Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 58 - 24. mars 2010 Er neyðugt at vera mynstrað fyri at hava rætt til part umborð á skipi? Ella skal øll manningin hava líka stóran part? Hetta eru sjónarmiðini, Eystari Landsrættur skal viga ímillum í sambandi við eitt trætumál millum reiðaríið hjá rækjuskipinum Artic Viking og Føroya Fiskimannafelag vegna nakrar menn Hýra Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Nakrir menn, sum hava siglt við rækjuskipinum Artic Viking, hildu tað ikki vera rætt, at reiðaríið roknaði partarnar út við at býta talið á øllum umborð upp í upphæddina, sum var til manningina. Teir trettan menninir hildu ikki, at teir seks litavarnir, sum vóru við, skuldu teljast uppí, tí reiðaríið hevði seravtalu við teir, og teir vóru heldur ikki mynstraðir. Útlending­ arnir fingu heldur ikki fullan part útgoldnan. Menninir fóru tí til fak­ felag sítt, Føroya Fiski­ mannafelag, sum síðan stevndi reiðarínum Líðini. Fyri einum ári síðan fall dómurin í Føroya rætti. Reiðaríið varð frídømt fyri at hava gjørt nakað skeivt. Men Føroya Fiskimanna­ felag gavst ikki so og kærdi dómin til Eytara Landsrætt, sum brúkti allan týsdagin til hetta málið. Føroya Fiskimannafelag kravdi 1,4 mió. krónur frá P/F Líðini. Hetta var upp­ hæddin, sum føroyingarnir við Artic Viking høvdu fingið meira, um litavarnir ikki vóru taldir við, tá ið uppgerðirnar vórðu gjørdar. Fyrsta dømi Felagið vil vera við, at mát­ in við at telja útlendingarnar við, ongantíð áður hevur verið brúktur. Reiðariini hava altíð sjálv rindað útlendingum løn uttanum. Í Landsrættinum gjørdi sakførarin hjá Føroya Fiski­ mannafelag nógv burturúr, at litavarnir ikki vóru mynstraðir, og hann vísti á, at allar reglur byggja á mynstringarlógina. Mótsvarandi sjónarmiðið hjá reiðarínum var aðal­ reglan um at gjalda øllum sama part. Í 2003 fór rækjutrolarin Artic Viking undir litaviskt flagg, men kom so aftur undir føroyskt flagg tvey ár seinni. Tá gjørdu reiðariið Líðin avtalu við litavar um at sigla við fyri fasta løn. Reið­ aríið vil ikki upplýsa, hvør avtalan er, men sum reiðarin Jóhan Joensen áður hevur upplýst, hava litavarnir fingið minni enn føroyingarnir, sum hava siglt við. Einki mist Tað er hetta, sum argar Fiskimannafelagið, tí mun­ urin millum mansskaps­ partin og hýruna, sum litavarnir hava fingið, er fallið til reiðaríið. Eitt sjónarmið hjá reiðarí­ num er, at føroysku menn­ inir umborð á Artic Viking einki hava mist. Vóru tað í staðin fyri litavar føroyingar við, var parturin tann sami. Og sum eitt vitni segði: ­ Um nakar skuldu lita­ varnir verið misnøgdir, tí teir fingu minni hýru enn hinir. Nøkur vitni hjá Fiski­ mannafelag róku framundir, at litavarnir ikki gjørdu arbeiði sítt til lítar, og at nógvir samskiftistrupul­ leikar vóru, tí bara ein skilti enskt. Hetta varð víst aftur av reiðarínum, sum onga klagu hevði fingið um litavarnar. Hart av yvirliva Tað kom fram í rættinum, at P/F Líðin í 2008 hevði 1,5 mió. krónur í halli, og eitt minni hall verður væntandi fyri árið í fjør. Tað hjálpir hart spenta reiðarínum at hava útlend­ ingar, sum fáa minni hýru enn føroyingarnir. Nevnt varð eisini, hvussu torført tað er at fáa føroyingar um­ broð á fleiri av føroysku skipunum. Uttan bíligari arbeiðsmegi hevði reiðaríið Líðin neyvan yvirlivað, segði sakførarin hjá teiðarínum. Litavarnir umborð á Artiv Viking hava einki við førysku myndugleikarnar at gera. Teimum nýtist ikki arbeiðsloyvi í Føroyum, tí skipið fiskar ikki her, og teir eru heldur ikki limir í Føroya Fiskimannafelag. Men reiðaríið hevur tryggjað teir, sjálvt um teir ikki hava mynstrað sum hinir sjómenninir, varð upplýst á rættarfundinum. Dómur i málinum fellur kanska í morgin. Stríð um útlendska arbeiðsmegi Labour tekur á Bara fáar mánaðir undan tí komandi parlamentsvalinum í Bretlandi vísir ein meiningakanning, at tað styttist í hvørj­ um millum stjórnarflokkin Labour og tann konservativa andstøðuflokkin. Var val í dag, hevði tann konservativi flokkurin fingið 35 prosent av atkvøðunum, og Labour hevði fingið 30 prosent. Sostatt er munurin minkaður úr 28 prosentstigum fyri tveimum árum síðani í fimm prosentstig nú. Sky News sigur, at endar valið við sama úrsliti sum kanningin, varðveitir Labour meirilutan, tí hann er sterkari í býunum enn tey konservativu. Tøgn eftir toppfund Hvørki Barack Obama, forseti, ella Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, høvdu nakað at siga fjølmiðlunum aftan á fundin í Hvítu Húsunum í gjárkvøldið. Beint undan fundinum kunngjørdu ísraelskir fjølmiðlar, at myndug­ leikarnir høvdu góðtikið enn eina byggiætlan í tí hersetta Eysturjerusalem. Hesaferð snýr tað seg um 20 bústaðir, sum ein amerikanskur ríkmaður skal byggja. Ísraelskir embætismenn, sum eru í ferðalagi við Netanyahu, søgdu í nátt, at forsætisráðharrin visti einki um ta nýggju byggiætlanina, tá hann fór á fund við Obama. Fíggjarliga gongur einki serligt hjá rækjutrolaranum Arctic Viking, sum umborð hevur nakrar litavar. Teir fáa minni hýru enn føroyingarnir Borgarstjórin í Sunda kommunu hevur nú heimild til at víga fólk Hjúnavígsla Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Mánakvøldið samtykti kommunustýrið í Sunda kommunu, at kommun­ an ikki longur skal vera stýrd av bygarráð. Nú eitur kommunustýrð býráð. Tað kunnu kommun­ ur gera, tá ið íbúgvara­ talið er oman fyri 1500. Í Sunda kommunu búgva umleið 1655 fólk. Orsøkin til navna­ broytingina er ikki, at Sunda kommuna vil teljast millum tey stóru. ­ Fyri meg er tað líka mikið, um ta eitur bygdaráð ella býráð. Orsøkin er tann ein­ falda, at fyri at kunna víga fólk skal tað vera eitt býráð, sigur Kim Durhuus. Tað er onkuntíð hent, at borgarstjórin í Sunda kommunu er biðin um at víga fólk. Nú kann hann átaka sær uppgávuna. Kim Durhuus kann nú víga Kim Durhuus kann nú átaka sær at viga pør