týsdagur 23. mars 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 57 - 23. mars 2010
Arbeitt verður nú
við at gera eina
skipan, sum gevur
fakfelagslimunum í
Samtaki avsláttur, tá
ið tey keypa vørur og
tænastur av ymsum
slagi og fyrsta avtalan
eru longu fingin í hús
Føroya
arbeiðaraFelag
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað skal loysa seg at vera
limur í einum fakfelag.
Tað hevur leingi verið
herrópið hjá Føroya Ar-
beiðarafelagi, eins og hjá
nógvum øðrum fakfeløgum.
Men á aðalfundinum í
Føroya Arbeiðarafelag um
vikuskiftið, fingu hesi her-
rópini ein nýggjan týdning.
Tí umframt fyrimunirnir
av sáttmála um minstuløn,
tryggingum
av
ymsum
slagi, eftirlønarskipanum
og øðrum sosialum skipan-
um, skulu limirnir í Samtaki
nú eisini hava ítøkiligar
fíggjarligar fyrimunir av
limaskapinum.
Samtak er ein felags-
skapur, sum Føroya Arbeið-
arafelag, Havnar Arbeiðs-
mannafelag
og
Fiski-
mannafelagið hava stovnað
og sum bæði arbeiðara-
feløgini í Klaksvík, nú
eisini eru komin upp í.
Sostatt eru nú útvið 8000
limir í Samtaki.
Avsláttur frá handl
um og fyritøkum
Og á aðalfundinum í Føroya
Arbeiðarafelag
fortaldi
samskiparin
í
Samtaki,
Sonja Jógvansdóttir, at nú
verður arbeitt at gera avtalur
við fyritøkur og handlar av
ymsum slagi um at geva
limunum í Samtaki av-
sláttur, tá ið teir keypa.
Í hesum sambandi verður
arbeitt við at útvega øllum
limunum eitt Samtak kort
til limirnar í Samtaki og
sum gevur rætt til avsláttur.
Fyrsta avtalan er komin í
hús og hon er við trygg-
ingarfelagið
Trygd,
har
limirnir í Samtaki nú fáa
15% í avsláttri av teimum
privatu tryggingum, teir
hava í Trygd.
Arbeitt verður eisini at
útvega limunum góð tilboð
upp á teldur og góð tilboð
upp á at ferðast og somu-
leiðis verður arbeitt við at
fá avtalur við handlar og
tænastuveitarar av øllum
handa slagi.
Samráðst verður eisini
við Smyril Line um eina
avsláttarskipan upp á bólka-
ferðir, tá ið limir í Samtaki
ætla sær at ferðast.
Í sama viðfangi verður
somuleiðis samráðst við
Smyril Line um eitt gott
tilboð upp á eina Samtak
ferð, sum skal vera einaferð
um ári, har tað ber til at
halda skeið ella skipa fyri
øðrum tiltøkum umborð.
Hetta tiltakið hjá Samtaki
fekk sera góða undirtøku
frá fundarfólkinum.
Bíligar tryggingar og bíligar
ferðir til limir í fakfeløgum
Teir útvið 8000 limirnir í
Samtaki fáa nú avsláttur
tá ið teir keypa frá
handlum og øðrum
tænastuveitarum. Eitt nú
fáa teir bíligar tryggingar,
bíligar ferðir við Norrønu
og ætlaniner eisini at
útvega teimum bíligar
teldur
Tíðindaskriv
Javni
Royndir hjá svenskum fyri-
tøkum vísa, at trivnaðurin
hækkar og sjúkradagarnir
fækkast á arbeiðsplássum,
har fólk við menningartarni
eru í starvi. Tað segði
svenski eldra- og heilsu-
málaráðharrin, Maria Lars-
son, tá hon setti eina
norðurlendska
ráðstevnu
um ST sáttmálan um rætt-
indi einstaklinga við breki,
sum varð hildin í Stokk-
hólmi seinasta vikuskifti
Maria Larsson eldra- og
heilsumálaráðharri í Svøríki
greiddi millum annað frá
góðu royndunum hjá fleiri
svenskum fyritøkum, sum
hava fólk við menningartarni
í starvi.
Eitt nú, setti stóra svenska
matvøru handilsketan ICA
sær fyri nøkrum árum síðani
fyri at seta fólk við menn-
ingartarni í starv. Tað byrjaði
við, at Kenneth Berntson,
stjórin
fyri
hesi
stóru
handilsketu, var í einum
sjónleikahúsi og sá fólk við
menningartarni
framføra.
Hann var so hugtikin av
framførslum teirra og fór at
hugsa um í hvønn mun hesi
fólkini kundu verið við til at
ríka fyritøku hansara. Síðani
fór hann miðvíst í holt við at
seta fólk við menningartarni
í starv í fyritøkuni. Byrjað
varð eitt nú við reklamu-
átøkum, har menningar-
tarnað tóku lut. Nú hava tey
50 fólk við menningartarni í
starvi – og málið hjá teim-
um er at koma heilt upp á
500 – 1000 starvsfólk við
menningartarni.
ICA
handilsketan er ein av størstu
smásølufyrtøkum í Skandi-
navia við umleið 2200
handlum í Svøríki, Noregi
og baltisku londunum.
Aðrar fyritøkur í Svøríki
hava eisini við góðum
úrsliti tikið fólk við menn-
ingartarni í starv, eitt nú
MAX Hamburger Restaur-
ant. Eisini ein modell-
skrivstova í Stokkhólmi
hevur sett sær fyri at nýta
fólk við menningartarni
modell.
Modellini
hjá
teimum hava øll eitthvørt
menningartarn.
Royndirnar eru, at trivn-
aðurin batnar og sjúkra-
dagarnir fækkast á arbeiðs-
plássum,
har
fólk
við
menningartarni eru í starvi.
Eftir grein 27 í ST –
sáttmálanum um rættindi
einstaklinga, sum bera brek,
eiga menningartarnað at
hava møguleika at arbeiða
á jøvnum føti við onnur;
tað fevnir eisini um rættin
at vinna til lívsins uppihald.
Limalondini skulu verja og
virka fyri, at rætturin til
arbeiði verður framdur, við
at taka hóskandi stig, eisini
gjøgnum
lóggávu,
til
millum annað, at:
a. banna mismun vegna
brek í sambandi við øll mál,
sum viðvíkja arbeiði, eisini
treytir í sambandi við at
útvega fólk, starvssetan og
arbeiði, framhald í arbeiði,
framflyting í arbeiði og
trygg
og
heilsugóð
arbeiðsviðurskifti.
b. verja rættin hjá fólki,
sum bera brek, til - á
jøvnum føti við onnur –
rættvís og gagnlig arbeiðs-
viðurskifti,
harímillum
javnbjóðis møguleikar og
somu løn fyri arbeiði við
sama virði, trygg og heilsu-
góð
arbeiðsviðurskifti,
harímillum
verju
fyri
happing og uppreisn fyri
vanbýti.
c. tryggja, at fólk, ið bera
brek, eru før fyri at gagnnýta
síni
arbeiðs-
og
fak-
felagsrættindi á jøvnum føti
við onnur.
d. geva fólki, sum bera
brek, møguleika at hava
veruliga atgongd til al-
menna, tøkniliga og vinnu-
liga
lærlingaútbúgving,
starvsvenjingartilboð
og
vinnu-
og
framhalds-
útbúgving.
e.
virka
fyri
starvs-
møguleikum og framflyting
í arbeiði fyri fólk, ið bera
brek, á arbeiðsmarknaðinum
og hjálpa teimum at finna,
útvega sær, halda fast um
og venda aftur til arbeiði.
f. virka fyri møguleikum
til
sjálvstøðugt
vinnu-
virksemi, ígongdsetaravirk-
semi, at menna samvinnu-
feløg og at fara undir egið
virki.
g. seta fólk, ið bera brek,
í alment starv.
h. virka fyri, at fólk, ið
bera brek, verða sett í starv
í privatum virkjum gjøgnum
hóskandi politiskar ætlanir
og tiltøk, sum kunnu vera
skipaður fyrimunur, tileggj-
an og onnur tiltøk.
i. tryggja, at hampuligar
umstøður
verða
veittar
fólki, ið bera brek, á
arbeiðsplássinum.
j. virka fyri, at fólk, ið
bera brek, fáa royndir á tí
opna arbeiðsmarknaðinum.
k. virka fyri, at fólk, ið
bera brek, fáa endurmenning
í síni vinnu ella yrki, fáa
varðveitt sítt arbeiði og fáa
skeið til tess at kunna
sleppa aftur í arbeiði.
Fólk við menningartarni økja trivnaðin á arbeiðsplássum
Ísurin fer við vindinum
Vísindamenn í Japan vilja nú vera við, at tað er ikki
bara hitin, sum ger, at ísurin við Norðpólin er
minkaður tey seinnu árini. Teirra kanningar vísa, at
vindurin hevur nógv størri ávirkan á ísin, enn fólk
geva sær far um. Japonsku vísindamenninir hava
samanborið vindviðurskiftini og ísviðurskiftini kring
Norðpólin tey seinastu 30 árini, og úrslitið er týðiligt,
siga teir. Tað vísir, at bæði um summarið og um
veturin fer nógvur ísur við vindinum suður ímillum
Grønland og Svalbard og út í Norðuratlantshavið.
Kunnu ikki selja fílabein
ST hevur havnað einari umsókn frá stjórnini í Tanzania,
sum vildi sleppa at selja 90 tons fílabeini, sum landið
hevur liggjandi á goymslu. Í umsóknini vísti stjórnin á, at
fílastovnurin í Tanzania er vaksin úr 55.000 fílum í 1989
til næstan 137.000 í dag, og at tað tí er neyðugt at taka
eitt sindur burtur av stovninum. Tað kann stjórnin gera,
men hon sleppur ikki at selja fílabeinið av landinum,
sigur ST. Tanzaniska stjórnin hevði væntað at fáa umleið
150 milliónir krónur fyri fílabeinið, skrivar AP.