Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 57 - 23. mars 2010 Eisini hitt føroyska tryggingarfelagið, Tryggingarfelagið Føroyar og móðir­ felagið, TF Holding, kundi vísa á eitt metavlop, tá rokn­ skapurin varð lagdur alment fram í morgun ROKNSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað gongur væl í trygging­ arvinnuni í hesum døgum. Tað er ikki meiri enn vika síðani, at tryggingarfelagið hjá Føroya Banka í Før­ oyum, Trygd, kundi leggja fram ein roknskap, ið vísti metavlop, og í morgun fylgdi »stóribeiggi« eftir við sínum metavlopi. Hetta metavlop á 242 milliónir krónur fyri skatt stavar fyrst og fremst frá einum góðum skaðatrygg­ ingarrakstri og einum góð­ um íløguúrsliti. ­ Samtakið hevur tvey bein at standa á, eitt trygg­ ingarbein og eitt fíggjarbein, og bæði økini hava givið eitt gott úrslit í fjør, og tað er grundin til, at vit hava besta úrslitið nakrantíð við 242 milliónum í avlopi áðrenn skatt, sigur Gunnar í Lið, forstjóri í samtakinum. Íløguvirksemið er vent frá einum halli á meiri enn 400 milliónir krónur til eitt avlop á omanfyri 150 milliónir krónur. ­ Orsøkin er, at markn­ aðurin er vendur. Tá vit gera íløgur, gera vit tær ongantíð størri en at vit megna tann váðan, og tað merkir, at tá vit fáa eitt slíkt ár sum 2008, har alt gekk ímóti, vórðu vit ikki noydd at selja nakra av okkara íløgum. Tá marknaðurin so vendir, fáa vit eisini fram­ gongdina við aftur, sigur Gunnar í Liða. Hann sigur, at talan er um langsiktaðar íløgur, og tí fáa teir eisini viðgongdina við, tá marknaðurin vendir. Hyggja at rakstrinum Í roknskapinum sæst, at rakstrarútreiðslurnar eru minkaðar úr 63,6 milliónum niður í 60,9 milliónir, svarandi til 4,3%. ­ Vit hyggja alla tíðina neyvt at rakstrarútreiðsl­ unum, og hvussu vit kunnu effektivisera raksturin. Vit hava alla tíðina eina neyva stýring á rakstrarútreiðsl­ unum og tað hevur so gjørt, at vit eisini í 2009 hava megnað at minka um hesar, sigur Gunnar í Liða. Í roknskapinum verður upplýst, at marknaðarpart­ urin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í 2009 er vaksin frá 78 upp í 80 prosent. ­ Tað má sigast at vera hugaligt at kunna vaksa, sjálvt tá vit framman undan hava ein so stóran part av marknaðinum, og vit hava sæð framgongdina á stórt sæð øllum økjum, at vit hava hildið fast við okkara marknaðarlut og enntá voksið eitt sindur, sigur Gunnar í Liða. Ein annar partur av vøkstrinum stavar frá, at kappingarneytin, Trygd, á nýggjárinum í fjør gavst viða ttryggja skipatrygg­ ingar, og tað hava tey merkt í samtakinum, tí tey flestu skipini, ið framman undan v´ðoru tryggjað í Trygd, eru í dag tryggjað í Trygg­ ingarfelagnum Føroyar. Skaðar fylgja virksemi Bæði tryggingarfeløgini boða frá góðum roknskap­ um, og tað er sum nevnt í stóran mun minkandi skað­ ar, ið hava ávirkan á úrslitið. ­ Vit síggja í stóran mun, at tá virksemið í landinum minkar, minka eisini skaðarnir. Tað tykist, sum tá samfelags hjólini mala spakuligari, fáa vit eisini færri skaðar, og tað er ein av orsøkunum til, at vit hava fingið færri skaðar. Og so vóru vit heppin við ikki at fáa nakran stóran skaða í fjør, so bæði talið av skaðum og støddin av skaðum var okkum til fyrimunar, sigur Gunnar í Liða. Eitt av feløgunum undir TF Holding er Betri pen­ sjón, sum varð sett á stovn fyri tveimum árum síðani. Tann roknskapurin vísir tó framvegis eitt hall. ­ Tá vit settu Betri pensjón á stovn roknaðu vit við einum halli í roknskapinum tey fyrstu árini. Men vit vistu eisini, at tað var tørvur á einum nýggjum lívs­ tryggingarfelagi, og tað hava vit eisini víst. Vit vita, at tað tekur nøkur ár at fáa javnvág í raksturin, men tað síggja vit fram ímóti fer at henda, sigur Gunnar í Liða. Sterkt felag Í ársfrágreiðing síni sigur TF Holding: »TF Holding P/F er eitt íløgufelag, hvørs endamál er at eiga m.a. dótturfeløg, umframt at gera aðrar íløgur bæði í Føroyum og uttan­ lands. Felagið eigur millum annað Tryggingarfelagið Føroyar P/F og Betri pen­ sjón P/F 100%. Aftan á eitt trupult 2008, har stór órógv var á altjóða fíggjarmarknaðunum, gjørdist 2009 eitt sera gott ár fyri TF Holding P/F. Felagið hevði eitt avlop í 2009 upp á 207 mió. kr. eftir skatt. Eginpeningur felag­ sins er tí nú 1.535 mió. kr. Tað eru serliga tvær orsøkir til góða úrslitið hjá TF Holding P/F, nevniliga søguliga gott úrslit av tryggingarvirkseminum og munandi yvirskot av íløgum«. Samtakið hevur sum nevnt eitt avlop á 242 milliónir krónur fyri skatt og 207 milliónir krónur eftir skatt. TF Holding metavlop Gunnar í Liða, forstjóri í samtakinum, TF Holding. Hann kundi í dag leggja fram ein roknskap ið vísti metavlop Mynd: Jens Kristian Vang Gates vil menna atomkraft Ríkmaðurin, Bill Gates, er á veg inn í eina nýggja verkætlan: Atomreaktorar. Hann hevur í longri tíð stríðst móti fátækradømi og sjúku, og nú er umhvørvið eisini á breddanum hjá stovnaranum av Microsoft. Og tað er í royndini at finna eina orkukeldu, ið ikki letur út CO2, ið hevur leitt Bill Gates fram til atomtøkni. Í einum samstarvið við Toshiba vil felagið hjá Gates, TerraPower kanska menna ein minni atomgenerator fyri at metta vaksandi eftirspurningin eftir orku í USA. Tað skrivar Business Week. Málið er at skapa ein sonevndan bylgju­ reaktor, ið bert brúkar sera smáar nøgdir av ríkaðum uran­235, og sum er tryggari og minni umhvørvistyngj­ andi enn vanligu atomverkini. Síðani í november hevur ein loynilig avtala verið millum TeraPower og Toshiba um at lata hvør øðrum upplýsingar um snið og know­how á økinum, sigur ein talsmaður hjá Toshiba við blaðið. Avtalan varð gjørd, tá Bill Gates vitjaði japanska atomgranskingarmiðdepilin í Yokohama nærhendis Tokyo ´ði fjør heyst, skrivar boersen.dk