týsdagur 23. mars 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 57 - 23. mars 2010
Í hesum døgum eru Tanja Sørensen
úr Hvannasundi og Durita Simonsen
úr Klaksvík í starvsvenjing í Miðla
húsinum. Týsdagin vóru tær til
arbeiðis í Klaksvík
Skúli
Orð&Myndir: Tanja Sørensen/Durita Simonsen
Vit høvdu eina samrøðu við Signar á Brúnni,
sum hevur starvast sum stjóri á Ziskatrøð í 3 ár.
Vit spurdi hann millum annað um skúlan, og
um skúlin var væl fyri.
Hann heldur, at skúlin ikki er væl fyri, men
hann er nýtiligur. Hesi 3 árini sum stjóri, hevur
hann gjørt nógv við at fríðka og hugna um
skúlan. Hann leggur stóran dent á, at øll gera
sítt besta.
Á skúlanum á Ziskatrøð starvast 43 lærarir og
tvey starvsfólk. Har ganga umleið 400
næmingar. Vit spurdu eisini, um nógv gevast í
skúlanum aftaná 9. flokk.
Her fingu vit at vita, at næstan øll halda áfram
í valskúlanum. Í Ósaskúlanum, sum Ziskatrøð
hevur gott samstarv við, halda tey flestu áfram
við valskúlanum aftaná 9. flokk. Næsta ár fara
Ziskatrøð og Ósaskúlin at samstarva um
serundervísning.
Ein skúladagur
á Ziskatrøð
Vit gingu framvið eina stovu, har ið vit sóu ein lærara við einum guitara í hondini. Børnini
hugnar sær við felagssangi
Hesi tvey sita og skriva føroyska mállæru, saman vit reystini av flokkinum
Ein genta úr ein av teimum yngri flokkunum.
Tey sótu øll so fitt og skrivaðu. Ein mynd av
einum púra vanligum tíma
Her hugnar framhaldsdeildin sær.
Møblarnir hava tey sjálvi gjørt. Tey hava
millum annað eisini fríðkað um stovunar
Tríggir nýggir sparkivallir í Klaksvík
Komandi vikuskiftið verða tríggir spakivallir tiknir almennt í nýtslu í Klaksvík. Talan er um
sparkivøllin á Helnabrekku, á Norðoyri og við Tekniska skúla. Í hesum sambandi verður
almenn móttøka á sparkivøllinum við Tekniska Skúla leygardagin klokkan 15.30, har umboð
fyri FSF, KÍ, Klaksvíkar býráð og Treysti eru við til at greiða frá nýtslu og vónum teirra til
nevndu vallir. Kommunan hevur útvegað lendið, steinsett og stoypt fundament. Síðani gevur
Fótbóltsambandið umvegis UEFA stuðul við álegging av graslíki og er annars vegleiðandi,
hvussu slíkir vallir skulu gerast eftir ávísum leisti. Endamálið er at menna tey ungu í bóltspæli
og annars at røra seg. UEFA hevði í 2004 50 ára føðingardag, og gjørdi tá av at fara undir
nýggja verkætlan, fyri á tann hátt at varpa ljós á stovnanina av UEFA og ikki minst fyri at
stimbra undir menningina av fótbóltinum kring alt Evropa.