týsdagur 23. mars 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindi
Nr. 57 - 23. mars 2010
Hin besti skúlin
Vit tosaðu eisini við 28 ára gamla
Høgna á Reynatrøð, sum starvast
sum lærari við skúlan á Ziskatrøð.
Høgni hevur arbeitt á skúlanum í 4
ár sum lærari, øll árini á Ziskatrøð.
Honum dámar væl at skriva og
arbeiða við fólki. Men hann trívist
rættliga væl á Ziskatrøð, betri enn
tá ið hann byrjaði fyri 4 árum
síðani.
Um hann ikki hevði endað sum
lærari á fólkaskúlanum, hevði hann
lisið víðari sum lærari á einum
miðnámsskúla ella okkurt
víðvíkkandi skriving.
Vit spurdi hann, hví hann valdi
júst Ziskatrøð?
- Her er ein stórur skúli, og tann
besti skúlin. Her trívist er væl,
svarar hann brosandi.
Gott at ganga
í skúla
Vit prátaðu við nakrir næmingar
úr 8. og 9. flokki. Og teimum
dámdi væl at ganga í skúla.
Eina grundin til tað er, at tey
hava nógvir vinir her. Tey sum
búgva í Klaksvík ganga ikki so
høgt uppí at møta til tíðina. At
vera eitt sindur forsein/-ur bilar
ikki. Tey sum búgva norðanfyri
tunlarnar á Borðoynni koma við
bussi hvønn morgun um 8
tíðina.
Nøkur ætla sær á valskúla
ella miðnámsskúla. Ætlaninar
eru ymiskar.
Hesi vóru í landsroynd og fingið frugt tá ið royndin var av
Ársins neyðardýr á Tjóðpallinum
Ongin skomm ella neyð er ov stór, um bara hon kann skaffa tær nakrar minuttir í
sjónvarpinum í nýggja leikinum á Tjóðpallinum. Leikurin »The Danny Crowe
Show«, rakar beint í øgiligu trongdina at gerast kendur – kosta hvat tað kosta vil. Jú
størri skomm, neyð ella perversari atburð, tú hevur at bjóða, jú størri er kjansurin
fyri at gerast stjørna í sendingini. Hjá Danny Crow savnast øll tey fátæku, tey
ovurfeitu, tey skeivt skurðviðgjørdu tey misbrúktu - enntá tey sum eru um at
doyggja av krabbameini møta heldur enn fegin upp í sendingini. Leikarar eru Beinta
Clothier, Kristina O. Sørensen, Ria Tórgarð, Bárður Persson, Hjálmar Dam og Hans
Tórgarð. Leikstjórn og pallmynd hevur Mikkel Harder Munck-Hansen staðið fyri.
Frumsýning av leikinum »The Danny Crowe Show«, verður á Meiarínum
mikudagin 24. mars klokkan 19.30.