítil, orkusparandi tól. Frystiboksin Í nógvum føroyskum kjall­ a r um og kjallum stan da upp í fleiri frystiboksir, sum vit nýta til at frysta kjøt, fisk og annað gott. Men er frystiboksin millum 10 og 20 ára gomul er hon næstan við vissu ein av teim um størstu streym tjóv­ un um í vanliga hús ar­ haldinum. Tí er nógv at spara við at skifta gomlu frystiboksina út við eina frysti boks ella frystiskáp, sum hava A+ orkumerkið. Gomlu frystiboksirnar eru verri isoleraðar og hava eldri og meira orkukrevjandi út gerð til at køla við. Er frysti boksin millum 16 og 20 ára gomul, kann tú spara heilt upp í 1.130 krónur um árið. Ein gomul Gram H590 frysti boks, sum varð seld millum 1990 og 1994, nýtir umleið 1040 kWh um árið. Hetta svarar til 1.573 krón­ ur við dagsins elprísi. Tekur tú hinvegin eitt nýtt frystiskáp frá Gram, sum er 368 litrar stórt, og hev u r A+ orkumerkið, hev­ ur tað einaárliga orkunýtslu á 435 krónur árliga. Sostatt kann tú spara heilt upp í 1.138 krónur um ár ið við at skifta gomlu frysti boksina út, uttan at tú missir tað nógva plássið. Nøkur fá ár, so hevur íløgan spart seg sjálva innaftur. Sirkulatiónspumpan Ein annar orkuslúkari, sum er í allarflestu húsum í Føroyum er sirkula tións­ pumpan á oljufýrinum, sum flytir heita vatnið runt í húsi num. Hetta dømið er úr einum vanligum sethúsum, sum eru bygd onkrastaðni mill­ um 1978 og 1995, upp á tvær hæddir og umleið 150 til 200 fermetrar stór. Til eisini slík sethús nýta óreguleraðar sirkula tións­ pumpur heilt upp í 70 watt um tíman, svarandi til 1,68 kWh um samdøgurið. Slík ar sirkulatiónspumpur koy ra vanliga alla tíðina við full ari ferð, óansæð um tørv ur er á tí ella ikki. Ein slík pumpa kann brúka fyri 900 krónur um árið av streymi. Dagsins orkusparandi sirkula tiónspumpur nýta heilt niður í 6 watt um tím­ an, alt eftir brúkinum. Í miðal, um sirku la tións­ pumpan er yvir átta ára gomul, kann tú spara upp í 324 kWh um árið við at skifta hana út. Hetta svarar til eina árliga sparing upp á 490 krónur um árið. Er talan tó um eina heilt gamla sirkula tiónspumpu kann vera munandi meira at hein ta har, við at skifta út til eina A­orkupumpu. Og tá er minkaða oljunýtslan ikki íroknað. Ljósperur Nógv fólk hava hópin av um beringum fyri ikki at skifta gløðiperurnar út við spari perur. Men her er ein orsøk til júst at gera tað. Her er roknað við at tú skift ir 10 gløðiperur, sum hava eina miðallivitíð upp á 1.000 tímar, út við A­spari­ perur, sum hava eina miðal­ livitíð upp á 10.000 tímar – tær fáast við livitíð úr 6.000 tímum upp í 15.000 tímar. PRÍSGRUNDARLAG Dagsins streymprísur er, sambært heimasíðuni hjá SEV, 1,513 krónur fyri hvønn kWh hjá húsarhaldum, sum nýta undir 10.000 kWh um árið. Spar 5.000 um árið Obama eftir bankunum Barack Obama, forseti, ætlar sær ikki at seta seg afturá, nú hann loksins fekk meiriluta fyri heilsutryggingini. Longu dagin eftir ta søguligu samtyktina í Umboðsmannatinginum boðaði forsetin frá, at hansara næsta átak verður at fáa betri eftirlit við teimum amerikonsku fíggingarstovnunum. Millum annað skal eftirlitið tryggja, at tann vanligi amerikanarin skal ikki rinda fyri skilaleysar avgerðir hjá bankum og øðrum fíggingarstovnum. Samstundis skal mark setast fyri, hvussu stóra ávirkan ein banki kann hava. Kanna prestar og nunnur Leiðslan í katólsku kirkjuni í bískupsdøminum í Regensburg í Týsklandi hevur gjørt av at kanna viðurskiftini hjá fýra prestum og tveimum nunnum, sum eru undir illgruna fyri kynsligan ágang ímóti fyrrverandi næmingum. Málið er tikið upp, eftir at meiri enn 300 fyrrverandi næmingar hava sagt, at teir vóru fyri kynsligum ágangi í Regensburg. Ein talsmaður fyri biskupsdømið segði á tíðindafundi í gjár, at fyribilskanningar hava avdúkað álvarssom brot á reglur kirkjunnar. Hann segði, at málið verður kannað til botns.