Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-24, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 24. mars 2010 – Nr. 58 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 35 Seinnapartin í gjár gjørdu Kyndil og Geir Wardum avtalu um, at hann næstu tvey árini skal venja besta kvinnuliðið hjá felagnum, sum í ár vann 1. deild og flytur upp í Sunset- kappingina Leygarkvøldið var Geir Wardum kosin ársins venjari í deildini Gentur 17. Tað kom sjálvandi ikki av ongum, tí í vetur hevur tað eydnast honum at fingið genturnar so mikið góðar, at tær vunnu greipuna. Seinnu árini hevur hann vant gentulið í ung­ dóms deildini hjá Kyndli, og undan tí hevur hann eisini verið við til at ment kvinnuhondbóltin hjá Stjørn­ uni í Klaksvík. Komandi tvey kappingarárini fær Geir eina nýggja avbjóðing, tí tá skal hann venja Sunset­kvinnurnar hjá Kyndli. Kvinnurnar vunnu 1. deild í vetur og skulu nú aftur royna seg millum tær bestu, eftir eitt árs steðg í næstbestu deildini. Stabilisera liðið – Fyrst og fremst skulu vit stabili­ serað liðið, so tað klárar seg í Sunset­ deildini. Hópurin verður nokk víðk­ aður eitt sindur, so vit fáa eitt sindur breiðari hóp, men yvirhøvur fara vit at koyra víðari við sama liðnum, sum hevur spælt í 1. deild í vetur. Men so vóna vit eisini, at onkur av okkara gomlu spælarum, sum hevur verið aðrastaðni, kemur aftur at hjálpa okk um, sigur Geir, ið avgjørt sær møgu leikar við kvinnumanningini hjá Kyndli. – Vit hava eina góða blanding av ungum og royndum spælarum, so tað verður ein stór og spennandi uppgáva hjá mær at fáa tað at koyra. Eingin væntar nakað av okkum, og tað fyrsta árið vænta vit heldur ikki tað stóra, men skulu bara klára okk­ um í deildini, og so fara vit næsta árið at royna at blanda okkum upp í toppin. Geir Wardum vísir á, at besta kvinnuliðið hjá Kyndli í vetur hevur møtt tveimum Sunset­liðum í steypakappingini og vunnið á báð­ um, umframt at liðið herfyri spældi javnt ímóti Tjaldri í einum venjingar­ dysti, so hann stúrir ikki fyri, at Kyndil hevur eitt kvinnulið, ið er nóg sterkt til at klára seg. Ungar fáa spælitíð Kyndil hevur sett sær fyri, at ungu spælararnir skulu mennast, við tað at teir fáa spælitíð á besta kvinnu­ liðnum, men samstundis verður ásannað, at neyðugt er við royndum spælarum og spælarum uttanífrá, skulu kvinnurnar kunna gera seg galdandi. Venjari hjá kvinnunum í vetur hevur verið Petur Martin Johansen, sum fær rós fyri avrikið frá Kyndli, nú hann verður avloystur av Geir Wardum. Og samstundis sum ung­ dómsvenjarunum flytur upp saman við kvinnunum, verður eisini venj­ ara skifti hjá Gentum 17, sum Geir hevur vant í vetur, tí tær fáa komandi kappingarár Jónleif Sólsker sum venjara. – Vit hava havt góð lið á gentu­ síðuni í fleiri ár, og felagið ætlar, at hetta skal síggjast aftur á besta kvinnuliðnum. Samstundis vilja vit tryggja, at menningin í gentudeild­ unum heldur fram, sigur Anna Rein, forkvinna í Kyndli. Kvinnuliðið hjá Ternuni, sum vann 1. deild í vetur, hevur í kvøld møguleikan at spæla seg upp í Eik-liguna, um tað eydnast at vinna seinna upp- og niðurflytingardystin ímóti KÍF, sum endaði aftast í Eik-liguni hjá kvinnum Ternan kanska upp í kvøld Ternan, sum vann fyrra upp- og niðurflytingardystin ímóti KÍF fyri viku síðani, flytur upp í Eik-liguna, um liðið vinnur aftur í kvøld Í kvøld klokkan 19 verður seinni upp­ og niðurflytingardysturin hjá kvinnum millum Ternuna í 1. deild og KÍF í Eik­liguni, sum kann verða avgerandi fyri, hvat av liðunum vissar sær pláss í bestu kvinnudeildini næsta kappingarár. Ternan vann fyrra dystin, sum var í Kollafirði fyri viku síðani, við einum 3­1 sigri, og hevur hesa ferð heimavøll í nýggju skúlahøllini á Toftum. Eydnast toftakvinnum at vinna aftur í kvøld, hava tær vissa sær uppflytingina í Eik­liguna, samstundis sum KÍF noyðist niður í 1. deild. Eydnast tað hinvegin KÍF at svara aftur í kvøld og vinna, verður neyðugt við einum triðja og avgerandi dysti, sum skal spælast á uttan­ veltaðum vølli. hil Geir Wardum venja Kyndils- kvinnurnar Næstformaðurin og formaðurin í Kyndli saman við nýggja kvinnuvenjaranum ímillum sín, eftir at sáttmálin var undirskrivaður seinnapartin í gjár. Frá vinstru Uni Arge, Geir Wardum og Anna Rein Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Ancelotti er tryggur Italski Chelsea­venjarin, Carlo Ancelotti, kennir seg vísan í, at hann hevur eina framtíð í Premier League­felagnum, óansæð hvussu endin verður á hesum kappingarárinum. – Mín framtíð er í Chelsea, og tað er ikki tengt at úrslitunum, sigur Ancelotti, eftir at Chelsea síðstu dystirnar hevur verið í einum lítlum aldudali. Liðið er fýra stig aftan fyri Manchester United í ensku kappingini og er ikki longur við í Champions League. Benitez stúrir Liverpool­venjarin, Rafael Benitez, sum fyrr hevur sagt, at kreppurakta lið hansara fór at røkka fjórða plássið í Premier League, so tað næsta kappingarár gjørdist til Champions League­fótbólt, er nú farin at ivast í hesum. – Sum venjari skalt tú trúgva upp á tað, men nú vita vit, at hini liðini eisini skulu snáva, skal tað eydnast okkum at enda á fjórða plássinum, sigur venjarin hjá Liverpool, sum kappast við Tottenham, Manchester City og Aston Villa.